mánadagur 7. juni 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. juni · Nr. 91
38
Sosialurin
Magnus Gunnarsson
Tað var Bjørn Sønstabø
frá Dry Ice Technology í
Danmark, sum presentaraði
nýggja háttin at vaska upp á
fyri føroyingum.
Í hesum sambandi er
fyritøkan Global Dry Ice
stovnað í Føroyum. Tað
eru Finn Mortensen, Hans
Petur Poulsen og Jón B.
Jensen, sum hava stovnað
fyritøkuna.
At vaska við turrum ísi
er ein umhvørvisvinarligur
og
effektivur
og
heilt
ótradionellur
háttur
at
vaska upp á. Turrísurin, sum
hevur ein temperatur upp
á -79° C við atmosferiskum
trýsti, verður blástur á tað,
sum
skal
vaskast
undir
trýsti. Tá ísurin við trýsti
rakar dálkaðu yvirflatuna,
loysnar
og
sprekkar
skitturin, soleiðis at ísurin
fer inn undir skittin, sum
fordampar í somu løtu. Hetta
hevur við sær, at ongar restir
av skittinum eru eftir, alt er
fordampað.
Av tí at ísurin er turrur og
kann hesin háttur brúkast
til so at siga alla reingerð,
líkamikið
hvussu
dálkað
evnið er. Av tí at eingin væta
er, ber til at vaska t.d. el-
motorar og el-stikkarar. Turri
ísurin dálkar ikki náttúruna
ella atmosferuna og luktar
ikki, eingi giftstoff eru í og
hann brennur heldur ikki.
Tá ísurin er brúktur verður
ísurin aftur til CO2.
Hesin háttur at vaska
við kann nýtast til bilar,
hús, umborð á skipum á
flakavirkjum. Eisini til at
reinsa fyri blámusopp, sum
er ein stórur trupulleiki í
hesum døgum. Veruleikin
er, at einki mark er fyri, hvat
vaskingin við turrum ísi
kann nýtast til, verður sagt
frá Global Dry Ice.
maggi@sosialurin.fo
Bilar
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Vaska uttan
Vatn oG sápu
Í farnu viku var ein heilt nýggjur
vaskiháttur presenteraður í Føroyum.
Talan er um vasking við turrum ísi
Finn Mortensen, Hans Petur Poulsen og Jón B.
Jensen hava stovnað fyritøkuna Global Dry Ice
Hans Petur Poulsen frá Global Dry
Ice vaskar motorrúmið á Mercedes
hýruvogninum hjá Kemm Polusen
vasking
stovnarar