mánadagur 7. juni 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. juni · Nr. 91
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
Fólkaskúlin skal spara, og
sparingin verður so stór,
at av teimum umleið 700
størvunum skulu umleið 50
sparast burtur.
Ein so stór skerjing fer
at síggjast aftur í undi rvís
ingini.
Summir skúlar hava valt
at spara við at taka onkur
tilboð burtur, og tað eru í
fleiri førum tær kreativu
lærigreinarnar.
Onkrir skúlar spara tímar
við at leggja flokkar saman í
tímunum við eitt nú rokning
og fyrisøgn.
Fleiri skúlar hava valt at
taka burtur ein stóran part
av tímunum, sum teir yngsu
flokkarnir fingu eyka eftir
vánaligu PISAúrslitini.
Nú rópar Jónleif Johanne
sen, skrivari í Føroya Lær
ara felag varskó. Við hesum
sparingunum verður skúlin
bumbaður aftur tiltað støði,
hann var á, tá ið vit fingu tey
vánaligu úrslitini.
Pisaúrslitini høvdu við
sær, at fólkaskúlin fekk
játt aðar væl fleiri tímar til
teir yngstu flokkarnar, tí
Føroyar vildu ikki teljast
millum londini í heiminum
við teimum vánaligast.
Nú er vandi fyri, at
vit enda aftur millum ter
vánaligastu skúlarnar, sigur
Jónleif Johannesen.
Gekk so væl
Skúlin hevur annasr ment seg
væl seinastu árini. Tað komu
eykatímar,
fleiri
lærarar
hava fingið útbúgving sum
orðblindalærarar og at undir
visa børnunum við serligum
tørvi, tí fólka skúla økið hevði
orku til at lyfta fleiri upp
gávum.
– Hóast lærarar mangan
mugu staðfesta, at langt er
eftir at røkka visjón 2015,
hava tey síðstu árini merkt,
at tað er tann vegin rákið
innan føroyskan skúlaskap
hevur gingið, sigur Jónleif
Johannesen.
Hann lastar ikki nakra
skúlaleiðslu fyri, hvussu tær
hava avlt at spara. Skot ið
verður bara í flokk, tí skúl
arnir sleppa ikki undan at
spara.
– Men tað er ikki gott, at
tey kreativu skúlatilboðini
verða
spard
burtur,
og
skulu flokkar hava onkrar
lærugrinir saman, verður
ikki møguligt hjá lærarunum
at taka sær av tí einstaka
næminginum. Undirvísingin
verður tá meira sum uni
versi tetsundirvísing,
sigur
Jónleif Johannesen.
Serøkið, sum er eksploder
að seinastu árini, verður nú
meint rakt.
Jónleif Johannesen stúr
ir fyri góðskuni í fólka skúl
anum í framtíðini.
Skal so lítið til
– Um tú fert undir vatn skorp
una, druknar tú. Hetta er so
syrgiligt, tí tað skulu so fáar
milliónir krónir til at halda
skúlanum uppi, sigur Jónleif
Johannesen.
Hann finst at manna
gongd ini, tá ið farið varð
undir at fyrireika spar ing
arnar.
– Uttan mun til um okkum
dámar tað ella ikki, var tað
eitt mál at steingja smáar
skúl ar og flyta kreftirnar
yvir á størri skúlar. Tað var
fyri at gera skúlan betri.
Men størru skúlarnir fá einki
burtur, at teir smáu skúlarnir
verða latnir aftur. At lata
smáar skúla aftur bar bara
ein sparing óheft av hinum,
sigur Jónleif Johannesen.
Sosialurin ætlaði at fáa
eina viðmerking frá Helenu
Dam
á
neystabø,
lands
stýriskvinnu
í
skúla mál
um, men hon hevur allan
fyrrapartin sitið á lands
stýrisfundi.
randi@sosialurin.fo
Skúlin bumbaður aftur
Fólkaskúli Skúlarnir skulu spara nógv komandi ár, og summir skúlar velja at spara burtur
tímarnar, teir fingu eyka til smáu flokkarnar eftir vánaligu PISA-úrslitini. Hetta er ein stórur
smeitur fyri skúlan, heldur Jónleif Johannesen, skrivari í Føroya Lærarafelag
Summir skúlar hava valt at spara burtur nakrar av tímunum, sum vórðu jattaðir eyka til yngstu flokkarnar eftir vánaligu Pisa-úrslitini
Savnsmynd