mikudagur 9. juni 2010síða 35
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
35
Mikudagur 9. juni 2010 · Nr. 92
Sosialurin
Føroya Handilsskúli søkir eftir
Lærara í forritan
til teldustøðingaútbúgvingina
Um teldustøðingaútbúgvingina
Teldustøðingaútbúgvingin er styttri framhaldsútbúgving, ið tekur 2½
ár. Útbúgvingin fevnir í høvuðsheitum um systemmenning, forritan,
tøkni og virki. Kjarnuøkini eru systemmenning og forritan; tøkni og
virki eru ætlað at stuðla undir kjarnuøkini. Umframt hetta eru seinast
í útbúgvingini sergrein, praktikk og høvuðsuppgáva. Neyvari kunning
um útbúgvingina er á heimasíðu skúlans, www.fh.fo.
Arbeiðsuppgávur tínar eru m.a. at:
undirvísa í viðkomandi lærugreinum innan forritan og tøkni (eitt
nú softwarearkitektur, distribueraðar skipanir)
leggja til rættis undirvísingargongdir, verkætlanir og próvtøkur
leggja til rættis fakliga innihaldið í útbúgvingini í samstarvi við
leiðslu skúlans
luttaka í ráðlegging og verkætlanum á skúlanum
Vit vænta, at tú:
hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella aðra hægri
útbúgving, ið gevur førleikar at undirvísa teldustøðingum
hevur áhuga í undirvísing
dugir væl at samstarva og samskifta
vilt vera við til at menna útbúgvingina og skúlan
ikki ræðist nýggjar avbjóðingar
Tað er fyrimunur, men ikki ein treyt, at umsøkjarin hevur royndir við
líknandi undirvísing.
Vit kunnu m.a. bjóða:
eitt fakliga mennandi undirvísingarumhvørvi
eftirútbúgvingarmøguleikar
góðar arbeiðsumstøður
ein spennandi og gevandi gerandisdag
Setanartreytir:
Starvið er tíðaravmarkað og verður sett eitt ár í senn. Talan er um
parttíðarstarv, setanarbrøkur verður avtalað við tann, ið settur verður.
Starvsstaður er Handilsskúlin í Tórshavn. Lærarar á teldustøðingaút-
búgvingini verða løntir sambært galdandi sáttmála.
Starvið verður sett skjótast til ber, og í seinasta lagi 1. august 2010,
um ikki onnur avtalað verður gjørd.
Umsóknir:
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum vera at senda Føroya
Handilsskúla, Marknagilsvegi 77, Postsmogu 177, 110 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2010.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ainu L.
Knudsen á telduposti alk@hsh.fo.
Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 200 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH) og
200 næmingar á Fyrisiting, handli og skrivstovu (FHS). Undirvísingin fer fram í
Havn og á Kambsdali. Í Havn starvast um 35 lærarar, á Kambsdali 30. Umframt HH
og FHS skipar Føroya Handilsskúli fyri kvøldskúla- og framhaldsútbúgvingum, so
sum teldustøðingaútbúgving, HD og akademiútbúgving. Teldustøðingaútbúgvingin
er skipað sum fulltíðarlestur í 2½ ár.
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tlf 317177
Fax 313374
www.fh.fo
Íbúð í Keypmannahavn til sølu
Stílreint luksus á Østerbro – 73 fermetrar
Hægsta boð yvir 1.950.000 kr.
Umráðið: Ekslusivt og friðarligt.
Góðir innkeypsmøguleikar. Tætt
vid Kafé’ir, fitness, Kildevælds- og
Fælledparkina og Svanemølle-tog-
stød. Gongufrástøða inn á Strøg’ið.
Ognin: Vælhildin og vældrivin
ogn við hurðartelefon, fjarhita og
alnót. Góður grønur avbyrgdur
garður við spæliplássi.
Íbúðin: Til ber at møbelera
gongina, hagani atgongd er til
smagsfullan nýumvældan køk við
spottljósi í loftinum og dygdargóð-
um hvítvørum, m.a. uppvaski-
maskinu. Nógvar flottar luksus-
detaljur. Stórt nýtt flisabaðirúm
við brúsurúmi. Sovikamar við
nógvum skápum og stova við
klassiskum stuklofti og breiðum
plankagólvi, sum gongur aftur í
allari íbúðini. Snotiligt gesta-
kamar.
Heini Hanusarson
hanusarson@yahoo.dk
tlf. 506665
Keypsprísur í 2006 var 2.600.000 kr.
Ger kvettið!
Kamar
Kamar
Stova
Gongd Køkur
wc
miðlahúsið í Vágsbotni
Kunningarfundur um flogskipara útbúgvinging
Tórsgøta 1 · Tel 34 18 00 · Fax 34 18 01
post@sosialurin.fo · www.sosialurin.fo
Kunningarfundur um flogskipara útbúgvingina
verður í Miðlahúsinum hóskvøldið 10 juni kl. 19:00
Tað er helst mong ung sum vaksin, ið hava ein dreym um at gerast
flogskipari.
Ein av skúlunum, sum kann gera hendan dreym til veruleika, er
Center Air í Roskilde, sum hevur drúgvar royndir innan hetta yrkið.
Martin Bendix dagligur leiðari kemur at greiða frá útbúgvingini hjá
Center Air Pilot Academy, har í løtuni 6 føroyskir næmingar ganga.
Eisini verður Tommy Andreasen frá Nólsoy við á fundinum. Tommy
bleiv liðugur sum flogskipari á Center Air 1. desember 2009 og
er hann just byrjaður hjá Ryan Air og verður høvi at seta honum
spurningar.
Ein úr Kaliforniu
lýsir Føroyar
Málningar eftir Sigrid Ewald
Opið er: 10. – 16. juni – frá kl. 10.00 – 19.00 hvønn dag
Tó 16. juni frá kl. 10.00 – 14.00
Smiðjan í Lítluvík
Lesið
Sosialin
www.sosialurin.fo