mikudagur 9. juni 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
28
Sosialurin
Oyggjablaðið
Snorri Brend
– Nú báturin stóð uppi, kundi eg akkurát tað
sama vaska hann eftir botn inum, sigur Heðin
Zachariasen á Streym nesi. Eitt av frítíðar
ítrivum hansara er stutt leika báturin »Juvel«.
– Eg tók hann annars upp í gjárkvøldið, (tvs.
týskvøldið í farni viku), tí eg skal skifta zink
anodurnar út.
– Báturin hevur longu verið á floti, men nú
fari eg av álvara at rigga hann til summarið,
sigur Heðin Zachariasen, sum er kendur bæði
frá kommunalpolitikki og landspolitikki.
Juvel er av slagnum Viksund 340, sum
hann bílegði í 2004 og sum kom til landið í
2005. Hann er góðar 10 metrar langur, 3,5
metur breiður og gongur 28,5 míl
– Hetta er ein góður bátur, sum hevur alt
sum krevst til ein slíkan bát, vísir Heðin á.
Men so leggur hann aftrat: – Hann er
sjálvandi fimm ára gamal, og er kanska
ikki líka so flottur sum mangir av teimum
nýggjaru bátunum.
Tey hava fyri tað mesta siglt við Juvel
kring oyggjarnar. Eitt árið vóru tey í Noregi,
og nú umhugsa tey at fara til Hetlands í
summar saman við fleiri øðrum bátum.
Og gongst sum ætlað fer Juvel eisini at
teljast millum teir mongu bátarnar sum fara
á Summ ar festi valin í Klaksvík.
Gardin-bátar
Heðin er bert ein av mongum báta hugaðum
monnum í økinum.
Umstøðurnar hjá teimum at hava bátar av
slíkum slagi eru sera góðar í bátahylinum í
Hvalvík. Har hava teir møguleika at fáa bæði
vatn og streym, eins og møguleikarnar at
hava bátin liggjandi trygt eru góðar.
Tað er helst so, sum man kann staðfesta:
Tað munnu neyvan vera so nógvar og so
smáar bygdir, sum hava so nógvar bátar av
hesum modellinum.
– Eg veit ikki, – summi kalla hetta fyri
gardinbátar. Tað sigur kanska nokkso nógv
um, at teir verða ikki brúktir til fiskiskap,
sigur hann við einum brosi.
snorri@sosialurin.fo
Fegin um
bátin
Heðin Zachariasen vaskar botnin á báti sínum, Juvel. – Hann skal
helst ganga so skjótt sum tilber, sigur hann við einum brosi
Mynd: Jens Kristian Vang