Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-14, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 14. juni 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mánadagur 14. juni · Nr. 94 Sosialurin Ítróttarblaðið Kloddamál oyðilegði enska sigurin HM2010 Ongland fekk ikki hevnd fyri tapið í HM-endaspælinum í 1950, tá Robert Green gjørdi eitt hitt størsta málmansdroppið í HM-søguni. Týskland fekk hinvegin eina flúgvandi byrjan Heri Simonsen Áðrenn dystin í Rustenburg leyg­ ar kvøldið høvdu USA og Ong land bara dystast í einum HM­enda spæli. Tá vunnu undirtippaðu ameriku­ mennirnir 1­0 á teimum arrogantu ong lendingunum, sum tóku lut í sínum fyrsta HM­endaspæli. Áðrenn 1950 høvdu teir hildið seg verða ov góðar at verða við í slíkum kapp ingum. 1­0 sigurin hjá USA yvir Onglandi var í mong ár mett, at verða tann størsta sensasjónin í lands liðsfótbólti nakrantíð. 12. september í 1990 hendi tó eitt undur í Landskrona, sum flestu fót bólts­ serfrøðingar meta verða eina enn størri sensasjón. Hetta tí Føroyar høvdu ikki spælt ein einasta kapp­ ingarføran dyst, áðrenn dystin ímóti Eysturríki. Fingu ikki hevnd Tað byrjaði annars sera væl hjá Onglandi. Liðskiparin hjá ong lend­ ingum, Steven Gerrard, legði Ong­ land, tá bert fýra min uttir vóru farnir av dystinum. Emil Heskey spældi Gerrard leysan í brots­ steig inum hjá ameriku monn um, har hann skoraði sera hegnisliga. Ong land tóktist at hava tamarhald á dystinum um hetta mundið, og nógv tekin vóru fyri, at nú sluppu ong lendingar loksins at hevna tapið í 1950. Men so hendi tað óvæntaða. USA hevði ongan opnan mál møguleika í fyrra hálvleiki, og synd er at siga, at teir komu inn aftur í dystin við einum uppløgdum málmøguleika. Stutt fyri hálvleik javnaði Clint Dempsey fyri USA. Hóast skotið var veikt og hevði kós beint á enska málverjan, Robert Green, so var Green so kloddasligur, at hann misti bóltin í egið mál. Ameriku menn fegnaðust, og ameri­ kanski venjarin, Bob Bradley sá út, sum hann hevði upplivað størsta undurið í sínum lívi. Robert Green fekk eina lítla uppreisn við einari rimmarbjarging í seinna hálvleiki, men tað hevur neyvan blíðkað fólk heima í Onglandi. Ong lendingar høvdu eisini sínar mál møguleikar í seinna hálvleiki, men tað endaði við javnleiki 1­1. Ráðført seg á Old Trafford Amerikanski venjarin segði aftaná dystin, at hann hevur vitjað nógv á Old Trafford í Manchester, har hann hevur lært nógv av tí legen­ dariska venjaranum hjá Man­ chester United, Sir Alex Ferguson. – Eg fekk møguleikan til at vitja Manchester United, og har lærdi eg nógv sum venjari. Sir Alex var ótrúliga hjálpsamur hvørja ferð eg vitjaði felagið. Eg havi lært nógv av honum, og at síggja spælarar sum Ryan Giggs og Paul Scholes, leggur amerikanski venjarin, Bob Bradley herðslu á. Bob Bradley fegn aðist um tað eina stigið liðið fekk ímóti Onglandi, og ikki minst tá liðið var aftanfyri longu tá fýra min uttir vóru farnir av dystinum. Hann heldur, at Michael Bradley og Richardo Clark gjørdu lívið torført fyri Frank Lampard og Steven Gerrard á miðjuni. Í Onglandi vóru fólk ikki bara rasandi inn á Robert Green, og at tað miseydnaðist enska liðnum at hevna tað mesta eyð mýkjandi tapið í søgu Onglands. Fleiri av hyggjarunum hjá ensku rásini ITV sóu ikki málið hjá Steven Gerrard, tí onkur kom í gáloysni at leggja eina sjónvarpslýsing á júst tað løtuna, tá Steven Gerrard skoraði. So onglendingar hava ilt á nógvum frontum aftaná 1­1 javn­ leikin ímóti USA. Slovenia á odda Robert Green kann so ugga seg við, at hann er ikki einasti mál­ verjin, sum hevur dummað seg í HM­endaspælinum. Tá 80 min­ uttir vóru farnir av dystinum mill um Slovenia og Algeria skeyt Robert Koren hjá Slovenia eitt hálv vánaligt skot ímóti algerska mál inum, men Chaouchi í algerska mál inum endurtók brølaran hjá enska mál verjanum, Robert Green og misti bóltin í netið. Málið hjá Robert Koren tryggjaði Slovenia trý ógvuliga týdningarmikil stig, og eru slovenar nú á odda frammanfyri Ongland og USA, sum hava eitt stig í part. Tvey gul kort uppá 14 minuttir Talan gjørdist um ein hálvkeðiligan dyst á Peter Mokaba Stadium í Polokwane. Ikki fyrr enn 43 minuttir vóru farnir, kom tann fyrsti veruligi málmøguleikin í dystinum. Algerski málverjin var ikki tann einasti, sum dummað seg á tí algerska liðnum. Framherjin hjá Algeria, Abdelkader Ghezzal varð vístur av vølli. Tað seinna gula kortið fekk fyri at temja bóltin við hondini í tí slovenska brotsteiginum. Abdelkader Ghezzal var á vølli í bert 14 minuttir, og hesa stuttu tíðina megnaði hann at fáa tvey gul kort. Sannførandi týskarar Australia kom als ikki til orðanna í gjárakvøldið, tá Týskland á HM­ leikvøllinum í Durban vann ein knúsandi 4­0 stórsigur í bólki C. Longu í 7. minutti kom Týskland á odda við einum kanónskoti hjá Lucas Padolski úr 16 metra fjarstøðu. Skotið var ikki so væl plasserað, men tað var dundrandi hart, og Mark Schwarzer í málinum hjá Australia hevði ongan møguleika at halda skotinum. 20 minuttir seinni stút aði Miroslav Klose inn ein bólt í kassan fyri Týskland. Philipp Lahm legði bóltin hegnisliga inn fyri til Klose. Tá 67 minuttir vóru farnir, var tað Thomas Müllers sum átti tørn. Hann var spældur leysur av Lucas Podolski, og umvegis stongina setti skoraði ungi landsliðsspælarin sítt fyrsta HM­mál. Bert tríggjar min uttir seinni var tað Cacau sum staðfesti sigurin, tá hevði hann verið á vøllinum í bert ein minutt. Mesut Özil gav honum eina góða sending úr vinstru síðu. Tim Cahill gjørdi ilt verri fyri Australia, tá hann í 56. minutti fekk tað reyða kortið fyri eina ljóta takkling. Í sama bólki vann Ghana 1­0 á Serbia við einum brotssparki, sum Asamoah setti í netið, tá seks minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Suðurafrika var nær við Setanardysturin fríggjadagin mill­ um Suðurafrika og Meksiko endaði við javnleiki 1­1. Vertirnir vóru sera væl upplagdir í fyrsta hálvleiki, men tað endaði kortini málleyst aftaná 45 minuttir. 10 minuttir eftir steðgin legði Suðurafrika seg á odda við máli, sum Siphiwe Tshabalala skoraði. Meksiko legði eftir hetta nógv fyri í royndini at javna, og tað eydnaðist, tá ið 10 minuttir vóru eftir av vanligu leiktíðini. Málið kom eftir hornaspark, og tað var Rafael Márquez, sum skoraði. Suðurafrika var nær við at fáa sig urin í yvirtíðini, men skotið frá Mphela rakti stongina. Í sama bólki spældu Frakland og Uruguay ein rættiliga keðiligan dyst, sum eisini endaði við javnleiki 0­0.