Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Sosialurin Áki Bertholdsen Strandferðslan skal nú betala Tvøroyar kommunu heilar 15 milliónir krónur, íroknað mvg. Tað staðfesti Føroya Rætt­ ur í gjár. Talan er um rokningar, sum Tvøroyrar Kommuna hevur sent Strandferðsluni fyri havnargjald hjá Smyrli, men sum Strandferðslan ikki hevur viljað goldið. Samstundis, sum Strand­ ferðslan skal betala, hevur dómarin í Føroya Rætti skor ið ígjøgnum í einum trætumáli, sum er ógvuliga grundleggjandi fyri Tvør oyr­ ar Kommunu og allar aðrar kommunur í Føroyum. Og tann avgerðin er, at ongi skip eru frítikin fyri at betala havnargjald, tá ið tær brúka føroyskar havnir. Stríðst í fimm ár Tað var heilt afturi í 2004, at stríð tók seg upp ímillum Tvøroyrar Býráð øðrumegin og Strandferðsluna og lands­ stýrið hinumegin um Smyril skal betala havnargjald ella ikki. Stríðið tók seg upp, tá ið samferðsluhavnin á Kramba­ tanga varð tikin í nýtslu. Landsstýrið tulkar lógina so, at tað er landið, sum eigur samferðsluhavnina á Krambatanga og tí skal Smyril ikki betala havnar­ gjald. Eisini verður víst á, at tá ið havnin í Drelnesi, sum kommunan átti, um sama mundi varð niðurløgd sum samferðsluhavn, fekk Tvøroyrar Kommuna 3,8 milliónir í endurgjaldi fyri mistar inntøkur. Hinvegin hevur Tvøroyrar Býráð tvíhildið um, at Smyril og øll onnur skip skulu betala havnargjald fyri tær tænastur, tey fáa frá Tvør­ oyrar Havn. Tað, sum skilst við Tvør­ oyrar Havn í hesum føri er tann parturin av fjørð inum, sum er innanfyri havnar­ merkini. Eitt nú vísir býráðið á, at kommunan hevur lógar­ festa skyldu at hava eina tilbúgving, sum eisini Strand­ ferðslan kundi fingið brúk fyri og annars stendst sama arbeiði av at fáa Smyril inn á fjørðin, sum tað er at fáa eitthvørt annað skip. Hvørgin vildi víkja Tá ið hvørgin parturin vildi geva seg, endaði málið í Før­ oya Rætti og har varð dóm­ urin feldur á miðdegi í gjár. Tvøroyrar Býráð legði nógv fyri í royndini at sannføra dómaran um at Smyril skal betala havnargjald. Í hesum sambandi vórðu bæði havn­ arumsjónarmaðurin á Tvør­ oyri, Chris Jan Michel sen, Jákup Lamhauge, havnarfúti í Runavík og Sigurð Simon­ sen, borgarstjóri í Fuglafirði og fyrrverandi langframaður í 30 ár, kallaðir í rættin at vitna. Ongin av teimum vistu um, at ferðamannaskip vóru frítikin fyri havnargjald. Hinvegin vistu teir um, at skip, sum brúktu eina havn regluliga, fingu av slátt ur, men tað var ein sam ráð ing­ ar spurningur. Tvøroyrar býráð vísir eis ini á, at av tí at landið eig ur samferðsluhavnina á Krambatanga, verður Strand­ ferðslan ikki kravt at gjalda brúgvagjald, sum hon eisini hevði skyldu at goldið, var talan um eina kommunala havn. Tað einasta, allir partar kundu semjast um, er at havnin á Krambatanga er innanfyri havnarmerkini og er sostatt eisini ein partur av Tvøroyrar Havn. Strandferðslustjórin, Bogi Mortensen, helt ikki, at kommunan veitir Smyrli nakra tænastu, ið rætt­ vís ger, at hon kann krevja havnargjald frá skip in um. Hann segði, at Smyril kann saktans sigla Trongis vágs­ fjørð uttan hjálp frá Tvør­ oyrar Havn og tað er ikki vanligt, at Smyril yvirhøvur er í sambandi við Tvøroyrar Havn. 15 milliónir Men tá ið dómarin so vigaði fyri og ímóti kom hann til ta úrslit, at Tvøroyrar Komm­ unu fekk fult viðhald í, at Smyril skal betala havn­ argjald. Og tað skal hann heilt aftur til 23. desember í 2004, tá ið ferjulegan á Krambatanga varð tikin í brúk. Verður fult havnargjald roknað, er talan um eina upp hædd upp á slakar 15 milli ónir, sum Strandferðslan sostatt skyldar Tvøroyrar Kommunu. Harafturat skal Strand­ ferðslan betala Tvøroyrar Kommunu 17.110 krónur í sakarmálskostnaði. aki@sosialurin.fo Stórur sigur Kristian Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, fegnast um dómin í Føroya Rætti um, at Smyril skal betala Havnargjald. Dómurin er ógvuliga prinsipiellur fyri allar kommunur, tí fingu Strandferðslan og lands­ stýrið viðhald, hevði tað merkt, at havnir mistu rættin at krevja havnargjald. – So kundu øll skip, einsvæl og Smyril, noktað at goldið havnargjald og tað hevði tikið grundarlagið undan teimum føroysku havnunum. Tí hevur ta prinsipiella í dóminum størri týdning enns sjálv upphæddin, sigur hann Hann sigur, at nú liggur bólturin hjá Strand­ ferðsluni og hjá landsstýrinum um tey skjóta dómin inn fyri landsrættin ella ikki. Hin møguleikin er at Strandferðslan vendir sær til kommununa í eini roynd at finna eina semju um, hvussu nógv, Smyril skal betala í havnargjaldið. Hann sipar til tað, sum vitnini í málinum søgdu, at tað var vanligt, at skip, sum brúktu eina havn regluliga, fingu avsláttur í havnar­ gjaldinum, men at tað altíð var ein sam­ ráðingar spurningur. Umhugsa støðuna Bogi Mortensen, stjóri á Strand­ ferðsl uni sigur, at hann hevur kunnað vinnumálaráðið um úr slit ið av dóm­ inum, sum sigur, at Smyril hevur skyldu at betala havnargjald. Hann sigur, at løg frøðingarnir í vinnu mála ráðnum fara nú at nærlesa dómin saman við løgfrøðinginum hjá Strandferðsluni og tá ið teir hava gjørt tað, verður støða tikin til um málið skal skjótast inn fyri landsrættin. Og fyrrenn hann hevur fingið eina aftur meld ing frá politisku skipanini, vil hann ikki siga meir, tí tað, sum skal henda víðari, verður treyt að av teirri avgerðini. Men hann stað­ festir tí so mikið, at skal Strand­ ferðslan av við eina upphædd í havn ar gjaldi, verður neyðugt við eini eyka játtan, tí játt­ anin, sum stovnurin hevur, røkkur akku rát til dagliga rakst urin. Tvøroyrar Býráð kann fáa 15 milliónir í kassan SMYRIL Strandferðslan hevur ógoldnar rokningar fyri heilar 15 milliónir liggjandi frá Tvøroyrar Býráði. Og í gjár tók Føroya Rættur avgerð um, at tær skulu gjaldast Hetta er ein stórur sigur fyri allar kommunur í Føroyum Tað var eitt prinsippmál fyri Tvøroyrar Kommunu og allar aðrar kommunur í Føroyum, at Smyril hevur skyldu at betala havnargjald á Tvøroyri. Og nú hevur dómarin í Føroya Rætti gjørt av, at tað skal Smyril gera við afturvirkandi kraft í gott og væl fimm ár HAVNARGJALD