Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 30

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 30 Enniberg heimsins hægsta forberg Matstovan hjá Elisabeth Matstovan hjá Elisabeth á Viðareiði skipar sum nakað nýtt fyri tveimum ymiskum túrum. Annar túrurin er niðan á Enniberg, sum er heimsins hægsta forberg, og hin túrurin er ein gongutúrur gjøgnum bygdina. Báðir túrarnir eru við staðkendum ferðaleiðara. Túrarnir kunnu keypast sum ein pakki saman við eini máltíð á matstovuni. Tey, sum tekna seg til túrin niðan á Enniberg, fáa umframt mat á matstovuni eisini matpakka við til túrin. Viðareiði er ein søgulig bygd, og nógv er at greiða frá sum t.d. um prestagarðin í Ónagerði og kirkjuna. Fyri tey sum ynskja tað er møguleiki fyri rundvísing inni í kirkjuni við lokalum frásøgufólki. Gongu­ túrur verður eisini til teir stórslignu laðaðu garðarnar, sum hava sína serligu søgu. Matstovan liggur væl fyri í bygdini, og umstøðurnar eru góðar við eini fjølbroytt­ ari matskrá í hugnaligum umhvørvi. Eisini ber til at njóta eitt glas av víni afturvið matinum. Hølini eru væl atkomilig fyri fólk í koyristóli. Túrarnir verða bert gjørdir, um veðrið er til vildar og nóg nógv tekna seg Matstovan hjá Elisabeth á Viðareiði bjóðar nú eina nýggja tænastu, har tey vitjandi kunnu uppliva heimsins hægsta forberg og ein søguligan túr gjøgnum bygdina Nú ber til at koma upp á heimsins hægsta forberg við staðkendum ferðaleiðara ViðarEiði, tEl. 451275 / 222450 Sosialurin 341800 www.northadventures.fo tel. 219507 10 - Komið við... - Fiskitúr - Undir enniberg - Torvtúr til Svínoy - Upplivið Fugloy Unique Authentic Fresh