fríggjadagur 11. juni 2010síða 33
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
33
Sosialurin nr. 93 · 11. juni 2010 · LÝSINGARTILFAR
Magnus Gunnarsson
Vestmannabjørgini eru helst kendasta
ferðamál í Føroyum. Í sambandi við
hesa sigling hevur Sp/f Skúvadal
í Vestmanna bygt upp eina heila
vinnu við Sjóferðum og Vestmanna
Tourist Centre við nógvum ymiskum
aktivitetum sum t.d. søgusavni,
gávubúð og matstovu. Sjóferðir, sum
hevur bátarnar Froyur, Barbara og
Urðardrangur, bjóðar umframt túrin
til Vestmannabjørgini, eisini aðrar
siglitúrar, eitt nú ber til at leiga bátarnar
til Mykines, Koltur, Skúvoy, Svínoy ella
okkurt annað stað í Føroyum.
Túrurin undir Vestmannabjørgini
er nakað heilt serligt. Onga aðrastaðni
kanst tú á sama hátt uppliva djúpar
holur, smøl sund og drangar við einum
fjølbroyttum fuglalívi - og so tað
steyrrætta bergið, sum fer næstan 700
metrar beint uppí loft, alt á einum stað.
Á Søgusavninum í Vestmanna
Tourist Centre er tað ein heilt serlig
uppliving at ganga millum søguligu
persónarnar, meðan tú gjøgnum
oyratelefonir hoyrir brot úr Føroya
søgu um t.d. Trónd í Gøtu, Sigmund
Brestisson, Húsfrúnna í Húsavík og
Anniku í Dímun.
Í Vestmanna Tourist Centre er eisini
hugnaliga matstovan Fjørukrógvin,
sum er ein upplagdur møguleiki til
eina góða máltíð í sambandi við t.d.
túrin undir Vestmannabjørguni. Um
summarið hevur matstovan stórt
middags sjálvtøkuborð við fleiri
flógvum rættum, fiski og føroyskum
viðskera. Hvønn sunnudag er stór
buffet frá kl 12 til 17. Fjørukrógvin
er góðkend til 100 fólk og hevur fult
skeinkiloyvi.
Í Gávubúðini í Vestmanna Tourist
Centre finst ein røð av ymiskum
tinganestum, sum hava samband við
Føroyar sum t.d. málningar, pløgg,
filmar, útstappaðir fuglar, tónleikur,
bøkur, postkort og mangt annað. Fleiri
føroysk virki, sum virka troyggjur
og annað úr ull, eru eisini umboðað.
Vestmanna Tourist Centre er opið
hvønn dag alt summar frá kl 9 - 17.
Meira upplýsingar á www.skuvadal.
fo og www.fjorukrogvin.fo
Vestmanna
Tourist Centre
- alt á einum stað
Umframt væl umtókta túrin Undir vestmanna
bjørgini, bjóðar Vest manna toUrist Centre eisini
eitt spennandi søgU savn, gáVubúð við eini røð
av ymiskUm tinga nesti og eina stóra hUgnaliga
matstovU við nógv Um ymiskUm rættum
Vestmanna Tourist Centre við
matstovu, søgusavni og gávubúð
Søgusavnið