Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 mikudagsblaðið Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo E ingin veit á morgni at siga, hvar hann á kvøldi gistir, sig ur orðatakið – og hesi orð kunnu vit nýta í so mongum sam­ an hangi. Í politikki kunnu vit ofta sanna orðini – tí tað er sera løgið, hvussu politisk viðurskifti kunnu hátta sær. Tað eru ikki meira enn tvey ár síðani, at tey stórtíðindi bórust, at nú vórðu játtaðar 2,4 milliónir meira til Føroya Læraraskúla, sum skuldu brúkast til at taka tveir flokkar inn av bæði læraralesandi og pedagoglesandi. Grundgevingin var, at tørvurin á lærarum og náms­ frøðingum var so stórur. Eisini vóru játtaðir fleir tímar til fólkaskúlan, tí nú skuldi fáast skil á vánaliga úrslitinum, sum PISA­kanningar góðu í før oyska fólkaskúlanum. Fleiri undir vís­ ingar tímar merkti eisini fleiri lær­ ara størv. Men nú, tá hesi báðir lærara­ flokk ar lesa á øðrum ári, er vent í holuni. Nú er als eingin tørvur á lærarum. Helena Dam á Neystabø sigur kortini, at eingin vandi er fyri arbeiðsloysi millum lærarar, tí so nógv ófaklærd fólk eru í fólkaskúlanum. Fimmti størv verða færri næsta ár – og hon væntar, at tað bara verða tey ófaklærdu, eftir­ løntir lærarar og lærarar sum lesa yvirtímar, sum verða við sviðusoð av hesum. Livst so spyrts. Vit kunnu kortini staðfesta, at fólkaskúlin er á vandakós. Tann bati, sum kom eftir PISA­kann­ ing arnar, er longu droppaður á fleiri skúlum. Teir tímarnir, sum fyrsti, annar og triðji flokkur fekk oman á tímatalvuna, eru spardir burtur á fleiri skúlum, sum harvið eru komnir líka vítt sum sítt – um annars nakað høpi var í mætu ætlanunum at fáa frægari PISA­ úrslit. Ætlanirnar hjá landsstýris­ kvinn uni at útvega fólkaskúlanum fleiri pengar við at niðurleggja smáar skúlar tyktuskt eisini sera áhugaverdar. Eisini tí at lærara­ felagið var í einum positivum dia­ logi um hetta. Men glæsiligu ætl­ anirnar um at útvega skúlanum fleiri pengar eru nú blivnar til spari tiltøk, og harvið steðgar helst tann dialogurin við lærarafelagið. Politiska kabalin skal ganga upp. Óplanlagdi fíggjarpolitikkurin seinastu árini, har politiska skipanin hevur skorið inntøkur burtur uttan at tryggja nýggjar inntøkur ístaðin, setir síni spor. Eins og við nýggju klæðum keisarans á sinni, so skuldi trøini vaksa inn í himmalin – og tí fær »fíggjarkreppan« skuldina – eisini fyri tann óplan lagda fíggjar­ politikkin í Føroyum síðani krepp­ una fyrst í nítiárunum. Eftir stendur, at fólkaskúlin er bumbaður aftur í tíðina. Í øllum førum aftur til ringu PISA­úrslitini, og tað er spell. Serliga tí, at hetta rakar veiku næmingarnar meinast. Glæsiligar ætlanir blivu til sparingar FóLkaskúLin Líka vítt sum sítt Tryggingartakararnir í danska tryggingarfelagnum »Tryg« fáa ikki tær 25 milliardir kónurnar, sum teir høvdu kravt. Hægstirættur staðfesti í dag dómin hjá Eystara Landsrætti, sum segði, at tryggingartakararnir hava ikki rætt til pengarnar. Teir misnøgdu trygg ingar­ takararnir við fyrrverandi Føroya Banka­stjóranum Jørn Astrup Hansen á odda hildu uppá, at teir høvdu krav upp á pengarnar, men tað heldur dómsvaldið ikki. Stríðið um teir nógvu peng arnar byrjaði, tá Tryg­ Vesta blev skrásett á virðis­ brævamarknaðinum í Keyp­ mannahavn fyri fimm árum síðani. Jørn Astrup Hansen og hansara stuðlar hildu uppá, at felagið skuldi rinda sínum tryggingartakarum tær nógvu milliardirnar, men í dag hevur Hægstirættur endaliga staðfest, at tey fáa ikki pengarnar. Ískoyti til mál­ kjakið vagnur michelsen kjak á síðu 14 Fram­ stig fyri ungdómin levi mørk kjak á síðu 15 Kaj Leo Johannesen, løg ­ maður, og frú Jórun Jo­ hannesen fara í dag til Dan markar at luttaka á árliga ríkisfundinum sam an við danska for­ sæt is málaráðharranum, Lars Løkke Rasmussen og grønlendska lands stýris­ formanninum, Kuupik Kleist. Fundurin verður í ár á Ruths Hotel í Skagene í morgin og fríggjadagin. Á skránni fyri ríkis ­ fundin eru m.a. viður­ skift ini millum Føroyar og ES, uppskotið til føroyska stjórn ­ arskipan, før­ oyskur lima­ skapur í WTO og uttan­ r í k i s ­ politiska virkis føri hjá Føroy­ um. U n d i r r í k i s f u n d ­ inum verð­ ur eisini ár ligi fund urin í Sam­ starvs nevndini mill um Løgmans­ skriv stovuna og danska for sæt is málaráðið. Sam­ starvs nevndin, ið er mannað við embætisfólkum, við gerð mál viðvíkjandi við ur skift­ um millum Før oyar og Dan­ mark. Løgmaður verður aftur í Føroyum sunnudagin 13. juni. Løgmaður á ríkisfund Leygardagin klokkan 11.30 verður matiné í Havnar kirkju. Jóannes Nolsøe spæl­ ir urgu. Hann fer at spæla tónleik eitt nú av Mendelsohn og Peter Møller. Jóannes Nolsøe hevur fyrr verið urguleikari í Havnar kirkju. Seinastu árini hevur hann starvast við kirkjuna í Skagen. Hann hevur ofta vitjað heima og spælt til konsertir bæði einsamallur og saman við øðrum. Jóannes Nolsøe í Havnar Kirkju Astrup tapti eisini í Hægstarætti