fríggjadagur 11. juni 2010síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93
Sosialurin
Tað kom eisini væl við.
Men so valdi hon at fara
heim til pápan á Velbastað
at vera. Tey bæði eru so tætt
knýtt, og hóast hon hevði
nógv vinfólk i Danmark,
ken di hon seg upp á ein
máta einsamalla við at vera
so langt burtur frá familjuni.
Hóast næstan seks vikur
eru gingnar, síðan óhappið
hen di, er tað ikki nógv, sum
Stein unn fær gjørt.
Fær einki gjørt
- Eg kann ikki bera meira enn
eitt pund í hvørjari hond, tí eg
má ikki brúka búkvøddarnar.
Eg brúki einar 20 minuttir
um at venda mær í songini,
og summar dagar sleppi
eg als ikki úr songini, sigur
Stein unn.
Tað gongur illa hjá henni
at koyra bil, men hon ger tað
kort ini, tí hon hevur so nógv
góð vinfólk at vitja.
Sjúkrameldingin gongur
til 25. juni, men Steinunn bíð-
ar til eftir summarferiuna at
fara niður aftur.
Umframt at læra arbeiðir
hon eisini á eini matstovu,
har uppgáva hennara er at
hjál pa kokkinum við at gera
mat.
- Í Danmark havi eg tvey
arbeiði, og her geri eg nú
einki. Eg verði svøk av at
ganga fyri einki, sigur Stein-
unn.
Tað gongur
rætta vegin
Hon letur væl at, so fitt øll
vóru móti henni, eftir at
óhappið var hent. Ar beiðs-
gevar ar, lærarar og vinfólk
komu at vitja, og tey sendu
blóm ur. Hetta fløvaði.
Á læruplássinum vóru øll
líka skelkað av, at slíkt kundi
henda. Beinanvegin vórðu
jarn steng urnar skiftar út við
træ steng ur, sum bara brotna,
um tær loysna.
Steinunn fær tíðina at
ganga við at vitja vinfólk og
familju. Hon er givin full komi-
liga við at taka heilivág.
- Enn føli eg, hvussu veik ur
kroppurin er, og eg sovi meira
enn vanligt. Tað gong ur rætta
vegin, men eg kundi hugsað
mær, at tað gekk skjotari. Eg
skal tó nokk koma fyri meg,
sigur Stein unn.
randi@sosialurin.fo
Steinunn var illa við, tá ið hon sá langa og
ógvusliga skurðin oman eftir búkinum
Randi Jacobsen
Tað leypir ofta í bjørg-
unum, men sjáldan ber at
siga neyvt, nær lopini hava
verið.
Men vitni vóru til stóra
lopið úr berginum nær-
ind is Gjógv, heiman fyri
Stovu na nevnt.
Norrøna kom úr Ís-
landi, og á dekkinum stóð
Jóhann us Lamhauge og
prát aði við ein annan
mann.
- Vit stóðu og prátaðu
um lopið, sum herfyri var
á Búgvanum, og tá sóu vit
eitt stórt sprutt inni við
land, sigur Jóhannus Lam -
hauge, sum í skundi fekk
tikið nakrar myndir.
Hagaparturin hoyrir til
funnin. Júst meðan berg-
lop ið var, sat hagastýrið á
fundi.
randi@sosialurin.fo
Vitni til omanlop
Lop Gjáramorgunin leyp úr berginum nærindis Gjógv
Mynd: Jóhannus Lamhauge
Randi Jacobsen
Narkopolitiið var mikudagin í Vágum og gjørdi kann-
ing ar, og tá varð ein 32 ára gamal maður handtikin
og skuldsettur fyri at hava selt heilivág av slagnum
Retalin.
Maðurin noktar at hava selt tablettirnar, men
hann hevur viðgingið, at hann hevur latið onnur
fáa burturav.
Tað er kent, at nógvur heilivágur skiftir hendur
mill um misnýtarar. Tað vita viðgerðarstovnarnir.
Sambært
Bergleif
Brimvík,
leiðara
á
kriminaldeildini er hetta fyrstu ferð, at nakar er
tikin og skuldsettur fyri slík an handil.
Maðurin er skuldsettur fyri at hava selt 50
tablettir av Retalin, sum er heilivágur, ið givin
verður fyri ADHD. Hetta er resept-heilivágur, sum
er persónligur og ikki má latast øðrum. Verður tað
gjørt, er tað brot á læknalógina.
randi@sosialurin.fo
Resept heili
vágur er
persón ligur
MisnýtsLa Ein 32 ára gamal
vágamaður er skuldsettur
fyri brot á læknalógina við
at hava selt reseptheilivág
Steinunn Djónadóttir Frýdal hvílir
seg heima hjá pápanum á Velbastað.
Hon fær einki gjørt, og summar dagar
gongur framvegis illa at koma upp.
Henda dagin var hon rimiliga væl fyri
og spákaði sær ein túr í bygdini
Mynd: Jens Kristian Vang