Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 6 Sosialurin Randi Jacobsen Um eina góða viku verður bindifestivalur í Reykjavík. Festivalurin varar í nakrar dagar og verður nevndur Loop-festival. Ta kom ein áheitan frá Norðurlandahúsinum í Reykja vík um at skipa fyri onkrum í Føroyum eisini, og upp gávuna at skipa fyri fekk Katrina í Geil. Hon tók væl móti hugskot- inum um at hava bindi-gra- fitti, sum higartil hevur verið ókent her, men er ein máti at vísa bindikynstrið fram. Hetta hevur eisini sam- band við, at leygardagurin 12. juni er altjóða bindidagur. – Eg vendi mær til lista- breytina í Komm unu skúl- an um, og har vóru sjey gentur áhugaðar at verða við. Vit hava hitst eina ferð um vikuna, og eg havi lagt teimum lag á við bindingini, at læsa av o.s.fr. Tær eru sjálvar komnar við tógvi, hava bundið alt sjálvar, og tær hava eisini valt støðini at binda uppá, sigur Katrina í Geil. Allar hava tær valt tógv í sterkum litum, og tað sæst aftur á økinum frá Vaglinum og yvir móti Skálatrøð. Nógv verk Í dag hava tær bundið upp á eitt nú eitt træ í Boysensgarði og rekkverkið niðan fyri Havnar kirkju er eisini ballað inn. Nakrir av stabbunum rundan um standmyndina av Nólsoyar Pálli er vavdir inn í reyðgult bundið klæði. Bundið er eisini upp á nakrar benkur á gongu- breytini yvir móti Skálatrøð. Nólsoyar Páll er ikki latin í bundið klæði. Tær sjey genturnar eru Anna Sofía, Hoong, Birita, Kristina, Eydna, Sára og Ása Maria. Tey, sum mála grafitti, plaga ikki at biðja um loyvi. Grafitti er ímyndin av tí fría. Hesar genturnar valdu tó at biðja kommununa um loyvi, og tað loyvið fingu tær beinanvegin, tí kommununi tókti væl um tiltakið. Bindigrafittið verður hangandi upp til eina ferð í næstu viku, um tað also fær frið. Tá fara tær at taka tað niður aftur. Hvør veit, um ikki okkurt av tí kann brúkast aftur eina aðru ferð saman við meira bundum at prýða býin við. Binda upp á býarpart Bindidagur Sjey skúlagentur í Havn hava í dag prýtt økið frá Vaglinum yvir móti Skálatrøð. Tær hava bundið langar álir, sum tær hava seymað upp á trø, rekkverk, benkur og stabbar. Bindi-grafitti ger býlingin litríkan Tær vavdu rundan um rekkverkið, og gráu stabbarnir við standmyndina í Vágsbotni fingu lit Myndir: Álvur Haraldsen