Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 29

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 29 Hvat sigur skrásetingin? skrásetingin av avfalli í høvuðsstaðnum hjá Birgari Johannesen fevnir um tíðina frá klokkan 08 á morgni fram til midnátt. – taka vit mai mánaða í 2008, vóru heilir 25 dagar, har eingin dropi kom av himli. Í ein dag regnaði allan dagin, í tríggjar dagar var regn millum ein og fýra tímar, og ein dag regnaði millum fýra og átta tímar. Haraftrat var ein dagur í mai 2008, har tað sirmaði millum ein og fýra tímar. samanlagt var turt í 455 tímar og avfall í 41 tímar – í ein heilan mánaða, sigur hann. taka vit mai mánaða í ár, vóru til samanburðar 16 turrir dagar, seks dagar, har tað regnaði millum ein og fýra tímar, tveir dagar við regni millum átta og 12 tímar, í tríggjar dagar var kavaavfall og í tríggjar dagar sirmaði millum fýra og átta tímar. – taka vit so eisini mai mánaða í 2009, vóru 13 dagar uttan avfall, 13 dagar, har tað regnaði millum ein og fýra tímar, fýra dagar við regni millum fýra og átta tímar og ein dagur við kavaavfalli. samanlagt fyri mai 2009 var turt í 422 tímar og avfall í 74 tímar. Birgar Johannesen sigur, at meðan juni mánaði í 2009 var hin turrasti í árinum við 465 turrum tímum, hevur mai mánaði higartil í ár verið hin turrasti í ár við 429 turrum tímum, sum kortini er 26 turrir tímar færri enn í 2008. – stutt kunnu vit siga, at rættiliga nógv avfall var í apríl mánaða í ár. vit høvdu bert níggju turrar dagar, men 22 dagar tilsamans við avfalli, harav fimm dagar vóru við kavaavfalli. Birgar Johannesen leggur aftrat, at bæði 9., 10. og 11. mai í ár høvdu vit nakað av kavaavfalli, har tað eisini var kalt. sama var í mai í 2009, tá vit høvdu fleiri kavadagar enn í ár. – Men í mai 2008 høvdu vit hvørki kava ella kavaavfall, sigur hann. ikki skalt tosa við um veðrið. Tað eru málarar, sum ynskja sær gott málingaveður og konufólk, sum vilja turka klæði úti. Men í veruleikanum vóru 16 turrir dagar í mai í ár. Hann vísir á, at hóast vit kanska ikki hava besta málingaveður og besta veður til klædnaturking, er kortini turt ein stóran part av tíðini – og ímillum ælini. – Nakrar dagar herfyri høvdu vit einar tríggjar fylgjandi morgnar við mjørkaveðri í Havn, men tá komið var út á seinnapartin, klárnaði luftin, og sólin fór at skína. Onkuntíð verður sagt, at tað er so nógvur mjørki í Havn. Men tað passar heldur ikki. Tað kann vera, at meiri mjørki er í Havn enn onkra aðrastaðni í Føroyum, men tað er ikki rætt, at ikki er livandi í Havn fyri mjørka. Skeiv samanbering Birgar Johannesen heldur, at neyva tilknýti, sum Føroyar á ymiskan hátt hava til Danmark, kann vera ein orsøkin til, at føroyingar grenja so nógv um veðrið. – Vit hava ofta lyndi til at samanbera føroyska veðurlagið við danska veðurlagið, men tað er púra skeivt. Danmark liggur nevniliga ikki beint hinumegin Nólsoynna, men nógv syðri enn Føroyar, og tí er hesin samanburður skeivur. Veðrið er heldur ikki tað sama í Danmark, sum eitt nú í Grikkalandi. Vit eiga at samanbera okkara veðurlag við eitt nú veðurlagið í Íslandi, Hetlandi og kanska norðara part av Noregi og Skotlandi. Spurdur, um veðrið ávirkar hansara sinnalag til dagligt, sigur Birgar, at tað heldur hann ikki. – Nei, tað haldi eg ikki. Og tó. Eg minnist eitt summar tíðliga í níti árunum, tá vit høvdu liggjandi mjørkaveður í einar 5-7 vikur. Tá var ikki bara mjørki í Havn, men sjálvt fólk, sum sigldu millum lond við Norrønu, søgdu, at eitt mjørkateppið lá heilt úr Hanstholm í Danmark til Seyðisfjarðar í Íslandi, soleiðis at tey nóg illa sóu land í einar tveir mánaðir. Eg arbeiddi sjálvur hjá Smyril Line tá, og eg minnist, at hendan tíðin ávirkaði meg rættiliga fitt. Men vanligt mjørkaveður, har mjørki liggur í ein, tveir ella tríggjar dagar, er slett eingin trupulleiki. Birgar Johannesen dugir annars ikki at gera seg klókan upp á, hví føroyingar eru so nógv upptiknir av veðrinum. – Jú, føroyska veðurlagið er skiftandi, og nógv og ymisk dømir eru um, hvussu veðrið kann hátta sær gjøgnum ein dag. Nakrar dagar herfyri var vindur, nógv regn og tám fyrrapartin, men tá so seinnaparturin kom, fingu vit nógva sól. Og soleiðis er tað við føroyska veður lagnum. Yr og Petur Skeel Í sínum arbeiði at skráseta veðurlagið við denti á avfall, fylgir Birgar eisini væl við, hvat ymisku veðurstøðirnar siga um veðrið komandi dagarnar. – Eg brúki nokso nógv norsku heimasíðuna www.yr.no, og sum heild haldi eg, at hesin stovnurin er rættiliga neyvur í sínum metingum um veðrið komandi dagarnar. Nakrar dagar herfyri vóru metingarnar tó heilt burtur við, og hetta undraði meg eitt sindur. Stovnurin hevur sagt frá sól og summari í Føroyum í fleiri dagar, men kortini hava vit havt rættiliga támut veður, serliga um fyrrapartarnar. Tá Sosialurin skifti orð við Birgar Johannesen týsmorgunin, segði yr.no frá regni fyrrapartin, men turrari seinnaparti við klárnandi luft og sól. Og hendan týsdagin helt veður- forsøgnin rættiliga væl! – Um fólk brúka www.yr.no og lesa tað, sum Petur Skeel Jacobsen, veðurfrøðingur, sigur í Sosialinum um veðrið, fara tey sjáldan skeiv, sigur havnarmaðurin, sum er so upptikin av at skráseta veðurlagið. Birgar heldur annars, at føroyingar eru nokso ótolnir eftir summarinum. – Vit tosa um summar longu í mai, men summar er ikki fyrr enn í juni. Hinvegin er gamalt, at mai mánaði er hin turrasti í árinum, leggur hann aftrat. ... vit tosa um summar longu í mai, men summar er ikki fyrr enn í juni. Gamalt er tó, at mai mánaði er hin turrasti í árinum... – Vit hava ofta lyndi til at samanbera føroyska veðurlagið við danska veðurlagið, men tað er púra skeivt. Danmark liggur nevniliga ikki beint hinumegin Nólsoynna, men nógv syðri enn Føroyar, og tí er hesin samanburður skeivur, sigur Birgar Johannesen, sum hevur skrásett veðurlagið í Havn síðan í februar 2008 mynd: álvur Haraldsen