Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juni · Nr. 91 mánadagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo T á ið løgtingsmenn verða settir at døma landsstýrismenn, eiga vit at hava skálkin bak oyrað, tí tað er sum at seta rev at ansa hønum. Mikil orðadráttur hevur seinastu dagarnar verið um, hvørt Jacob Vest ergaard eigur at fara frá, tí hann hevur goldið fiskimonnum minstu løn í heimildarloysi. Tað var í heyst, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum kom í klemmu millum tvær lógir. Øðrumegin var tað lógin, sum gav fiski- og út róð- rar monnum rættin til inntøkutrygd, og hinumegin var tað fíggjarlógin, sum løgtingið hevði samtykt, og har tað ikki var nóg mikið av peningi til at gjalda fiski- og útróðrarmonnum tað, sum teir høvdu rætt til. Tá slík mál koma fyri, har lands- stýris menn verða lagdir undir at handla í heim ildar loysi, so kem- ur varg ur í. And støð an – og and- støðu fólk í sam gong uni (sum er vorð ið ein fastur táttur í hesari sam gong uni) – hótta við lík um og ólík um. Lands stýris mála nevnd - in kom til ta niðurstøðu, at lands - stýr is mað ur in hevur framt brot á fíggj ar lóg ina, játt an ar lógina og á stýris skipanarlógina. Landsstýris- mála nevndin er soleiðis samd við løgtings grann skoðunum, sum vístu á, at Jacob Vestergaard longu á vári í fjør átti at vitað hetta og átti at biðið um neyðuga eykajáttan ella lagt upp skot fyri tingið um at broyta lógina um inntøkutrygd, so upp hæddirnar vórðu lækkaðar. Vit kunnu helst verða samd í hesum niður støðu hjá lands stýris- mála nevnd og løgtingsgrann- skoð arum. Men tað virkar »hol í høvdið«, sum ein advokatur tekur til í Sosial inum fríggjadagin, at ein lands stýris maður skal revsast fyri at bróta eina lóg – tá hann er noyddur annað hvørt at bróta hesa lógina ella hasa lógina. Tað var undir landsstýrinum hjá Edmundi Joensen, at vit fingu lógina um ábrygd landsstýrismanna. Tann fyrsti landsstýrismaðurin, sum varð frákoyrdur, var Sámal Petur í Grund, sum Edmund Joensen loysti úr starvi 1. desember í 1997. Hetta førdi til, Sjálv stýris flokk urin tók seg úr sam gong uni. Tann næsti, sum varð frákoyrdur, var Signar á Brúnni. Hann loystur úr starvi 28. mars í 2000, tí hann hevði útgoldið starvsfólkum í sjónvarpinum løn, hóast eingin játtan var. Hetta málið líkist kanska málinum hjá Vest- ergaard. Men Signar á Brunni varð reinsaður seinni í eini løgfrøðiligari kanning. Okkurt er, sum bendir á, at grundarlagið hjá landsstýrisfólk at virka, eigur at verða tillagað, so vit sleppa undan slíkum støðum. Kanska áttu tingfólk at lagt størri arbeiða í hetta, heldur enn at stinga hvør øðrum skør – einans við politiskum vinningi fyri eyga. Løgið at revsa ein sum er noyddur at bróta lógina Í dag og ímorgin er nýggi Ríkispolitistjórin, Jens Hen- rik Højbjerg, á vitjan í Før- oyum. Vitjanin er ein liður í ar- beiðinum hjá nýggja Rík- is politistjóranum at seta seg inn í viðurskiftini í ymsu politikredsunum í ríkissambandinum, og nú er tørnið komið til Føroya. Eg havi longu vitjað í Havn, og nú eru vit á veg inn til Runavíkar og til Klaks víkar at vitja har, sigur Jens Henrik Høj bjerg. Hann av sann ar, at vitj- anin hevur nak að við kon tro versi ellu setanina av nýggjum og donskum politi in spek tøri, sum hev - ur verið uppi og vent, bæði í Løgtinginum og í Fólka- tinginum. Og hóast tíðin hev ur verið stutt hjá Ríkis politi- stjóranum, so hevr hann longu fingið eina góða fatan av føroyska politinum. Jens Henrik Høj bjerg fer av land inum aftur í morg in. Ríkispolitistjórin á vitjan TEy sTinga hvør øðrum skør Navnabroyting Adventista- skúl in við Hoyvíkstjørn eitur frá í dag av Frískúlin við Hoyvíkstjørn. – Vit vilja fortelja í navninum, hvat hetta er fyri ein skúli, sigur Janne Schantz Johnsson, skúla stjóri. Síðan hann varð bygdur fyri 43 árum síðani, hevur eyknevnið Adventistaskúlin hingið við, kanska serliga tí at tað tá vóru Nonnuskúlin og Adventistaskúlin. Men nú verður ein navnabroyting framd, og fer skúlin framyvir at kallast Frískúlin við Hoyvíkstjørn. Janne Schantz Johnsson, skúlastjóri, sigur at tey nú vilja fortelja í navninum, hvat hetta er fyri ein skúli. – Nú hava vit fingið eina frískúlalóg, og hetta er ein frískúli. Tað eru nógv, sum halda at hetta er ein fólkaskúli, líkasum at Nonnu- skúlin er ein fólkaskúli, men tað eru vit ikki. Tað er einki broytt rundanum skúlan, tí tað er enn Adventistakirkjan, sum stendur aftanfyri skúl- an, men vit hava bara valt at fáa tað inn í navnið, at hetta er ein frískúli, staðfestir Janne Schantz Johnsson, skúlastjóri. rogvi@sosialurin.fo Nú rýkur illa úr Uttan­ ríkis ráðnum sjúrður skaale kjak á síðu 12 Ring at fáa presta­ starv fríðleif lydersen kjak á síðu 10 Adventistaskúlin skiftir navn Myndartekstur: Skúlin er hin sami, men navnið er broytt til Frískúlan við Hoyvíkstjørn Mynd: Jens Kristian Vang Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo