fríggjadagur 11. juni 2010síða 39
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
39
Fríggjadagur 11. juni 2010 · Nr. 93
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Dýr vika hjá Víkingi
Skerdir suðuroyingar
vodafonedeildin
Hóast Víkingur mist
tríggjar spælarar í
seinnu hálvfinaluni
ímóti ÍF týskvøldið,
er ætlanin at fáa
stig burturúr ímóti
oddaliðnum, HB,
í Gundadali
vodafonedeildin FC Suðuroy er uttan tveir av
føstu verjuspælarunum, nú liðið vitjar NSÍ, sum
hevur vunnið síðstu seks dystirnar á rað
Hilmar Jan Hansen
Sum um tað ikki var nóg ringt, at
Víkingur á stokkinum misti finalu
sessin
týskvøldið,
fingu
eisini
tríggir av spælarunum skaðar at
drag ast við. Hans Jørgen Djurhuus
fekk eina fipurspreinging, Sam
Jacob sen koykti sær fótin og Nenad
Stanko vic fekk eisini onkran skaða,
ið helst heldur honum uttanfyri, nú
Vík ingur sunnudagin klokkan 15
vitjar HB í Gundadali.
– Tað er sjálvandi ein strika í
rokn ingini hjá okkum, at vit missa
tríggjar so royndar spælarar. Men
hinvegin er tað so, at fer onkur út,
kemur onkur annar inn. Kanska HB
í Gundadali ikki er tann dysturin,
har vit vænta okkum trý stig hvørja
ferð, men vit ætla okkum at fáa stig
og at vinna okkum innaftur í kapp
ingina, sigur venjarin hjá Víkingi,
Jógvan Martin Olsen.
HB hevur síðani sætta umfar
verið oddalið, burtur sæð frá ein
um umfari, og ta støðuna ætlar
meist ara liðið sær eisini at verja, nú
Víkingur kemur á vitjan.
– Vit hava havt onkrar skaðar,
men í síðstuni hava teir flestu vant
aftur. Vanliga dámar mær ikki
steðg ir í kappingini, men hesar
síðstu tvær vikurnar hava givið
fleiri møgu leikan at komið fyri
seg aftur, sigur venjarin hjá HB,
Kristján Guðmundsson.
– Sjálvt um vit eru oddalið,
so taka vit ein dyst í senn, og vit
skulu vinna hvørja ferð – eisini
hesa ferð. Men Víkingur hevur sín
egna spælistíl, ið er rættiliga inn
grógvin, so vit vita, at hetta er eitt
av liðunum, tað er torført at vinna
ímóti.
Tá liðini spældu í Gøtu í øðrum
landskappingarumfari fyri góðum
tveimum mánaðum síðani, gjørdist
úrslitið ein málleysur javnleikur
sigur venjarin hjá Víkingi, Jógvan
Martin Olsen, ið tó kann frøast um,
at Niclas Niclasen er við aftur eftir
karantenu..
hilmarjan@sosialurin.fo
JaGSTRan
HB er liðið, øll hini fremru
jagstra í løtuni, og sunnudagin
er tað Víkingur, ið skal royna
at steðga oddaliðnum
Mynd: Álvur Haraldsen
Hilmar Jan Hansen
Higartil hevur FC Suðuroy bara
vunnið ein dyst og spælt tríggjar
javnar, so tí hevur liðið bara seks
stig á aftasta plássinum. Ein av
javn leikunum var suðuri í Vági
ímóti NSÍ, og ta ferðina fekk FC
Suðuroy tryggjað sær eina stigið
við brots sparki nógvar minuttir inn
í yvirtíðina. NSÍ hevur hinvegin ikki
ligið á latu síðuni síðstu dystirnar,
men hevur vunnið seks á rað, og tí
eru runa víkingar nú á næstfremsta
plássi.
NSÍ hevur eisini allar sínar spæl
arar tøkar til dystin ímóti suður
oyarliðnum, sum verður spældur
við Løkin í morgin klokkan 15.
Einasta undantakið er Karoly
Potemkin, sum hevur karantenu,
men hann hevur heldur ikki verið
so nógv við í ár.
– FC Suðuroy hevur fleiri góðar
spælarar, so hetta verður eingin
lættur dystur hjá okkum. Men vit
eru klárir, og hóast fleiri hava verið
upptiknir av A og U21landsliðnum,
hava vit verið fullmannaðir til venj
ing hesa vikuna, sigur NSÍvenj arin,
Pauli Poulsen.
Ólíka verri sær út hjá FC Suð
ur oy, ið kemur til Runavíkar við
skerd ari verju. Karl Lisberg, sum
plagar at spæla á høgra bakki, er
skadd ur, og neyvan verður Súni úr
Hørg so mikið klárur, at hann fær
spælt í miðverjuni.
– At vit mangla tveir mans í
verj uni, kemur at ávirka spælið hjá
okkum, tí vit noyðast helst at liggja
tættir har afturi og so lúra upp á
kontra. Men vit fara at royna at fáa
eitt stig, tí alt munar hjá okkum,
sig ur Jón Pauli Olsen, venjari hjá
FC Suðuroy.
hilmarjan@sosialurin.fo
At vit
mangla tveir
mans í verjuni,
kemur at
ávirka sælið
hjá okkum
Jón pauli olsen, FC suðuroy
Finalistar í
stevnudysti
vodafonedeildin EB/Streymur
tekur í morgin ímóti ÍF í stevnudysti
við Margáir. Samstundis eru hetta tey
bæði liðini, sum í vikuni tryggjaðu sær
pláss í finaluni um Løgmanssteypið
Hilmar Jan Hansen
Vinnararnir í teimum báðum
seinnu
hálvfinalunum
týs
kvøldið í steypakappingini,
EB/Streymur og ÍF, møtast við
Marg áir í annaðkvøld klokkan
19, so báðar manningarnar
byrja dystin í besta hýri, sum
vikan hevur lagað seg hjá teim
um.
Hjá EB/Streymi er Hans
Pauli Samuelsen framvegis
skaddur, eftir at hann í fyrra
dyst inum ímóti B36 fekk eina
takling niður á økilin. Og upp
aftur harðari er lagnan við
Alex José dos Santos, sum í
fýra mánaðir noyðist at halda
seg burturi frá fótbólti, til óst
beinið er komið ordiliga upp á
pláss aftur.
– Vit eru rímiliga væl fyri
til dystin. Og burtur sæð frá
Hans Paula og Santos, so eru
allir tøkir til dystin ímóti fugl
firðingum. Hetta er stevnu
dyst ur, so tað hevur nógv at
siga fyri okkum, at vit fáa ein
góð an dyst. Vinna vit, so eru
vit ordiliga við aftur, sigur
Heð in Askham, venjari hjá EB/
Streymi.
ÍF fær hesa ferð Kaj Ennigarð
við aftur, eftir at hann hevði
karantenu týskvøldið, tá eisini
Høgni Zachariassen aftur var
á liðnum eftir skaðasteðg. Pól
Ennigarð situr uttanfyri við
karantenu ein dyst aftrat, og
enn er heldur einki at síggja til
Rógva Jacobsen, sum framvegis
er skaddur.
– Vit hugsa heldur ikki so
nógv um, at hetta er eitt slag
av forpremieru undan steypa
finaluni, men hinvegin vænti
eg sjálvandi, at eg eri nakað
klókari eftir dystin, um vit
hugsa eitt sindur longur fram
við fyri reikingunum. Nú taptu
vit á heimavølli síðst, so hjá
okk um ræður um at reisast
aft ur, sigur Abraham Løkin,
venj ari hjá ÍF.
Fyrru ferð, liðini hittust,
var í Fuglafirði fyri góðum
tveim um mánaðum síðani, og
tá endaði tað við javnleiki 11.
Tað ferð ina kom EB/Streymur
á odda 10 stutt inn í seinna
hálv leik, men ímóti endanum
eydnaðist ÍF at fáa javnleik
hilmarjan@sosialurin.fo
Arnbjørn Hansen og Karl
Løkin fara í annaðkvøld í
stevnudystinum við Margáir
at geva fólki ein forsmakk
uppá, hvat væntast kann
av ársins steypafinalu
millum EB/Streym og ÍF
Mynd: Álvur Haraldsen
foRSMaKKUR
nr. lið
dystir
vunni
jAvnt
tApt
+ mál - mál
+/-
stig
1 HB
10
6
3
1
20
13
+7
21
2 NSÍ
10
6
1
3
23
12
+11
19
3 ÍF
10
5
3
2
17
12
+5
18
4 Víkingur
10
4
4
2
19
16
+3
16
5 EB/Streymur
10
4
3
3
16
12
+4
15
6 B36
10
3
5
2
17
16
+1
14
7 B68
10
3
1
6
17
21
-4
10
8 B71
10
2
3
5
10
19
-9
9
9 AB
10
1
4
5
13
21
-8
7
10 FC Suðuroy
10
1
3
6
11
21
-10
6
Føroyska Vodafonedeildin