mánadagur 14. juni 2010síða 14
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 14. juni · Nr. 94
14
Sosialurin
Tá løgmaður á tíðindafundi
í Danmark boðar frá, at
uppskotið til stjórnarskipan
Føroya
væntandi
fellur
burtur,
kolldømir
hann
Løgtingið. Men sjálvandi kann
løgmaður hvørki avlýsa eitt
arbeiði, sum lóggávuvaldið
hevur samtykt skal gerast,
ella gera niðurstøður vegna
rættarnevndina, sum er sett
at finna endaliga semju um
uppskotið.
Í tíðindaskrivi frá ríkis
fund inum verður sagt at:
»Løgmaður legði dent á,
at neyðugt er við góð um
dialogi um hetta týdn ingar
mikla mál.« So satt er tað,
men tíverri hevur løgmaður
ongan
dialog
havt
við
víðkaðu
rættarnevndina,
sum nú arbeiðir við upp
skotinum frá stjórnar skip
anarnevndini. Dialog hevur
hann hinvegin havt við
danska forsætisráðharran,
og kemur við síni niður støðu
eftir hetta.
Seks flokkar við
Umboð fyri allar flokkar
hava lagt fram uppskotið um
stjórnarskipan Føroya, eins og
allir flokkar eru umboðaðir í
víðkaðu rætt arnevndini. Vit
hava í nevndini eingi boð
fingið um, at ætlanin ikki
er at koma á mál við hesum
arbeiði. Nakrir fundir nú í
juni eru avlýstir, við teirri
grundgeving, at formaður
og næstformaður eru burt
urstaddir. Men framvegis
er málið – alt tað eg veit
um – at nevndin skal skriva
álit í summar. Og millum
tey mongu, sum skulu til
hoyringar í nevndini, er
sjálvandi eisini løgmaður.
Tí kom tað ikki bert eitt
sindur óvart á, at Kaj Leo
Johannesen boðaði donskum
miðlum frá at »det ser ud til
at det her lovforslag falder
bort«. Tilætlað ella ei, so
undir grevur tað sjálvandi
ar beið ið
í
nevndini.
Tí
hvussu skulu eitt nú tey, sum
verða kallaði til hoyr ingar,
fyrihalda seg til eitt uppskot,
sum stjórnar leið arin hevur
boðað frá fer at fella burtur?
Fólkið má sleppa
at tala
Yvirskriftin
sipar
til
ta
kenslu, ein sat eftir við,
aftaná útsagnir løgmans.
Tíverri var hetta væntandi,
tá at løgmaður av sínum
eintingum og uttanum Løg
tingið fór og bað danska
forsætisráðharran
um
hans ara meting av stjórnar
skipanar uppskotinum
–
áðrenn Løgtingið var komið
á mál við sínum arbeiði.
Støðuna
hjá
dønum
hev ur løgmaður nú fingið.
Men Føroya fólk er enn ikki
sloppið at gera av, hvørt
vit skulu hava eina stjórn
arskipanarlóg sum staðfestir,
at evsti myndug leikin at
ráða
okkum,
liggur
hjá
fólkinum her, eisini tá vit eru
í samstarvi við onnur lond.
Soleiðis, sum aðrar tjóðir, í
líknandi støðu sum okkara,
hava gjørt. Og soleiðis, sum
tað væl ber til. Um vilji er til
tess. Tí politiskur vilji bítur á
munandi harðari tilfar enn
fýrkantaða løgfrøði.
Javel, hr. statsminister
Bjørt Samuelsen
rættarnevndarlimur
Nýggjur NissaN QashQai og QashQai+2
Meira stílur og Meira pláss
Nýggi NissaN QashQai
Urbanproof. Mastered.
Úr kr. 244.000,-
Nýggi NissaN QashQai+2
Urbanproof. Mastered.
Úr kr. 298.000,-
Undir Krákugjógv 19 · Tel: 34 54 00 · as@autoservice.fo
Les meira um Nissan Qashqai á www.nissan-urbanproof.com
Fæst við:
• Panorama glastaki
• Nissan Connect
• Navigatión og bakkikamera
• Fæst við All MODE 4X4
• 12,2 - 20,4 km/l. CO2 129 - 199 g/km
Fæst við:
• Upp til 7 sitiplássum
• Panorama glastaki og takboylum
• Nissan Connect
• Navigatión og bakkikamera
• ALL MODE 4X4
• Frá 11,9 - 18,9 km/l, Co2 139 - 199 g/km
Sosialurin / KvR 34 18 00
QASHQAI nýtsla (blandað koyring): 11,9-19,2, CO2 129-199 g/km. QASHQAI+2 nýtsla (blandað koyring): 11,9-17,5 km/l, C02 139-208 g/km. Euro NCAP: 23.05.2007. Prísurin er uttan avhandanarkostnað uppá Kr. 2.550,-. Nýbilsgaranti 3 ár/100.000km, 3 ára lakkgaranti (ongar km avmarkingar), 12 ár ímóti gjøgnumtering. Bilurin kann vera vístur við eykaútgerð.
Keypir tú ein nýggjan
bil frá okkum, fært tú
GuLLpaKKaN ókeypis
Fulltrúi til Skráseting Føroya
& Tryggingareftirlitið
Søkt verður eftir fulltrúa til skráseting Føroya og Tryggingareftirlitið.
Skráseting Forøya og Tryggingareftirlitið
eru fyrisitingarliga skipa saman við
Posteftirlitinum, Elveitingareftirlitinum,
Kappingareftirlitinum og Fjarskiftiseftir
litinum.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um gjøg
numgongd av roknskapum og at hava
eftirlit sambært ársroknskaparlógini,
tryggingarlógini, lógini um hvítvask,
grannskoðaralógini og vinnufelagslóg
unum annars.
Starvið fevnir somuleiðis um málsvið
gerð og leiðbeining av viðskiftafólki
okkara í spurningum við tilknýti til
nevndu lóggávu og at samskifta við
okkara samstarvspartar í øðrum lond
um.
Arbeiðið krevur gott fakligt innlit, serliga
á roknskaparøkinum. Dentur verður
lagdur á at tað arbeiðið, ið verður lagið
úr hondum er á høgum fakligum støði.
Førleikakrøv eru viðkomandi búskapar
frøðilig kandidatútbúgving, t.d. cand.
merc. aud., cand. oecon., ella cand. polit.
Royndir innan grannskoðan ella rokn
kap er ein fyrimunur.
Til rætta fólkið bjóða vit eitt spennandi
starv í góðum arbeiðisumhvørvi. Góðir
møguleikar eru fyri eftirútbúgving.
Setanartreytir verða eftir galdandi sátt
mála millum Fíggjarmálaráðið og av
varðandi fakfelag.
Setanin fevnir um Vinnumálaráðið og
stovnar undir tí, umframt Løgmans
skrivstovuna og onnur stjórnarráð.