mánadagur 14. juni 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
4
Sosialurin
Randi Jacobsen
1. mai kom verjumálslógin í
gildi í Føroyum og hetta er
eitt stórt framstig fyri tey
fólk, sum eru so mikið veik,
at tey higartil hava verið
ómynduggjørd.
Eftir nýggju logini skal
í hvørjum einstøkum føri
gerast ein ítøkilig meting
av, hvussu stóran týdning
tað hevur fyri viðkomandi
at fáa verja, og hvussu um
fatandi verjumálið skal vera.
Verjumálið má ongantíð vera
meira umfatandi enn neyð
ugt.
Tey, sum eru ómyndug
gjørd, kunnu fáa broytt um
fangið av verandi verjumáli,
sigur Lene Moyell Joahnsen,
fulltrúi hjá Ríkisumboðnum.
Øll, sum eru undir 18 ár
og ikki eru gift, eru undir
verjumáli. Tey eru ómyndug.
Hetta merkir, at tey ikki
kunnu gera bindandi avtalur
um keyp og sølu, og tey kunnu
ikki ráða yvir ognum sínum.
Hava tey gjørt ein handil,
kann handilin ganga aftur, tí
keyparin hevur skyldu til at
kanna, um keyparin er undir
verjumáli.
Verjumál kunnu gerast
fyri fólk yvir 18 ár, sum ikki
eru før fyri at taka sær av sær
sjálvum og umsita pening.
Verjin hjálpir
Eitt verjumál merkir, at
per sónurin fær ein verja,
sum tekur avgerðir vegna
persónin í teimum málum,
sum verjumálið umfatar.
Í flestu førum er per
sónurin framvegis myndugur
og ræður sær. Hann hevur
eisini framvegis valrætt.
Skyldfólk, eitt nú systkin,
kunnu vera verjar, men tá ið
tað kemur til arv og onnur
fíggjarlig mál, verður eitt
óheft fólk sett til verja í tí
málinum.
Nógvar aðrar broytingar
eru í nýggju lógini, sum
Ríkis umboðið í hesi vikuni
fer at kunna nærri um.
Ríkis umboðið sær tað sum
sína skyldu at kunna um
broytingarnar.
Tey fara at hava fund
við skiftirættin, advo kat
ar,
røktarheimsfólk,
Inn
lend ismálaráðið,
læknar,
sjúkrahúsfólk,
við
verjar,
politiið, kommunur, feløg,
bankar og tryggingar.
Hóskvøldið
kl.
19.30
verð ur almennur fundur í
Miðlahúsinum um verju
máls lógina.
Lene Moyell Johansen
heldur tað vera eitt stórt
framstig, at verjumálslógin
er komin og avloysir gomlu
lógina frá 1922 um ómynd
uggering.
– Nógv fólk hava brúk
fyri at hava verja, men tey
og teirra avvarðandi hava
hildið seg aftur av ótta fyri
ómynduggering. Nú er ikki
neyðugt at ómynduggera eitt
fólk, sum ikki er dement ella
menningartarnað,
soleiðis
sum tað var frammanundan
eitt nú í samband við arv
ella annað, sum kravdi teirra
undirskrift,
sigur
Lene
Moyell Johansen.
Tey veikastu
betur vard
Verjumálslógin Nýggja lógin ger tað óneyðugt at ómynduggera dement
og menningartarnað fólk. Upplýsandi fundur um nýggju lógarbroytingina
verður í Miðlahúsinum í Vágsbotni hóskvøldið klokkan 19.30
Hóskvøldið klokkan 19.30
verður almennur kunnandi
fundur í Miðlahúsinum
um verjumálslógina.
Tá fara Lene Moyell
Johansen, fulltrúi hjá
Ríkisumboðnum og Arne
Madsen frá ríkisfyrisitingini
at lýsa broytingar, sum eru
komnar við nýggju lógini
Mynd: Álvur Haraldsen
Tríggir
ungir menn
burturblivnir
í Grønlandi
Leiting var í vikuskiftinum
sett í á sjónum sunnan fyri
Uummannaq í Grønlandi
Kristian Dahl, løg reglu
maður, skrivar úr Nuuk
Leygarmorgunin komu
fólk fram á ein opnan bát,
sum mannleysur sigldi
í ring út fyri bygdini
Ikerasik. Bygdin er stutt
frá Uummannaq, sum er
norðan fyri Diskovíkina í
Vesturgrønlandi.
Tríggir menn, 17, 18 og
27 ára gamlir, vóru farnir
út við lítla bátinum. Tá
báturin varð funnin, var
einki at síggja til hesar
tríggjar ungu menninar,
og eru teir uttan iva onk
ursvegna dotnir úr bát
inum.
Stór leiting var bein
anvegin sett í verk. Tyrla
frá AirGreenland leitaði í
økinum allan dagin, um
framt at bátar sigldu í
økinum, har báturin var
funnin. Verjuskipið Knud
Rasmussen
var
statt
nakað langt burtur, men
setti beinanvegin kós móti
økinum.
Einki hevur verið at
sæð til teir burturblivnu.
Onkur pløgg vóru tó
funnin, sum eru eyð merkt
sum pløgg hjá teim um
burturblivnu.
Leitingin helt fram
sunnudagin, men sann
líkindini fyri at finna
menninar á lívi eru ikki
góð.
Ikki eindømi
Seinast í apríl mánaði
kravdi líknandi hending
tvey mannalív í Grøn
landi. Tveir menn, 27 og
56 ára gamlir, sjólótust
sunnan fyri Pamiut í
Suðurgrønlandi.
Bát ur
teirra var funnin mann
leysur í sjóøkinum við
bygdina Arsuk. Í teirri
leitingini eydnaðist at
finna líkið av øðrum
mann inum, meðan líkið
av hinum manninum ikki
var funnið.
Nógvar
drukni van
lukkur eru tíverri í Grøn
landi á hvørjum ári. Grøn
lendingar gera ikki nógv
við at brúka bjarg ingar
útgerð á bát um sínum.
Harafturat eru bátarnir
ofta smáir og hava ógvu
liga stórar motorar ísettar.
Hetta ger, at ferðin á
bátunum er rættiliga stór.
Skjótt kann enda galið, tí
vand in er stórur fyri at
sigla m.a. á íspettir, sum
liggja í sjónum.
Neyðtøkuroynd í Havn
Randi Jacobsen
Sunnumorgunin
umleið
klokkan 4.30 fór ein 26 ára
gomlu kvinna heim úr bý
num.
Hon skuldi yvir í Eyst
ur býin og fekk eftir M.
A. Winthersgøtu, fór yvir
um Jónas Broncksgøtu og
parkeringsplássuið á Frúu
trøð og skákaði so yvir í
Lon.
Hon varnaðist, at ein
ungur maður elti hana, men
hon gekk kortini róliga.
Tá ið ho var komin yvir í
Lon, leyp tann ungi maðurin
á hana og royndi at skræða
klæðini av henni.
Kvinnan bardist ímóti og
rópti eisini um hjálp.
Tá misti tann ungi mað
urin móti og flýddi.
Kriminalpolitiið
hevur
tosað við fleiri fólk í granna
lagnum. Summi hava hoyrt
neyðarrópið,
men
eingin
teirra hevur sæð nakað.
Tað kann vera, at onkur
hevur sæð ta 26 ára gomlu
kvinnuna, sum varð elt av
einum eitt sindur yngri
manni, og kriminalpoliitið
heitir á møgulig vitni um at
hjálpa við upplýsingum.
Tann ungi maðurin er
mettur at vera 2023 ára
gamal, 170175 cm høgur
og vanliga bygdur. Hann
hevði myrkt stutt hár, var
í
graári
hettutroyggju,
cowboybuksum og í myrkum
kondiskóm.