Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93 38 Sosialurin Ítróttarblaðið Ein sigur nógv at siga vodafonedeildin Hvørki B68 ella B36 kann sunnudagin fara á vøllin við síni sterkastu uppstilling í avgerandi dystinum teirra millum, tí bæði liðini hava í løtuni fleiri skaddar spælarar Hilmar Jan Hansen Serliga er tað hjá B68, at skaðarnir koma illa við, tí talan er um teir báðar markantu útlendingarnar, Keita og Ndende, ið ikki eru 100 prosent klárir og tí neyvan heldur koma at fáa nakran avgerandi leiklut í dystinum, sum verður bríksl aður í gongd á Svangaskarði sunnu dagin klokkan 15. Haraftrat situr Oddur Højgaard, ið higartil hev ur skotið fimm mál, uttanfyri við karantenu. – Umframt hesar, eru fleiri smá­ skaðar, men tað ávirkar ikki málið hjá okkum, sum er at fáa trý stig burtur úr dystinum, tí vit hava bara fingið eitt stig burtur úr síðstu fimm dystunum, sigur B68­venjarin, Bill McLeod Jacobsen. – At vit nú hava havt ein steðg upp á tvær vikur, hevur sjálvandi bøtt eitt sindur um støðuna, men annars hava vit nakrar ungar og svangar menn, sum heldur enn fegnir vilja sleppa inn at vísa, hvør dugur er í teimum. Heldur ikki Sigfríður Clement­ sen sleppur sum B36­venjari und­ an at hugsa eitt sindur um teir spæl arar, hann ikki fær brúkt. Bæði Símun Joensen og Meinhardt Joen sen sita uttanfyri, og hóast Ingi Højsted aftur er farin at venja við fullari ferð, verður hann neyv an við á Toftum, har B36 skal royna at endurtaka sigurin frá fyrra dyst­ inum millum liðini bæði í Havn. Tá vann B36 3­1. – Hetta er ein dystur, sum er rætt­ iliga avgerandi fyri báðar partar. Vinnur B68, so fáa toftamenn fatur í okkum, men vinna vit hinvegin, so eru vit beinanvegin aftur í nánd av einum plássi, ið kann geva euro­ peiskan fótbólt komandi ár, sigur hann. – Fyri okkum ræður um, at vit vísa, at dysturin týskvøldið, tá vit mistu finalussessin, ikki vísti okk­ um, soleiðis sum vit eiga at spæla. Nú skulu vit inn á vøllin at vísa, hvat vit veruliga eru verdir. hilmarjan@sosialurin.fo Vinna vit, eru vit beinanvegin aftur í nánd av europeiskum plássi Sigfríður clementSen, B36 Úrslitið á Toftum, tá B68 tekur ímóti B36 sunnudagin, kann vera rættiliga avgerandi fyri, hvussu kappingarárið víðari sær út hjá hesum báðum liðunum Mynd: Álvur Haraldsen avGeRandi Dysturin millum B71 og AB er dysturin um eitt pláss oman fyri ella niðan fyri niðurflytingarstrikuna Mynd: Álvur Haraldsen BoTnUPPGeRÐ Botnbrak á Sandi vodafonedeildin B71 kann við heimasigri í botndystnum ímóti AB sleppa longur úr botninum, men eisini kann AB lyfta seg upp um niðurflytingarstrikuna Hilmar Jan Hansen Fyri fýra árum síðani fylgd ust B71 og AB upp í bestu mans­ deildina, men síðani hava bæði verið niðri í 1. deild aftur og vent, men eru eisini komin uppaftur. Júst niðurflytingarhóttanin er aftur í ár ein partur av ger andisdegnum hjá báðum feløgunum, ið sunnudagin klokkan 15 bresta saman í botnbraki á Sandi. Undan dystinum liggur B71 betur fyri og kann við sigri koma at liggja uppaftur betur fyri. B71 er tvey stig framman fyri AB, sum saman við FC Suðuroy er undir strikuni, og við sigri fara sandoyingarnir fimm stig framum. Vinnur AB hin vegin, sleppa argjamenn upp um strikuna og kunnu kanska anda eitt sindur lættari. – Hjá okkum eru allir klárir, tí her eru hvørki skaðar ella karantenur, umframt at vit nú aftur hava Predrag Markovic í málinum. Fyri okkum er hetta ein sera týðandi dystur, og vit fara at leggja nógv fyri, so vit kunnu fáa trý stig burturúr á heimavølli, sigur Piotr Krakowski, venjari hjá B71. AB kemur ikki við fullari mann ing suður í Sandoynna, tí Nikolaj Eriksen er niðri, umframt at Morten Overgaard framvegis er skaddur og neyv­ an verður klárur aftur fyrr enn eftir summarsteðgin. – Vit hava kortini góðar vón­ ir, tí vit føla, at vit hava fingið glið á spælið aftur, soleiðis sum vit sóu tað í fjør. Eisini gongst betur at halda tætt har aft uri, og vit hava fingið fýra stig burtur úr teimum báðum síðstu dystunum. Nú skulu vit bara ikki tapa hendan, sigur AB­venj arin, Allan Mørkøre. Tá AB og B71 spældu á Argjum fyrst í apríl, endaði tað við einum málríkum javnleiki, 3­3, har B71 var á odda tríggjar ferðir, men kortini ikki megnaði at halda stand og mátti lata tvey stig frá sær. hilmarjan@sosialurin.fo