Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 27 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 Gullak Jacobsen í Hvalba var prestur tá. Hann kastaði jørð á pápa nakrar dagar seinni. Pápi gjørdist bert 31 ára gamal. Av evnabestu monnum Bløðini, serliga Dimmalætting, skriv­ aðu um hesa hending. Ikki minst varð nógv gjørt burtur úr, at henda vanlukkan hendi bert seks ár eftir, at Janus, pápi Óla Jákup, datt oman. Tingakrossur skrivaði, at »Óla Jákup var av evnabestu monnum og sera avhildin. Hann verður syrgdur av mongum.« Dimmalætting hevði m.a. hend­ an stubban, sum lýsir, hvussu fólk upplivdu hendingina: Dimon-Bondens Død Tidligt om Formiddagen den 1. juni tog en lille Skare sommerglade Borg­ ere her fra Tveraa af Sted med Motor­ baad for at benytte det smukke Vejr til et Besøg paa Store Dimon. Da de endnu sent paa Aftenen ikke var vendt tilbage, begyndte man at ængstes, og en Motorbaad blev sendt ud for at undersøge, om der skulde være indtruffet et Uheld. Hen paa Natten kom imidlertid begge Baadene tilbage med alle Deltagerne i Udflugten uskadte, men dybt rystede over den forfærdelige Ulykke, der var sket under besøget paa Store Dimon, idet Dimon Bonden Ole Jacob Jensen, var bleven dræbt af nedstyrtende Sten. Om hvordan Katastrofen indtraf, fortæller en af Deltagerne i Udflugten: »Vi havde turet Øen rundt i det herlige Sommervejr og vilde nu, da det begyndte at blive Aften, tage Afsked med vores Værtsfolk, der, lige fra vi satte Foden paa Land, havde vist en overstrømmende Elsk­ værdighed og den hjerteligste Gæst­ frihed. Nu have et par af af Bondens Folk i løbet af Eftermiddagen været ude efter Fugleæg i Fjeldet paa Øens Vestside, og for at vise os Resultatet af Mændenes Arbejde, bestemte Dimon Bonden sig til at gaa med os ned paa Forstranden, og hans Hustru gjorde ham Følge. Efter ad Strandbredden at være naaet hen til Fjeldet, hvor Æg­tagningen fandt sted, stod vi en Tid og iagttog i Spænding og Beundring den fænemonale Behændighed, hvormed Manden i Line manøvrerede højt oppe i Luften. Saa lod han sig fire helt ned paa Strandbredden, og vi ilede til for at beundre Fangsten, alle staaende i en tæt Klynge omkring Ægdyngen, og saa skete det forfærdelige! Vi hørte en uhyggelig Susen i Luften, og i det næste grufulde Sekund hørte vi, hvorledes én blev ramt af en nedstyrtende Sten. Efter at være kommet saa nogenlunde til Besindelse efter Chocket saa vi, at den ulykkelige var vores vært Ole Jacob Jensen. En Sten af Størrelse som en stor Mandenæve havde med voldsom Kraft ramt ham i Hovedet, og han døde paa Stedet. Ulykken rystede os alle saa voldsomt, at jeg hverken kan eller vil beskrive de følgende Timer. Jeg kan kun sige, at der er ingen af os, der nogensinde vil glemme denne Ulykkens Dag, og sammen med det Tunge Minde vil altid hos os leve den dybeste Medfølelse med en dræbtes ulykkelige Hustru. Mamma dreiv garðin Mamma sat so einsamøll eftir í Dímun við einum pinkulítlum barni. Elsti mammubeiggi hennara Dánjal Johannes, sum seinni varð giftur til Hovs, var í Dímun tá, og hann bleiv verandi eina tíð. Mamma dreiv garðin í heili 38 ár. Hetta er tað longsta, sum nakar hevur staðið fyri garðinum út í eitt. Sjálv bleiv hon knapt 90 ár, tað restaðu bert tveir mánaðir. Hon doyði í 1989. Mamma giftist annars aftur við einum systkinabarni pápa, Óla Jákup. Hann var sonur abbabeiggja mín Johannes, sum giftist til Dals. Tey fingu fýra børn, tvær gentur og tveir dreingir. Tann yngta gentan Ása og tann yngri drongurin Jóann­ es eru deyð, so tvey teirra liva enn. Tað elsta av hesum hálvsyst­ kjunum er trý ár yngri enn eg, so mamma giftist nakað skjótt aftur. Pápi og Óla Jákup vóru annars javngamlir, báðir føddur í 1893. Frá handamegi til rossamegi Tey fyrstu nógvu árini varð handa­ megi nýtt til nærum alt. Ross vórðu bert nýtt at reiða tøð við. Øll velting og slíkt fór fram við handamegi. Men onkur nýhugsan var tó. Í Skúvoy høvdu teir plógv, men tað var upprunaliga drigið við handakraft, einir 5­6 mans drógu plógvini. Teir komu einaferð við manning til Dímun at velta. Annars var øll vøra drigin og lora niður við einum krana. Hesin kranin var nokk so langt frá lendingini, so tað var fittur teinur at bera. Fyrstu árini drógu vit upp við handamakt og tey seinnu við rossi. Viti kemur í Dímun Tekniska menningin kemur um­ síður eisini til Dímunar. Í 1927 verða smáir vitar bygdir í Stóru Dímun, Porkerisnesi, Slættanesi og Kallinum. Hetta gav eitt ískoyti til inn­ tøkuna hjá bóndahúsinum, tí bónd­ in skuldi passa vitan. Fyri hetta fekst ein rímiliga góða løn, nevniliga kr. 105 um ársfjórðingin. Fremsta uppgávan var at syrgja fyri, at vitin alla tíðina hevði nóg mikið av brennievni. Hetta var gass, sum vitin nýtti nokk so nógv av. Gassið var í fløskum, sum tóku 112 kg hvør. Tað var sjálvsagt sítt stríð at fáa gassið uppá pláss. Fyrst skuldi tað fáast uppá bakkan, og síðan dragast eftir jørðini niðan á vitan. Víst er hetta ikki langt, tá gingið verður leysur, einir 10 minuttur. Men hetta tók sjálvsagt nógv longri tíð, táið fløskan skuldu dragast. Nýttar vóru einar fimm fløsk­ ur um árið. Seinastu árini undan krígnum komu fýrskip við gassi­ num. Áðrenn tað kom tað við post­ bátinum. Ansast skuldi eisini eftir, at vitin lýsti. Men her lá so væl fyri, at vit sóu glæmuna frá húsum av. Í komandi parti greiðir Janus frá, tá ið hundurin hjá teimum bjargaði lívi hansara. Eisini er frásøgn hjá Jørgen Falk Rønne um eina hvítu­ sunnuútferð til Dímunar. Bóndagarðurin í Dímun. Fremst á myndini sæst partur av kirkjugarðinum Vitin í Dímun. Á myndini er eisini Sára Olsen, sum var í starvspraktikk í Dímun fyri nøkrum árum síðani Á rættini í Dímun í 1919. Standandi eru Jóhannes á Toft saman við synunum Óla Jákup og Gunnari. Sitandi eru Óla Jákup á Hvanngarðinum og Hendrikkur niðri í Búð í Skúvoy. Smágentan er Helena, dóttir Janus bónda, sum doyði árið fyri