Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 14. juni · Nr. 94 Sosialurin 0,2 markið ger sítt Tann fyrsta oktober í fjør, varð markið fyri rús drekka koyring lækkað úr 0,5 promillu av alkoholi í blóðinum, niður í 0,2 promillu. Og tá ið gáttin lækkaði, kundi mann kanska hildið at tað fór at føra við sær, at enn fleiri vórðu tikin. Men sum tølini eru, sær tað ikki út til at vera støðan. Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur, sigur, at tey, sum verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, hava sum aloftast væl meiri í blóðinum enn 0,2 promillu. Men hann vísir á, at tað elvdi til nógv kjak, at markið varð sett niður og tað hevur eisini gjørt sítt til at broyta hugburðin hjá fólki. Annars halda bæði hann og aðrir politistar, at tað hevur avgjørt tænt sínum endamáli, at markið lækkaði. – Tað førdi til nógv kjak um, hvussu nógv, tað ber til at drekka, uttan at missa koyrikortið. Ein annar politistur førir fram, at áðrenn markið varð lækkað, vóru tað summi, sum spekuleraðu í, hvussu nógv tey kundu drekka og framvegis koyra bil - um tey kundu tey drekka tvær veikar øl ella tvær sterkar øl, ella ein øl og ein snaps o.s.fr. Og so taldur tey tímarnar og roknaðu út, nær tey so kundu drekka eina øl afturat - og so varð ov nógv drukkið, áðrenn tey vistu av. – Nú er markið sett niður í 0,2 promillu og tað merkir, at nú ber rætt og slætt ikki til at drekka nakað sum helst. – So einfalt er tað og tí sleppa fólk nú undan at spekulera og rokna út í prosentum, promillum og minuttum, sigur ein ferðslupolitistur. uttan at vitið fer út Áki Bertholdsen – Tað skal vera sosialt for boðið at koyra bil við kenn ing. Tað er eitt endamál, sum Ráðið fyr ferðslutrygd arbeiðir fram ímóti. Og Sølvi Reinert Hansen, stjóri í Ráðnum fyri Ferðslu­ trygd, heldur, at rákið gongur nú tann vegin. – Tá ið vit eru komin hartil, er rættiliga nógv vunn ið í herferðini ímóti rús­ drekkakoyring, leggur hann afturat. Hann fegnast um at talið á teimum, sum verða tikin fyri rúsdrekkakoyring, er minkandi. Hann heldur avgjørt, at yvirhøvur eru fólk meiri tilvitað um, at tað verður ikki góðtikið at koyrt verður við kenning. – At tað skal vera sosialt forboðið, merkir, at fólk sjálvi er tilvitað um, at tað er skeivt at koyra við kenning og at tey tí lata vera. Men tað merkir eisini, at fólk ansa eftir hvørjum øðrum og steðga onkrum, sum ætlar sær í bil við kenning. Sølvi Reinert Hansen er samdur við løgregluna í, at átøkini, sum hava verið í skúlunum seinastu árini, hava virkað. – Eg haldi, at tað hevur ordi liga sett seg hjá næm­ ing unum, táið offur fyri rúsdrekkakoyring og høpis­ leysum ferðslu vanlukkum, eru komin á skúlan at greiða frá. Ráðið fyri ferðslutrygd tók fult undir við, at pro­ millu markið varð lækkað niður í 0,2. – Tað hevur elvt til, at tað loysir seg als ikki at spekulera í, hvussu nógv mann tolir at drekka og kortini vera koyriførur. Áður var var ikki óvanligt, at fólk roknaðu seg fram til, hvussu nógv tey toldu, uttan at koyrikortið reyk og so bleiv viðhvørt drukkið ov nógv. Nú er tann spekulatiónin burtur, tí nú ber ikki til at drekka nakað sum helst, sigur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd. aki@sosialurin.fo Sosialt forboðið at koyra við kenning RÚSDREKKAKOYRING Tá ið tað verður sosialt forboðið at koyra bil við kenning, eru vit komin langt, sigur stjórin í Ráðnum fyri Ferðslutrygd Nú sleppa fólk frá at rokna prosent, promillur og minuttir