Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 25

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Sosialurin Kjak Annika Vang Lítið er at siga til, at samkynd í Føroyum ikki vilja vera ver andi í heimlandi teirra, tá bæði politikarar og sam­ kom ur leggja seg eftir, at sam kynd eingi rættindi skulu hava. Er tað eingin, ið hevur lagt til merkis, at sam­ kynd eru menniskju sum øll onnur? Menniskju, ið liva eitt vanligt lív, arbeiða, eta og drekka, sum øll onnur. Tann einasti munurin er, at samkynd deila sítt lív og kærleika við ein ella eina av sama kyni. Ja, hetta fellir nokk uttan fyri normin í samfelagnum, men tað er als eingin orsøk at seta samkynd í ein bás, har tey hvørki kenna seg væl komnan ella virðismett í samfelagnum. Hvat endamál hava hesi fólkini, ið ferð eftir ferð bera samkynd út í før­ oysku miðlarnar? Eg haldi eftirhondini, at tað bert er fyri at hava onkran at grenja og klikkja niður á, og at samkynd eru lættasta offur at draga við sær, tí tað enn í dag, nú vit skriva 2010 er eitt tabu evnið. At Katrin Hovland Pet­ er sen í eini grein í Dimma­ lætting pástendur, at sam­ kynd velja Kristus frá, tá tey velja at liva sum sam­ kynd, haldi eg er ein tóm­ ur pástandur! Er hon sam­ kynd? Nei.. kennir hon øll samkynd? Nei.. Munnu ikki fleiri samkynd trúgva á Guð? Munnu øll samkynd velja nakað frá fyri at kunna liva sítt lív? Munnu samkynd kenna seg annarleiðis sum menniskja, bara tí tey deila sín kærleika við ein av sama kyni? Mítt svar er nei. Men tey kenna seg settan til síðis, tá tey ferð eftir ferð renna seg í greinar, ið niðursápla og hána samkynd í Føroyum. Men her skal so eisini sigast, at eg taki hattin av fyri Katrin Hovland Petersen, tá hon sigur, at hóast hennara trúgv, so er hon fyri, at sam­ kynd kunnu skráseta seg í parlag. Eg haldi satt at siga, at tað er imponerandi djarvt! Tað vísir, at ikki eru tað øll, ið goyma seg aftan fyri Bíbliuna, ella vera noydd at blaða upp á ávísar síður og stilla seg við halgubók í hond at døma onnur. Katrin Hovland Petersen hevur eina meining, ið er hennara egna, og tað havi eg virðing fyri. Halda fólk veruliga, at sam kynd eru sum ein drep­ andi sótt? Soleiðis fær Imme Dam tað í hvussu er at ljóða, tá hann stillar seg á røðarapall í Ebenezer at ráða fólki frá at fara á konsert hjá heimskenda Elton John, at lurta eftir hansara »djev­ ulska« tónleiki, av tí orsøk, at hann er samkyndur. Hetta haldi eg vera beint út láturligt! Fólk fara á eina tílíka konsert fyri at hoyra fantastiskan tónleik, ikki fyri at dyrka seksualitetin hjá Elton John? Havi bert eitt orð at siga – Láturligt! Er tað ov nógv at biðja um, at samkynd gjarna vilja hava rætt til skrásett paralag? Er tað so ringt at skilja, at tað er sama prinsippið, sum tá maður og kvinna vilja gifta seg? Eg hevði í hvussu er viljað, at mín maki hevði rætt til tað, eg legði eftir meg, um eg skuldi farið her frá.. Og nei, eg trúgvi ikki, at eg hevði endað í helviti, ella brent í helviti, ella hvat tað nú er, tit halda samkynd koma út fyri, tá lívið er liðugt. Tá fólk hoyra hugtakið samkynd, ja so verður beinanvegin far ið á tann seksuella banan við málinum. Samkynd verða sædd sum kensluleys, áleyp­ andi og ólekkur, ella hvat? Kærleiki er kærleiki, sjálvt um mann er samkyndur. Vit eru ikki meira enn menn­ iskju. Tað er syrgiligt, at vit skulu ganga og hála í flís­ ina í eyganum hjá næsta okk ara, áðrenn vit síggja trupulleikan við bjálkanum, í egnum eyga. Hvat rakar tað upprunaliga onnur, hvat vit gera við okkara egna lív? Hví hava fólk so ilt við at lata vera við at blanda seg? Og hvat er so spennandi við samkyndum, at tey skulu nevnast, hvørja ferð, okkurt er á vási? Eg skilji einfalt ikki, hvat endamálið er við at heingja tey út, ið fella utt an fyri normin, eingin er gjøgnumført lýtaleysur, ei heldur tey, ið siga seg liva fult og fast eftir Guðs orði. Vit eru øll syndarar, so tað er eingin grund at leggja samkynd undir at vera teir ringastu. Er tað veruliga so ringt at vera góð við hvønn annan? Vit liva bert eitt lív og skulu vit brúka tað upp á at stinga nasarnar í, hvat øll onnur gera, so gloyma vit okkara egna, og vit kunnu bert liva tað eina. So fyri at taka saman um, so er boðskapurin frá mær – latið, hvønn einstakan av okkum hava nokk í okkara egnu »trupulleikum« og geva hvørjum øðrum frið at liva tað lívið, ið Guð hevur givið okkum. Til alla lukku skal eingin av okkum menniskjum dømast av heiminum, men av Guði eina, og latið so okkum hava álit á, at hann ger tað, ið gerast skal, so vit kunnu gleðast um lívið, sum jú er ein gáva frá skapara okkara. Øll eru vit skapað í hansara mynd, so latið hann sleppa at døma, og gevið teimum frið, sum tit halda oyðileggja myndina! Tí eitt er heilt vist, øll menniskju eru ikki líka sterk og tola ikki líka nógvan ágang, sum tað jú er at verða úthongdur og forfylgdur fyri t.d. sín seksualitet, og sum tað eisini stendur í skriftini, so er tungan tann limurin, sum voldir størstu sorg og skaða, og í nógvum førum er orsøkin til, at menniskju, sum fella uttan fyri normin velja lívið frá. Tí skulu vit øll ansa okkum og hugsa um, hvat tað er, vit bera fram og siga um hvønn annan, tí øll , skulu vit inn fyri dómin tann eina dag. Einki at siga til at samkynd rýma úr egnum landi ! Á tíðindafundi í Skagen hev ur Kaj Leo Johannesen, løgmaður gjørt tað púra greitt, at talan kann ikki vera um at uppskotið um nýggja stjórnarskipan verð­ ur samtykt í verandi líki, tí tað eru ov nógvir feilir í uppskotinum. Hetta er ikki nakað nýtt. Tað boðaðu umboð Sam­ bands floksins frá, áðr enn fram løguna og tað boð aði eisini umsitingin í Løg ting­ inum frá. Ja, umsitingin mælti enntá til, at uppskotið bleiv burturvíst. Og nú hevur so danska stjórnin sagt tað sama. Uppskotið er í stríð við bæði grundlógina, heima­ stýrislógina og yvirtøku lóg ina. Og nú viðganga eisini fleiri floksformenirnir tað sama. At løgmaður ger vart við, at lógarsmíðið ikki fram­ haldandi kann sleppa at vera so amatørkent, sum higartil, er púra rætt. Hetta átti longu at verið gjørt fyri langari tíð síðan. So høvdu vit sloppið undan eitt nú mvg­málunum hjá TAKS, manglandi fylgilógir í samband við yvirtøku av kirkjuni, trupuleikan hjá landsstýrifólki, sum viðførir, at halda tey eina lóg, bróta tey automatiskt eina aðra osfr. osfr. Og at uppskotið fellur burtur á ólavssøku er heldur ikki nakað nýtt. Tað ger tað automatiskt eftir tingskipanini. Og skal tað so leggjast framm aftur, má skil vera í galskapinum. So má uppskotið broytast, so samsvar er millum ver andi støðu okkara sum sjálv­ stýrandi samfelag í ríkis­ felagsskapinum og nýggja stjórnarskipanaruppskotið. So Kaj Leo, løgmaður, tað er so púra beint, tað tú hevur sagt og gjørt. Johan Petersen Púra rætt , Kaj Leo Loysing um bak­ dyrnar Tað er so satt, sum tað er sagt, at handan stjórn­ arskipanin, ið samtykt er av løgtinginum, er byrj­ anin til loysing um bak­ dyrnar. At Javnaðarflokkurin er við í hasum spælinum, harmar meg og sanni­ liga eisini fleiri javn aðar­ veljarar. Tað, ið mangur mað­ ur ikki skilir, er, at Sam­ bandsflokkurin í heila tik ið er ein av flokkunum, sum er við til at seta eina slíka skipan saman. Tað, ið nú lætt kann henda til næsta val, er, at ein partur av veljarunum situr heima av tí einføldu orsøk, at eingin veit, hvat hann ella hon skal velja. Javnaðarflokkurin er farin upp í loysingarfylgið, og tað hevur eydnast hinum flokkunum at fáa Sambandsflokkin á glið til tað sama. Fólk standa spyrjandi, hvat verður tað næsta? Tað sær ikki betur út, enn at vit gloyma tað, vit hava. Vit skulu einans hava meir, antin vit hava tað fyri neyðini ella ikki, er líka mikið. Eitt mugu bæði Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin gera sær greitt, teir hava slept einum parti av sín­ um veljarum upp á fjall. Vónandi hevur løgmaður spekt nakrar veljararar við sínum orðum í Skagen. Palli Dalsgaard