mikudagur 9. juni 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
33
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
varð sígdur niður á helluna, og
hann bant hinar í. So vórðu teir
drignir upp.
Stóripottur varð settur út á, og
teir fingu alt gott frá bóndanum.
Fyri at fáa hita í kroppin bað Niels
Petur hinar koma at dansa. Hetta
dámdi tó ikki prestinum!
Sunnudagin fóru teir í kirkjuna
at takka Harranum fyri bjargingina.
Men sjálvan prest sóu teir ikki.
Hann mundi hava fingið nóg mikið
av ferðini og setti seg ikki føran fyri
at vera við. Tískil varð tað bóndin
sjálvur, sum las lesturin.
Abbi
fekk
dannebrogsmerki,
men teir, sum veruliga framdu bjarg
ingarbragdið, fingu einki. Hetta vóru
tað mong, sum hildu vera løgið.
Presturin fór til Danmarkar
summarið eftir og kom ikki aftur.
Hann sendi avskeðstalurnar heim
til kirkjurnar at verða lisnar upp.
Men hansara samband við Før
oyar endaði ikki við tað. Hann
skrivaði bøkur um Føroyar, og
hansara eftirkomarar komu saman
við føroyingum í Danmark. Abba
dóttirin, Marie Louise, giftist við
Karsten Hoydal. Hetta hevur verið
og er ein sera sjónlig ætt í Føroyum.
Vanlukkan við Johannes
Janus (Jóhannes) skuldi verða
bóndi eftir pápa sín. Men hann
slerdi út av báti. Tað hevði ein
smiður verið í Dímun í 1914 og gjørt
okkurt í stand. Millum annað hevði
hann málað stovuna. So skuldu teir
fara avstað aftur, tá var abbi blivin
starblindur.
Har var ein gamal húsavíkingur,
Karl, abbi Dánjal av Rana. Hann
datt oman, har presturin Rudolf
Jensen fall, men hann yvirlivdi.
Hann noktaði at fara við úr Dímun,
tí tað var ikki veður.
Men smiðurin helt, at tað mundi
vera hampuligt veður at fara.
Abbi
lurtaði
eftir
honum.
Hann skuldi eisini onkur ørindi á
Tvøroyri. Teir fóru avstað við einum
fýramannafari. Báðir synirnir, pápi
mín og hesin Jóhannes vóru báðir
við umframt Óla Jákup, hálvbeiggi
abba. Hetta eru teir sum eg veit
um, ið vóru við. Teir koma nakað
suður. Veðrið var toluligt, men tað
ilskaðist meira og meira.
Tá ið teir vóru komnir nakað í
ein útsynning av Stóru Dímun, siga
bátsmenninir við abba, at nú vinna
teir ikki longur. Tað var ógjørligt
at rógva Suðuroynna upp. Tað var
einki at gera uttan at venda undan
veðrinum.
Abbi helt fyri, at vóru teir mentir
at andøva, so vildi sjóvarfallið bera
teir í lívd av Suðuroynni. Skilamenn
hildu eisini seinni, at høvdu teir
lurtað eftir abba, so komu teir fram.
Men bátsskipanin var blivin óttafull
og vildi bert venda við aftur.
So varð gjørt. Teir drivu so
undan veðrinum. Einastaðni i
námd av Stóru Dímun fingu teir
ein sjógv. Um Johannes stýrdi ella
sat á lærinum og róði veit eg ikki.
Men tá ið sjógvurin var burtur, var
hann eisini burtur, og hann sást
ikki aftur. Johannes gjørdist bert
22 ára gamal.
Standurin var tá ringur innan
borða. At fara til Dímunar var hop
leyst. Teir settu tí upp í Húsavík.
Tað undraði eisini mangan
mann, at báturin, sum veðrið tók
seg upp kláraði hesa longu leiðina
norður til Húsavíkar.
Eg plagdi at spyrja mammu meira
um tað, ið hendi, men hon segði, at
pápi vildi ongantíð tosa um hendan
túrin, so fast neyt tað honum.
Abbi dettur oman
Omaná alt so datt abbi eisini oman.
Søgan var, at honum dámdi einki,
at nátin nørdist so dúgliga í oynni,
tí hesin fuglur avoyddi lomvigan.
Hann gjørdi sær tí nógvan ómak at
oyða nátan.
Ein dagin seinnapartin í mai
mánaða 1918 vóru hann og svágur
hansara Óla Jákup við Á úr Húsavík
farnir inn eftir gøtuni inni í Grønu
skor at beina fyri nátaeggum.
Verður eggið fyribeint, verpur hann
ikki aftur sama ár. Ein dóttir, Jana,
var við og eisini pápi.
Abbi, sum var blindur, styðjaði
seg við hondini á økslini á dótrini,
meðan hann gekk.
At ganga blindur í bakkanum,
har bert eitt skeivt fet kundi merkja
tann vissa deyða, kundi sigast at
vera sera djarvt. Men soleiðis gekk
abbi ofta. Pápi plagdi at ganga
frammanfyri.
Óla Jákup varð nú latin niður
á lomvigarøkurnar at koyra náta
eggini útav, og abbi setur seg undir
línuna.
Óla Jákup hevur nú gingið fleiri
favnar eftir eini lomvigarók at
reinsa øll nátaeggini útav. Men tá
er hann áhaldsin og fer útav rókini.
Abbi helt í línuna. Slakkin var so
stórur, at tað kom at standa so
nógv á, at abbi fór við og duttu teir
hundrað favnar niður.
Tað seinasta Jana sá á abba var
føturnar.
Eftir teimum sást eingin slóð
uttan húgvan hjá abba, sum hekk
føst um ein knast í berginum. Tað
var um eitt hár gjørt, at Jana ikki
eisini fór við í fallinum.
Minningarorð
Dimmalætting hevði minningarorð
um abba, har tað millum annað varð
endurgivið úr Nationaltidende:
Jens Ole Jacobsen var en
landskendt Mand deroppe baade
af Færinger og Danske og havde
Ry som en udmærket og belæst
Personlighed. Hans Fader sendte
ham i sin Tid til Hvalbø, hvor han
gik i Skole, men senere udvidede
han sine Kundskaber og læste
alt, hvad de fjerne Vilkaar kunde
fremskaffe.
Økonomisk set var han, Lejeren
af den ensomme og ugæstmilde,
men Græs og Fuglerige Store
Dimon velsitueret. Men Døden
havde hjemsøgt hans nærmeste
haardt og traf da ogsaa ham selv,
før han blev 55 Aar gammel.
Jørgen Falk Rønne greiðir í hesi
grein frá hendingini í 1895 og leggur
afturat:
Saa er han død den brave Mand.
De ved ikke, hvor intelligent og
tiltalende han var, klog i sin Tale
og ivrig efter Kundskaber. Han
var min gode Ven og ofte – efter
Forholdene – besøgte vi hinanden,
og han laante Bøger hos mig hver
Gang.
Alt det han har gaaet igennem!
Blind vidste jeg ikke, at han var
blevet, men ellers har der været
meget for ham at bære.
Sjálv skrivar
Dimmalætting m.a.
Dimonbonden var en interesseret
og oplyst Mand. For at faa alsidig
Viden abonnerede han paa Salo
monsens
store
Konversations
Leksikon, og det bedrøvede ham
meget, at hans Syn forsvandt, saa
han ikke kunde læse dette Værk.
Han var en gæstfri Mand imod de
mange, som især i sommertiden
besøgte Dimon.
Komandi partur
At tað er vandamikið at
búgva á Stóru Dímun, sást
aftur í 1924, tá ið Óla Jákup,
pápi Janus, fær ein stein í
høvdið og doyr.
Niels Pauli Ziskason, Palli í Røvaragili, var saman við Niels
Petur við til at fremja umrødda bjargingarbragd
Jørgen Falk Rønne fekk
nóg mikið av ferðini
Henda myndin er tikin undir kirkjuni í Dímun í 1916. Á henni eru fleiri av persónunum, sum
eru umrøddir í hesum parti. Aftast frá vinstru eru: Sigvald Djurhuus, lærari á Sandi, ein
danskur verkfrøðingur, A.C. Evensen, prestur á Sandi, Óla Jákup Jensen, sonur bóndan,
Janus Jensen, bóndin, Lisbeth Kristina Magnussen, Gudrun Jensen, matmóðirin, Óla
Jákup Johannesen, sum datt oman tvey ár seinni, Petra Jacobsen úr Suðuroy.
Fremst: Jana, Margretha Sofía og Rigmor, døtur bóndan
Mikudagur 9. juni 2010