Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 26 Miðvikan Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 3. partur Fólkatalið í Dímun var sera skiftandi. Tað hava búð upp til 32 fólk í oynni. Í 1880 vóru samb manntalinum 23 fólk í Dímun. Sjálvt húsfólkið var seks av teimum. Restin hevur verið arbeiðsfólk og teirra avvarðandi. Manntalið vísir, at tað hevur verið fitt av »óektaðum« børnum. Umframt vanlukkurnar á landi hava eisini verið bátavanlukkur við oynna. Við Stóru Dímun gingu í 1870 tveir bátar úr Skúvoy burtur við 3 og 4 monnum. 24 februar í 1878 gekk ein bátur úr Skálavík burtur við 11 monnum. Teir høvdu verið í Sandvík, og hildið verður, at báturin var burturgingin við Stóru Dímun. Langabbi var bóndi tá. Hann sá hendan bátin, sum kom siglandi norður eftir í ringum líkindum. Hann væntaði, at báturin fór at seta upp í eini neyðlending eystantil á oynni. Men komin hagar, sá hann ongan bát. Kirkjan Kirkja hevur eisini verið á Dímun, og var hon minsta kirkjan í landi­ num. Sagt verður, at fyrsta kirkjan varð bygd í seinnu helvt av 1600­ talinum. Tað hava altíð verið bøndurnir, sum hava bygt og átt kirkjuna sjálvir. Kirkjan stóð mitt í kirkjugarðinum. Bóndafólkið var alt grivið sunnanfyri kirkjuna og arbeiðsfólkið norðanfyri. Í 1729 varð sagt um kirkjuna í Dímun, at hon var 6½ alin long, 5 alin breið og 5 alin høg. Í 1879 varð nýggj kirkja bygd. Hon var lagað úr gróti. Vestari endi var timbur uttan, og skjøldurin eystanfyri var eisini av timbri. Gólvið var eisini úr timbri. Kirkjan var kollut, einki torn og eingin klokka. Hon hevði vakurt málaða altartalvu, sum Jørgen Falk Rønne, prestur hevði latið kirkjuni. Bróður hansara Svend Rønne hevði málað hana. Myndin var av ferðini hjá Jesus, Johannes og Pætur til Emmaus. Altartalvan hongur nú hjá okkum í Dímun. Her er eisini dópsfatið og altarkalikur. Kirkjan hevði trý vindeygu á suðursíðuni. Jarðarmunurin var so stórur, at eingi vindeygu vóru á norðursíðuni. Fimm bríkir vóru hvørju megin, og pláss var fyri trimum fólkum á hvørjari brík. Pláss var tískil fyri 30 fólkum í kirkjuni. Í 1922 var kirkjan so vánalig, at hon stóð til at detta niður. Pápi royndi at fáa stuðul frá tinginum til at fáa eina nýggja kirkju ella pening til at umvæla ta gomlu, men hann fekk ongar sømdir. Víst varð til eina gamla samtykt frá umleið 1870. Táverandi bóndin í Dímun hevði tá fingið loyvi til at byggja sína egnu kirkju móti, at hann slapp undan at lata kirkjutíggjund til aðrar kirkjur. Kirkja datt niður í 1923 og varð ikki endurbygd. Grundin av kirkjuni sæst enn. Tað er ikki langt síðan, at eg fekk svágin hjá mær at hjálpa mær at laga grundina upp, so hon sæst heilt væl. Prestur tvær ferðir árliga Prestur kom fast tvær ferðir um árið. Tað var fyrsta sunnudag í juni og fyrsta sunnudag í august, treytað av at tað viðraði. Annars kom hann tann fylgjandi sunnudagin. Tá doypti prestur børn og kast­ aði jørð á, sum tørvur var á tí. Tað gamla var at fáa børnini doypt sum skjótast, men hetta bar so ikki til í Dímun. Tann seinasti prestur, sum helt fast um hetta var sandsprestur Blicher Winther, sum var á Sandi nærum alla sína tíð. Men tá ið drátturin leyp, kom hann ikki aftur til Dímunar. Tá varð so illgongt. Táið kirkjan ikki var í brúki longur, varð gudstænasta hildin heima við hús. Prestur plagdi at taka bát við sær av Sandi. Teir bíðaðu so eftir honum og førdu hann so aftur til Sands aftaná gudstænastuna.. Annars lósu vit lestur heima at kalla hvønn sunnudag. Mamma fekk fleiri ferðir forerandi lestrarbøkur frá prestum. Men tá ið føroysku lestrarbøkurnar komu, sum til dømis hjá hjá Jákupi Dahl, høvdu vit bert lestrar á føroyskum. Í 1923 hendir eisini tað, at oyggin verður niðurløgd sum egin sókn og løgd undir Skúvoy. Misti pápan tveir mánaðar gamal Mamma, Hansina, var úr Skúvoy. Hon var dóttir Filippus, sum var av Skarvanesi. Kona hansara Olivia var dóttir Hanus í Garðinum, sum var abbi Hákun Djurhuus. Mamma og pápi giftust í 1922. Mamma hevði verið niðri og tænt. Hon kom upp í november mánaði hetta árið. Pápi fór til Havnar at vera fyri henni. Tey giftust heilt skjótt, so tey sluppu til Dímunar áðrenn jól. Eg verði føddur tann 3. apríl 1924. Men beint aftaná hendur aftur ein vanlukka, táið eg missi pápan. Hetta var sunnudagin 1. juni 1924, beint tá lomvigin hevði vorpið. Tað var ein útferð út á Dímun av Tvøroyri. Mamma og pápi høvdu júst bygt hús. Tað var eisini so lagaligt, at pápi fekk tvøroyra­ menninar at koma við sær til Skúv­ oyar eftir møblunum. Hetta gekk alt uppá tað besta. Mamma og pápi vóru bæði undir oynni við gestunum. Veðrið var gott og øll hugnaðu sær óført. Allir gestirnar vóru stásklædddir, so hetta hevur verið ein serlig vitjan. Tá kom uppá tal, at áhugavert hevði verið at víst gestunum, hvussu teir bóru seg at, tá ið teir rændu. Tað høvdu nógvir av teimum ongantíð sæð. Pápi fór so við øllum gestunum undir oynna, meðan farið varð eftir línuni og øðrum, sum hoyrdi til at ræning. Meðan tey støðga her, sígur maður av oynni í línu og rænir bergið niður eftir, meðan øll eygleiða. Maðurin sígur so heilt niður á helluna, loysir eggjaprilluna (serligt ílat til egg) og smoyggir seg úr línuna. Pápi opnar nú prilluna og leggur eggini frá sær at vísa gestum sínum, at tað finnast ikki tvey lomvigaegg, sum eru eins í útsjónd. Gestirnir stúgvast tætt saman at skoða hesa vøkru eggjarúgvuna í øllum sínum fjølbroyttu litum. Í miðjuni standa pápi og mamma lið um lið. Hini standa tætt rundan um tey. Meðan hetta gongur fyri seg, eru teir á eggini farnir at draga ta tómu línuna upp við eggjaprilluni, meðan øll stóðu og hugdu at. Pápi fekk stein beint í høvdið Ovast undir eggini var ein hella rivin leys av eggjaprilluni. Hon var nakað sum ein klíggjasteinur ella heldur stórur sátusteinur til støddar. Tað vildi so illa til, at hesin steinurin dettur við stórari ferð beint í høvdið á pápa. Pápi hoknar niður á helluna uttan at geva eitt ljóð frá sær frammanfyri mammu og øllum ferðafólkunum, sum gjørdust málleys av ræðslu. Pápi reisti seg aftur á knøini, men so var hann burtur. Hann doyði í stundini. Sýslumaðurin Christian Djurhuus, seinni løgmaður, sum eisini var við á ferðini, stóð so nær, at hann kendi suðið av steininum niður við høvdið á sær. Pápi varð so hálaður uppá bakkan við hjálp av gestunum av Tvøroyri. Onkur av teimum fekk slysni av tí. Janus í Dímun: Kendi ongantíð pápa mín Í 1918 datt abbi Janus oman. Tað hendu framvegis vanlukkur í Dímun. Longu í 1924 hendir aftur ein deyðsvanlukka. Pápi Janus ein stein í høvdið og doyði Borgin í Dímun. Myndin er tikin norðan frá og suður eftir Kirkjan í Dímun