Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-16, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 16. juni 2010síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95 28 Sosialurin Til sølu Tvíhús og íbúðir Tvíhús í Sundalagnum. Eru klár at flyta inn í. Íbúð í Havn tætt við skúla, barnagarð og handlar. Gott busssamband. Íbúð í Sundalagnum. Klár at flyta inn í. Er hetta nakað fyri teg, so ring tel. 56 20 80 Til byggipláss í Tórshavn, søkja vit arb­ eiðsfólk við royndum at leggja kloakk­ og regnvatnsrør, umframt aðrar veitingar í jørð, at byrja skjótast tilber. Harumframt er talan um annað fyrifallandi arbeiði á einum byggiplássi. Hevur hetta tín áhugað, so ring 58 00 41 ella send ein teldupost til hj@olivant.fo PF. Hansen & Jakobsen Ósabakkavegur 14 · FO­410 Kollafjørður Góð skrivstovuhøli Losjan í Havn Á Tinghúsvegi 18 eru stór og góð skrivstovuhøli til leigu. Parkering. Áhugað kunnu ringja tlf. 283808 Summarhús á Viðareiði til sølu Úr stovuglugganum er panorama­ útsýni yvir allar 6 norðuroyggjar Um hóskandi boð fæst er ogn okkara uppi við Garð til sølu. Talan er um trý matr. nevniliga nr. 157, 158 og 177, sum eru ávikavist 1.570 m2, 1.025 m2 og 1.365 m2 ella tilsamans uml. 4.000 m2. Húsini á Garðsvegi 48 á Viðareiði eru bygd á matr. nr. 157 sum summarhús, og er helst norðastu skrásettu hús í Føroyum. Útsýnið er avbera gott yvir Viðareiðis bygd og norðoyggjarnar bæði eystanfyri og vestanfyri. Húsini eru 7x8 metur til støddar við kjallara. Húsini eru bygd í 1970 úr viði við stoyptum kjallara. Eru í ár 2009 umvæld við nýggjum vindeygum og nýggjum klædningi á suður- og eystursíðuni. Í ovaru hæddini er stova, køkur, 2 sovirúm og hems. Í kjallaranum er innrættað baðirúm við brúsu, vaskirúmi og eitt stórt rúm (stova/kamar). Ravmagn og vatn er lagt inn í húsið. Húsini hava brenniovn til upphitan, umframt el-ovnar eftir tørvi. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til tlf. 565767 ella 582037. Meginskrivstovan · Argjavegur 26 · Postsmoga 3037 · 110 Tórshavn Tel 360000 · Faks 360001 · naerverk@naerverk.fo · www.naerverk.fo www.naerverk.fo Starvslýsing Hjálparar til rørslutarnað fólk Søkt verður eftir: 1) Hjálpari til rørslutarnaðan mann í Tórshavn og 2) Hjálpari til rørslutarnaða kvinnu í Suðuroy frá 1. juli 2010 ella skjótast gjørligt Talan er um 2 størv at arbeiða 30 tímar um vikuna. Tey, ið sett verða, fara at arbeiða saman við øðrum hjálparum, ið arbeiða 8 tíma vaktir, dag- kvøld- og náttarvaktir, í eini 30-tíma vaktarskipan. Neyðugt er hjá hjálparunum at hava koyrikort, um starvið skal røkjast best møguligt. Setanartreytir Talan er um størv innan Nærverkið við fyribils tæn- astustaði í Stuðulstænastuni. Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Nærri fæst at vita um størvini frá Sofíu Jespersen á tlf: 764120 ella Magnus Isaksen á tlf: 764130 Umsókn Umsóknir skulu sendast til: Nærverkið Stuðulstænastan Argjavegur 26 Postboks 3037 110 Tórshavn Umsóknarfreist: 30.06.2010 Nærverkið veitir tænastur til borgarar við serligum tørvi, sum búgva heima, á bústovnum ella á sambýlum. Vit skapa møguleikar fyri lívsgóðsku við støði í tørvi og førleika hjá tí einstaka. Okkara eyðkenni er, at starvsfólkið leggur dent á professionalismu, dygd og nærleika. Nærverkið er sjálvstøðugur stovnur undir Almannamálaráðnum. Umframt Meginskrivstovuna, ið hevur yvirskipaðu leiðsluna, eru fýra deildir: Heimatænastan, Trivnaðartænastan, Stuðulstænastan og Børn & Ung. Umleið 1600 fólk starvast í Nærverkinum. Stuðulstænastan Reingerðarfólk Tvøroyrar kommuna søkir eftir tveimum reingerðarfólkum. Sí meira á www.tvoroyri.fo T V Ø R O Y R A R K O M M U N A Kunngerð um broyting av Býarplaninum og Almennu byggisamtyktini fyri runavíkar Kommunu Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 seinast broytt við løgtingslóg nr. 81 frá 25. Mai 2009, verður við hesum boðað frá, at Runavíkar býráð á fundi 29/04-2010, hevur viðtikið at endurskoða býarplanin og Almennu byggisamtyktina fyri Runavíkar Kommunu. endurskoðanin umfatar allar eigindómar og mat­ riklar í bygdunum Funningi, elduvík, Oyndarfjørð, Funningsfjørð, Skálafjørð, Skála, Skipanes, Søldar­ fjørð, Lamba, glyvrar, Saltangará, runavík, rituvík og Æðuvík Broytingarnar í býarplaninum og Almennu byggi- samtyktini eru til skjals í tíðarskeiðnum frá 8. juni 2010 til og við 22. juni 2010. á býráðsskrivstovuni í Saltangará í upplatingartíðini og í skúlunum í bygdunum Funningi, Funningsfirði, Oyndarfirði og Skála. Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu verða býráðnum í hendi í seinasta lagi 20. Juli 2010 í kommunuskrivstovuni í Saltangará. runavíkar býráð www.fodursolan.com · info@fodursolan.com · Telefon 21 19 96 Ókeypis útkoyring í Tórshavn og nærindis SkyttenS fóður – kvalitetsfóður til kettur og hundar Søcla (20 kg) Turrfóður til hvølpar, unghundar og tíkir, ið geva mjólk. Er eisini gott til aktivar hundar. SØCLA inniheldur C-vitamin. Fyri posan......kr. 540,- Skyttens kat (15 kg) Turrfóður til kettur við nógvum protein- um frá fiski, flogfenaði og eggum. Inni- heldur úrdráttir úr høsnarungalivur. Fyri posan......kr. 390,- Special (20 kg) Turrfóður til vaksnar hundar. Er eisini sera gott til hundar við húð- og pels- trupulleikum og til eldri hundar. Fyri posan......kr. 450,- Bílegg beinleiðis á netinum www.sosialurin.fo www.sosialurin.fo