mánadagur 14. juni 2010síða 11
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
Sosialurin
ur tIl Stórar
hendan gongdin er við at
venda.
Í triðja lagi sigur ráðgev
andi nevndin, at veiðitrýstið
eftir hýsu hevur verið ov
stórt.
Vit hava mælt til, at ikki
skal fiskast meira burtur úr
stovninum enn 20% í tali –
av fiski, men síðan lógin um
vinnuligan fiskiskap varð
sett í verk, hevur veiðitrýstið
í miðal verið 28%. Seinnu
árini er trýstið tó minkað,
og í 2009 varð trýstið mett
at vera júst 20%. Sostatt
er tað ikki veiðutrýstið,
ið er størsta orsøkin til, at
gýtingarstovnurin
er
so
lítil, men heldur tilgongdin
sam an við tí vánaliga vøkst
rinum.
ICES sigur, at veiðitrýstið
eftir hýsu sjálvsagt má stillast
eftir,
hvussu
stovnurin
er fyri, og framskrivingar
vísa, at sjálvt við ongum
hýsufiskiskapi, vil stovnurin
vera verandi lítil í eina tíð
enn.
Við støði í fyri varnis
regluni mæla vit tí til, at
eingin beinleiðis fiskiskapur
verður eftir hýsu í komandi
fiskiári – og at hjáveiðan í
øðrum fiskiskapum verður
so lítil sum møguligt. Eisini
eigur ein ætlan at leggjast
fyri at fáa stovnin at koma
fyri seg aftur.
Upsaveiða minkast
Um upsa undir Føroyum,
sigur ráðgevandi nevndin
hjá ICES, at vegna ávísar
lívfrøðiligar umstøður, serliga
tann sera lítla vøksturin
av upsa, sum hevur verið
seinastu árini, hava vanligu
stovnsmetingarnar ikki verið
góðkendar av ICES seinastu
árini.
Men á einum serligum
fundi í ICES í februar í ár
vórðu ávísar ábøtur gjørdar,
og nú er stovnsmetingin
góðkend.
ICES sigur, at veiðan eftir
upsa hevur verið søguliga
høg seinastu fimm árini.
Gýtingarstovnurin
hevur
verið væl fyri, men er nú í
minking. Veiðitrýstið er tó
alt ov høgt.
Tilgongdin av upsa hev
ur verið væl oman fyri
miðal flestu av seinastu
10 árunum, men tykist nú
minkandi. Við so góðari
tilgongd var væntandi, at
gýtingarstovnurin ikki var
í minking, sum hann nú er
mettur at vera. Orsøkir til
hetta eru mest sannlíkt, sigur
ráðgevandi nevndin hjá ICES,
at veiðitrýstið er ov stórt, og
at vøksturin er so lítil.
Vit mæla tí til, at
veiðitrýstið verður mink
að við 38% í mun til ver
andi veiðitrýst – og at gýt
ingarfriðingarnar av upsa
halda fram, sigur ráðgevandi
nevndin hjá ICES í sínari
tilráðing.
vilmund@sosialurin.fo
botnfiskastovnarnar
eru útlitini bjartari í ár
enn í fjør, men hetta
sæst kortini bert í lítlan
mun aftur í ráðgevingini
hjá ICES...
JÁKUP REINERT
Enn einaferð mælir ráðgevandi nevndin til stórar skerjingar av
toska-, upsa-og hýsuveiðini undir Føroyum – og á Føroyabanka
skal als eingin toskaveiða fara fram Mynd: Vilmund Jacobsen