Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-09, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 9. juni 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92 18 Sosialurin Oyggjaredaktiónin: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Oyggjablaðið Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Veturin liðugur Mikudagin í farnu viku møtti William til arbeiðis sum vanligt kl. 8, og fór nakað seinni út at loysa eina av uppgávum sínum henda dagin. Henda uppgávan var ein av teimum smáu og einfaldu, men kortini ein slík sum ein sær úrslitið av. Her við rundkoyringina til Norð­ skála tunnilin settu teir í vetur niður nakrar orange­littar stengur. Endamálið við hesum var at vísa teimum ið rudda kava burtur, hvussu langt út ið rundkoyringin røkk. Kavastengurnar skuldu nú takast úr, og til tess at forða fyri, at sandur og annað kom niður í holini, verða proppar settir í. So er klárt at seta steng urnar í aftur, tá tað fer at nærkast ímóti vetri. – Eg haldi eisini, at rund koyr­ ingin sær prýðiligari út uttan hesar kavastengurnar, sigur William Mackay við ein um brosi. Gjáarvegurin Ein onnur av teimum týdn ingar­ miklu upp gávunum hjá Williami er kavarudd ingin. Hansara leið, um ein kann siga tað so, hevur verið vega strekkið við tí nógva og títta kavanum – Gjáar­ vegurin. Um veturin tryggjar hann soleiðis, at gjáarfólki kunnu sleppa frá og til bygd ini umvegis Funning og Funn ings fjarðarvegin. Hetta er eitt arbeiði sum kre vur sín mann á hávetri, men so er eisini gott at kunna gera arbeiði av øðrum slagi á hásumri. – Einaferð seinni í summar, tá grasið er vaksið eitt sindur meiri, skal so vøllurin í sjálvari rundkoyringini sláast, sigur William Mackay. snorri@sosialurin.fo Landsvegur – Nei, nú vænti eg ikki kava aftur, fyrrenn í heyst, sigur William Mackay, sum hevur arbeitt hjá Landsverki síðani 1973. Tað er vist tíð uppá at taka burtur tey seinastu teknini eftir ein langan og drúgvan vetur. - Nú skulu vetrarstengurnar beinast burtur, sigur William Mackay, starvsmaður hjá Landsverki Mynd: Jens Kristian Vang Hóast onkur kann halda, at ein rein gerðarkvinna ikki ger stórvegis til nyttu, so sæst tað í øllum førum væl, um hon ikki hevur verið á staðnum. Ein teirra sum røkir hetta týdn­ ingarmikla starvið er 69 ára gamla Edith Dam. Og hetta arbeiðið ger hon fegin fyri ungmannafelagið Eydnan á Oyrarbakka. – Eg hyggi eisini eftir, um nakað er at taka upp ella at gera. Og tað havi eg gjørt í nógv ár, greiðir hon frá. Húsið hjá ungmannafelagnum var kanska brúkt meiri fyrr, enn tað er nú. Henda mánaðin er í øllum førum nógv virksemi í húsinum: Sunnudagin var bingo og nú leygarkvøldið verður dansur í sam bandi við Sundalagsstevnuna í Hvalvík. Í aðrar mátar ganga trý lið til Zumba fitness allan henda mánaðin. Júst av hesi orsøk er neyðugt, at onkur hyggur eftir at tað er nossligt hjá fólki at koma til tey ymisku tiltøkini í húsinum. Júst hetta hevur verið uppgávan hjá Edith Dam tey seinastu rættiliga nógvu árini. Væl frágingið Mikudagin í farnu viku var Edith aftur farin ein túr í ung­ mannafelagshúsið. Hon ætlaði líka at hyggja eft ir, um alt var í lagi eftir at ein skúla­ flokkur av Sandoynni hevði verið her. Jú, hon kundi skjótt staðfesta, at her var alt væl frágingið. So í dag var steðgurin ikki so drúgvur. – Eg haldi, at onkur annar hev­ ur leigað húsið seinni í hesum mánaðinum, sigur hon. snorri@sosialurin.fo Oyrarbakki – Mín uppgáva er heilt einfalt tað at halda tað ruddiligt og reint her í Eydnuni, sigur Edith Dam av Norðskála Eydna Dam hevur tjekkað av at alt er í lagi í køkinum í Eydnuni. - Her er alt væl frágingið, sigur hon Mynd: Jens Kristian Vang Væl frágingið Oyggjablaðið næsta mikudag: Eystanstevna