fríggjadagur 11. juni 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93
26
Sosialurin
Kappríðing
Kappríðing verður við Leynavatn
leygardagin 19. juni kl. 15.00.
Tilmelding seinast mikukvøldið 16. juni kl. 19.00
Ring: 211789 · 219098
FØROYA RÍÐINGARFELAG
Frá Fuglafjarðar býráð
Feløg og einstaklingar, sum hava ætlanir um
at nýta fimleikarhøll skúlans vetrarhálvuna
2010-2011 verða biðin um at senda menta-
málanevndini skrivliga umsókn í seinasta lagi
fríggjadagin 02. juli 2010.
Fuglafjørður, tann 7. juni 2010
Fuglafjarðar býráð
Mentamálanevndin
Fuglafjarðar Býráð
Fuglafjarðar
Kommuna
Kunngerð um rudding
Fuglafjarðar kommuna hevur sett sær fyri, at
bilvrak, akfør, bingjur og lutir annars, sum
uttan góðkenning frá kommununi rekast á
almennum ella privatum økjum, skulu verða
beind burtur og latin góðkendum móttakara.
Sambært § 1 í umhvørvislógini og § 1, stk. 4 í
nátúrufriðingarlógini er ikki loyvt at lata órudd
liggja og rekast á almennum ella privatum
uttanduraøki, og í § 10 um burturkast stendur,
at ikki er loyvt at lata ónýtilig akfør liggja og
rekast í haga, fjøru, á sjógvi, fram við vegi ella
aðrastaðni.
Í § 61 í ferðslulógini stendur, at løgreglan kann
burturbeina ella selja skrásetingarskyldug
akfør, sum standa á almennum vegi uttan
nummarplátu.
Tey, sum eiga/hava frammanfyri nevndu
akfør/lutir o.t. á almennum ella privatum
øki, skulu beina hetta/hesar burtur skjótast
gjørligt.
Verður hetta ikki gjørt innan 23. juni 2010,
beinir kommunan tað burtur fyri eigarans
rokning.
Fuglafjørður, tann 03. juni 2010
Fuglafjarðar kommuna
og Sýslumaðurin
Pedagogur/varaleiðari
til Dagstovnin
Litlu Mørk Oyndarfirði
Vit hava brúk fyri einum pedagogi/varaleiðara at
byrja 16. aug 2010 ella eftir nærri avtalu .
Starvið er 30-40 t. um vikuna.
Lønin er sambært sáttmála millum Føroya Pedagog-
felag og Kommunala Arbeiðsgevarafelag Føroya.
Dagstovnurin Lítla Mørk er normeraður til 18 børn í
aldrinum 0 ár til og við 1. flokk. Í aug 2010 verða
væntandi 12 børn í aldrinum 3 – 8 ár.
Hølisumstøður og spæliøkið eru avbera góð, í
nýbygdum stovni, sum er samanbygdur við skúlan í
bygdini. Í Oyndarfirði er sera vøkur náttúra við
nógvum møguleikum. Har er stutt til haga, á og
fjøru, sum børnunum dáma sera væl.
Vit ynskja at umsøkjarin
• er við til at menna tað pedagogiska arbeiði
• evnar at seta mørk og at arbeiða við broytingum
• hevur góð samstarvsevni
• dugir at orða seg munnliga og skrivliga
• er íðin, nærlagdur og álítandi
• er nýhugsandi, ígongdsetandi og kreativur..
• dámar væl at vera úti í náttúruni
Fleiri upplýsingar
Nærri fæst at vita um starvið við at tosa við Káru
Løkin leiðara tlf. 214306
Søk starvið
Við at senda Runavíkar kommunu eina umsókn í
seinasta lagi 24. juni 2010
Runavíkar Kommuna
Heiðavegur 26 · Postrúm 139
FO-610 Saltangará
Ársaðalfundur
Føroya Blindafelag hevur ársaðalfund
leygardagin 28. juni 2010 kl. 10.00.
Fundurin verður hildin í húsi felagsins,
Traðabrekka 1, Tórshavn.
Skrá sambært lógum felagsins.
Nevndin
Vel millum 12 skeið
innan jarð- og havfrøði,
lívfrøði og KT-verkfrøði
Bachelorútbúgvingarnar í jarð- og havfrøði, lív-
frøði og KT-verkfrøði á Náttúruvísinda¬deildini
geva eisini møguleika fyri at melda seg til sum
stakgreinalesandi í hesum skeiðum:
Frá 23. august til 8. oktober 2010:
• Náttúrulandafrøði
• Almenn og ólívrunnin evnafrøði
• Margfeldi av plantum
• Fiskalívfrøði
• Innleiðing í teldufrøði
• Innleiðandi forritan við Java
Frá 24. oktober til 10. desember 2010:
• Almenn havfrøði
• Havlívfrøði
• Ryggleys dýr
• Støddfrøði 1
• Stødd- og hagfrøði fyri lívfrøðingar
• Forrit og forritan í vinnuni
Støddin á skeiðunum er 7.5 ECTS, og undirvíst
verður tveir dagar um vikuna.
Nærri upplýsingar og umsóknarbløð fáast við at
venda sær til Náttúruvísindadeildina og við at vitja
heimasíðuna www.setur.fo. Umsóknarfreistin til
stakgreinalestur og til tær tríggjar bachelorútbúg-
vingarnar er tann 14. juni 2010. Tey, ið fáa mið-
námsprógv seinni enn tá, kunnu kortini søkja og
senda miðnámsprógvið inn í seinasta lagi 1. juli
2010.
Fróðskaparsetur Føroya
Náttúruvísindadeildin
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Frá Tórshavnar Bátafelag
Aðalfundurin verður mánadagin 14. juni, kl 20,00 í
hølunum hjá Starvsmannafelagnum, J. Schrøtersgøta 9.
Skrá sambært lógum felagsins.
Uppskot, sum ynskjast viðgjørd, skulu verða nevndini í
hendi í seinasta lagið 8 dagar undan fundinum.
Nevndin