Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-07, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 7. juni 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. juni · Nr. 91 16 Sosialurin Nøvn Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Hósdagin 10. juni let ur ein málninga­ fram sýning hjá lista­ kvinnuni Sigrid Ewald upp í Smiðjuni í Lítlu­ vík. Sigrid, sum er fødd í 1957, býr í Kalifornia og hevur sína útbúgving á Kunstakademie Berlin og á San Francisco Art Institute. Hetta er aðru ferð at Sigrid, sum lýsir Føroyar við sínum málningum, hevur framsýning í Smiðjuni. Framsýningin er opin til og við mikudagin 16. juni. Allar dagar frá kl. 10­19, tó mikudagin til kl. 14. Sigrid Ewald í Smiðjuni Magnus Gunnarsson Tað vórðu brøðurnir Sjúrður og Djóni Kunoy, sum leyg ar­ dagin gingu niðan á hægsta fjall á Kunoynni, Kúv ing ar­ fjall, at seta upp eina kop­ arplátu við ymiskum sitatum, sum eru graveraði í plátuna. Teir fóru frá húsum kl. 14 og vóru aftur í Kunoy kl. 20.30. Djóni sigur, at hugskotið til at seta plátuna á Kúvingafjall fingu hann og Sjúrður í 2007, tá teir hugdu eftir nøkrum myndum, teir høvdu tikið summarið fyri á Kunoyar harðbaldnu hæddum. Í hesum sambandi fingu teir hugskotið um at seta eina plátu við nøkrum mergjaðum orðum á hægsta fjall á Kun­ oynni, »Kúvingafjall«, sum hevjar seg upp á 831m. Djóni gongur nógv í fjøll­ unum. Seinasta summar var hann á øllum teimum 10 fjøll­ unum í Føroyum, sum eru oman fyri 800 m. Av teimum eru seks á Kunoynni. At síggja oyggjarnar frá hæddunum er nakað serligt. Túrarnir á 800 m fjøllunum hava sjálvsagt skunda undir ætlanina við at seta koparplátuna upp á »Kúvingarfjalli«, sigur Djóni. Koparplátan er 30x38 cm til støddar og 4 mm tjúkk. Skriftin er graverað 1,5 mm niður í plátuna, sum er boltað føst í ein stóran stein ovast á Kúvingarfjalli. Á plátuni stendur: »Tær heiður alvaldandi himlarnir bera, í toru finnur rødd tín veg, og jørðin og havið, tey navn títt høgt gera, hitt skapta alt ber boð um teg« (Christian F. Gellert – Victor Danielsen týddi). »Alt síðan Kúvingafjall varð til, hava klettar, gil og røkur ver ið tey somu – Fløtan so fríð á hásummartíð- sum tá fedr- ar higar komu«. (orð Djóni Kunoy ­ skrivað á Kúv inga­ fjalli 27. juni 2009). »Kom klúgv hæddirnar sam an við mær. Vakrast eru blóm ur- nar har ringast er at ganga«. (orð Karstin Hoydal). »Røk- urnar troddar í øldir áðrenn vit náddu fram« (orð Rani Nolsøe). »Fjøllini tey reystu kunnu svíkja, Heyggj ar flyta seg úr stað, men Guds mis- kunn ei frá tær skal víkja, alt Guds orð ber prógv um tað« (Esaias 54.10) og »Sannroynist hetta øllum, ið ferðast á Kun- oy ar fjøllum! Hoyrir tú tig- andi kallið á vindbarda Kúv­ inga fjalli?« (orð Zacharias Zachariassen). »Á summri 2010: Regin Kun oy, Sjúrður Kunoy, Steff an Kunoy og Djóni Kunoy«. Djóni sigur, at hann vil gjarna takka Richardi Dan­ ielsen í Fuglafirði (soni Victor Danielsen), Gunnari Hoydal í Havn (soni Karsten Hoydal), Rana Nolsøe í Klaksvík og Zachariasi Zachariasen í Gøtu fyri at vit fingu loyvi at nýta sitatini til koparplátuna, sum nú stendur á Kúvingarfjalli. Annars er ein onnur pláta sett upp á Kunoyranakki, norðast á Kunoynni. Tað var í 1972. Teir sum hava sítt navn graverað har eru: Jens Juel Sólbjørg, Klaksvík, Páll Klettskarð, Haraldssund, Sím un Petur Rasmussen, Haraldssund, og Johan Purk­ hús, Klaksvík. maggi@sosialurin.fo Markering á hægsta fjalli í Kunoy Leygardagin varð ein koparpláta við ymiskum sitatum sett upp á hægsta punktið á Kunoynni. Sjúrður Kunoy slær seinasta seymin í steinin Brøðurnir Sjúrður og Djóni Kunoy við koparplátuni Panorama útsýni Andlát Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at kæri maður, pápi, verpápi og abbi okkara Erling Simonsen, Tórshavn, andaðist á tjarnargarði fríggjadagin 4. juni 78 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni mikudagin kl 13. Familjunnar vegna Jórun, Erlendur og Rannvá tey, ið vilja minnast Erling, kunnu lata Parkinsonsfelagnum eina gávu, konta í peningastovnunum. 90 ára føðingardagur Mikudagin, 9. juni verður Solveig Olafsson Joensen, Dalagøta 9 í Havn 90 ár. Tey, ið vilja gleða hana henda dagin, eru vælkomin í heimið frá kl. 14.