Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 15

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 Sosialurin Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Tilsamans 12 næmingar hava staðið royndina í grund leggjandi leiðslu, sum Skeiðs depilin skipar fyri. Skeiðið, sum varð hildið á Hotel Hafnia, byrjaði í mars í ár, og fríggjadagin 11. juni fáa næmingarnir prógv. Skeiðs­ depilin er eftir­ og víðari­ útbúgving á Føroya Handils­ skúla og Tekniska Skúla Tórs havn. Tey, sum hava staðið roynd ina, eru: Fremra rað f.v.: Mai­Britt Holm And er­ sen (Skúlin við Áir), Sunn­ eva Jacobsen (LÍV), Ann ika Thomsen (EIK), Joan Sivert­ sen (Klaksvíkar Sjúkrahús), Jona Dam (Røktarheimið á Mørkini, Streymnes) og Marin Vang, skeiðleiðari. Aft ara rað f.v.: Atli Poulsen, Bjarni Olsen, Terji Poulsen, Steinfinn V. Jacobsen, Eirikur Ólason Simonsen, Helgi Mortensen og Dávid Isfeldt, sum allir starvast á Tekniska Skúla Tórshavn. Grundleggjandi leiðaraskeið Á Sundalagsstevnuni nú um vikuskiftið er ein serliga áhugaverd framsýning. Hon er á ellisheiminum Mørkini í Streymnesi og kallast »Modell av Oyrar bygd í 1920­unum.« Maðurin aftan fyri hesa framsýning er tann 90 ára gamli Esmar Dahl av Oyri. Umframt at vera ein fróð­ armaður, sum minnist ótrú­ liga væl til, so hevur hann sera góðar hendur. Eitt er, at Esmar hevur gjørt eitt modell av Oyrar bygd. Tað er í sær sjálvum eitt avrik. Men hann hevur eisini gjørt modell av húsunum í bygdini. Tað er ikki nóg mikið við tí. Hann hevur eisini gjørt modell av innrættingini av húsunum. Hann hevur gjørt hvørja hædd fyri seg, so tað sæst nágreiniliga, hvussu húsini vóru innrættað frá kjall ara, miðhædd og til loft. Í kjallaranum síggjast neytini á básunum, og í mið­ hæddini sæst enntá nátt­ potturin undir songini. Allar hæddirnar kunnu so setast saman, og tá sæst, hvussu húsini sóu út uttani­ frá. Sum ein av teimum, sum havi vitjað Esmar kann sigast, at hetta er snøgt sagt eitt ótrúligt avrik, sum ein bert kann fáa fatan av við at síggja tað. Alt hetta hevur Esmar gjørt, eftir at hann er blivin 80 ár. Tað er fyri neyðini, at tað nú verður skipað fyri hesi framsýning, sum øll eiga at síggja. Í sama viðfangi skal ynskj ast Esmari tillukku við teimum 90 árunum, sum hann fylti nú um dagarnar. Framsýningin er opin leygardagin og sunnudagin frá kl. 16. til 20. ó. Lag: Eg livi og veit Vár Drottur hvørs sæti á Himmlinum er har skoðar øll veraldar ríki Hans veldi og vitan um rúmdina fer væl røkkur hvørt kykt hvørja blómu í verð. Ei finnst her í heimi hans líki. Tann verkevnismáttur av hansara hond er allra manns upphav á foldum tað yðandi lív fyllir stórhøv og lond, ùr ísbláa himni til fjarðastu strond til ótaldar verur í moldum. Til verju og vernd er Guðs velduga hond og máttmiklu einglanna skarðar um leiðin er greið,ella løtan er vond so er hansar eyga og eingil í nánd, tá tung kennast spor millum varðar. Hann byrjan og enda í hond hevur svá vit gætur tí øll skuldu givið - várt dagatal talt er hann sigur so frá væl áðrenn várt eyga fekk ljósið at sjá sum upphav og kraft var til lívið. Tó skugga kann brátt yvir lívsdagin her tá maður bert jarðargóðs toknast, tann hávi og møði øll ogn honum ber og marglætisgripir hann savnaði her, men valla veit hvørjun tað ognast. Alt hold er sum gras íð blómar tað stund á summri og sólføgrum løtum. Tó kennist brátt heysti, tað kølnar um grund og liljurnar føgru tær følna í lund, og gult bognar grasið á fløtum. Hvat gagnar so manni øll ogn hans og fæ hann eftir seg legði á foldum, men ikki gav ans um hin æviga stað sum honum var givin til bústað tann dag hann sjálvur lá gloymdur í moldum Lat moldina eiga tað hennara er sum móðir til seinast øll fevnir, Tó andin er búgvin til drúgvari ferð tá deyðin ei hond fekk á sál vára her, sum fræls móti stjørnunum stevnir. Viggo Johannesen So er sagt Oyrar bygd á Mørkini Modell av Oyrar bygd við húsum og neystum Esmar Dahl og langabbasonurin Áki Miðhæddin í einum av húsunum við fullari innrætting Prógv Tann 9. desember 2009 fekk Hans Petur Hansen prógv sum cand.scient.oecon (M.Sc. Mathematics­Economics) á Københavns Universitet. Hann starvast sum Risk Analyst í Codan Forsikring.