fríggjadagur 11. juni 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 · Lýsingartilfar
24
út í heim
Hitt langa og stóra landið
Ein ferð til Noregs er umframt at verða ein náttúrurík
uppliving, eisini ein ferð aftur til røturnar
Heri Simonsen
Vøkur náttúra er at finna allastaðni í Noregi.
Vøkur fjøll, langir firðir, grønir dalar, oyggjar og
hólmar í túsindatali, sum allir bera uppá sína søgu.
Einasta minusið í øllum vakurleikanum, sum er at
finna í Noregi er, at norðmenn hava gjørt dekan
ov nógv av, at planta trø. Hetta hevur í støðum,
og tá serliga á Vesturlandinum gjørt, at trø hava
næstan yvirtikið alt landslagið. Men trøini geva
so lívd, tá ein er staddur úti á strondunum. Tað
tek ur sína tíð at koyra gjøgnum tað langa og stóra
landið, men kortini er ein noyddur at steðga við
jøvn um millumbilum fyri at kunna taka inn alt
tað, sum eyga sær av vakurleika. Tí talan er veru
liga um vakurleika út um tað vanliga.
Felags arvurin
Noreg fyllir nógv í føroysku søguni. Okkara fyrstu
forfedrar komu av vesturlandi Noregs, og rúna
steinurin í Sandavágs kirkju boðar frá, at fólk
komu úr Rogalandi til Føroya. Í Rogalands fylki
er Stavanger høvuðsbýurin. Fyrr æt Roga lands
Fylki „Stavanger Amt“. Umframt at verða høvuðs
býurin í Rogalandi, so er Stavanger eisini norski
oljuhøvuðsstaðurin, og á mangan hátt ímyndin
av tí norska vælstandinum. Á skúla beinki læra
føroyingar tey bæði málini, sum liggja nærmast
við tey bæði norsku málini. Føroyskt er á mangan
hátt meiri upprunaliga norskt, enn tað norðmenn
nevna nýnorskt. Danskt er upp runin til norska
bókmálið, og er tí als ikki langur vegur hjá før oy
ingum at samskifta við norðmenn. Tjóðar hátíð
okkara Ólavsøkan hevur sín uppruna í Noregi,
har hon gongur undir navninum „Olsok“. Á
Stikla støðum ber til at síggja menn við búnum
og vápn um royna at endurgeva bardagan, sum var
har á staðnum tann 29. juli í tí Harrans ári 1030.
Før oyingar hava í nakrar øldir tikið til „Sinklars
vísu“, sum er um skotska leiguhermannin, Sinclair,
sum fór í land í Romsdali í Noregi. Rockkvæða
bólkurin „Týr“ hevur gjørt vísuna kenda millum
ung fólk. Vísan er eisini eitt dømi um felags arvin
vit hava við Noreg. Enntá tá vit vunnu minniliga
dystin á Eysturríki, var ein norðmaður dómari.
Ment anar ligu og málsligu bondini eru til staðar,
og tað gevur eisini góð gróðrarlíkindi fyri einum
góð um uppihaldi í Noregi.
Vakrir býir
Tað sum eisini er framúrskarandi við nógvum
av teimum størru býunum í Noregi er, at hesir
hava megnað at varðveitt teir gomlu og hugnaligu
býar part arnir, og samstundis megnað, at virka
sum nýmótans býir. Stavanger, sum nú bert er ein
stuttan flogtein úr Vágum er eitt hitt besta dømið
í so máta. Gomlu hvítu húsini, og aðrar gamlar
trækonstruksjónir eru varðveittar, men samstundis
er staðið framúr væl fyri við matstovum av øllum
handa slagi. Mentanarliga stendur býurin eisini
sterkur, tá tað kemur til spennandi tiltøk, og so
er býurin eisini ein ídnaðarligur metropolur. Og
so er stutt til at fara til vakra náttúru, Lysefjorden,
Preikestolen og mong onnur støð, har ein sum
vitjandi gerst málleysur. Kostnaðarstøðið er tíverri
ikki av tí lægsta, men tann sum hevur forsømt at
fara til Noregs, ella tann sum ikki hevur verið
har í longri tíð, eigur ikki at siga møguleikan frá
sær. Umframt Stavanger, so hava Haugesund,
Bergen, Ålesund og Tróndheim eisini megnað væl
balansugongdina millum at varðveita tað gamla í
býunum, og at taka við nýggju tíðini kortini.
Nógvir ferðamøguleikar
Er ein fyrst komin til Stavanger eru ferðamøgu
leikarnir nógvir. Tað ber í flestu førum til at flúgva
innanlendis til rímuligar upphæddir. Jarnbreytir
eru lagdar tvørtur um alt Noreg, og fer ein við
toki, er eisini nógv at síggja. Úr Stavanger kann
ein eisini fara við leigubili. Ein kann sikta eftir
suður landinum, har ein kann vitja Lindesnæs,
Mandal og Kristiansand. Ella velur ein at fara
til eystur landið og Oslo. Er tað Bergen, sum er
á breddanum, so má ein tola, at tað eru nakrir
túrar við bilferjum á vegnum, men tað hevur sína
sjarmu. Ein kann eisini gera tað, sum túsindtals av
ferðafólkum gera, tá tey koma til Noregs. Ein kann
herja á tey mongu fjøllini, og bara gerast eitt við
nátúruna, sum fær mangan ein mannin at halda,
at Noreg er millum vakrastu lond í heiminum. Vit
eru nú bert fimm korter frá øllum vakurleikanum
í tí stóra og langa landinum.
myndir: innovation norway