Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-11, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 11. juni 2010síða 31

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 · LÝSINGARTILFAR Skera torv Sum í gomlum døgum North AdveNtures í klakSvík bjóðar fleiri Spennandi upplivingar í Norðoyggjum Sum t.d. fiskitúrAr, túrar undir eNNiberg, goNgutúrAr á fugloy og torvskeriNg í Svínoy magnus gunnarsson North Adventures í Klaksvík er eitt sera virkið felag við nógvum aktiviteti. Felagið hevur tveir bátar, Alpha Pilot og Komet, sum verða nýttir til nógv ymisk ferðamál. Ein rættiliga sermerktur túrur er Torvtúrurin – eisini fyri føroyingar. Siglt verður úr Hvannasundi til Svínoyar, har tey ferðandi, eftir at hava fingið morgunmat, kunnu royna seg við at skera torv við haka og torvskara, samstundis sum tey fáa frágreiðing um hvussu torvskering og turking fer fram. Nakað, sum fægstu føroyingar í dag hava roynt. Túrurin í Svínoy endar við eini góðari máltíð, áðrenn siglt verður aftur til Hvannasunds. Fugloy er eisini eitt av ferða­ mál unum. Umframt túrin runt um Fugloynna við staðkendum ferða­ leiðara, sum greiðir frá um fugl, kóp og landslagið á oynni, er eisini ein túrur, har siglt verður til Hattarvíkar á Fugloynni. Gingið verður síðan til Kirkju á hinari síðuni á oynni, har tey ferðandi fáa eina máltíð, og báturin heintar tey har. Petur Simonsen frá North Ad­ ven tures sigur, at felagið skipar fyri fiski túrum sum eru bæði fyri sportfiskarar og familjur við børnum. Eisini verður siglt undir heimsins hægsta forberg, Enniberg. Vit hava gjørt ein faldara, har greitt verður frá øllum útferð­ unum. Faldarin er at fáa á kunn­ ing arstovunum kring landið. Vert er at leggja til merkis, at neyðugt er at boða frá luttøku framman undan, sigur Petur Simonsen. Meira upplýsingar eru á heim­ asíðuni www. northadventures.fo