mikudagur 16. juni 2010síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 16. juni 2010 · Nr. 95
Sosialurin
Føroya Handilsskúli søkir eftir
Lærara í forritan
til teldustøðingaútbúgvingina
Um teldustøðingaútbúgvingina
Teldustøðingaútbúgvingin er styttri framhaldsútbúgving, ið tekur 2½
ár. Útbúgvingin fevnir í høvuðsheitum um systemmenning, forritan,
tøkni og virki. Kjarnuøkini eru systemmenning og forritan; tøkni og
virki eru ætlað at stuðla undir kjarnuøkini. Umframt hetta eru seinast
í útbúgvingini sergrein, praktikk og høvuðsuppgáva. Neyvari kunning
um útbúgvingina er á heimasíðu skúlans, www.fh.fo.
Arbeiðsuppgávur tínar eru m.a. at:
undirvísa í viðkomandi lærugreinum innan forritan og tøkni (eitt
nú softwarearkitektur, distribueraðar skipanir)
leggja til rættis undirvísingargongdir, verkætlanir og próvtøkur
leggja til rættis fakliga innihaldið í útbúgvingini í samstarvi við
leiðslu skúlans
luttaka í ráðlegging og verkætlanum á skúlanum
Vit vænta, at tú:
hevur viðkomandi útbúgving á kandidatstigi ella aðra hægri
útbúgving, ið gevur førleikar at undirvísa teldustøðingum
hevur áhuga í undirvísing
dugir væl at samstarva og samskifta
vilt vera við til at menna útbúgvingina og skúlan
ikki ræðist nýggjar avbjóðingar
Tað er fyrimunur, men ikki ein treyt, at umsøkjarin hevur royndir við
líknandi undirvísing.
Vit kunnu m.a. bjóða:
eitt fakliga mennandi undirvísingarumhvørvi
eftirútbúgvingarmøguleikar
góðar arbeiðsumstøður
ein spennandi og gevandi gerandisdag
Setanartreytir:
Starvið er tíðaravmarkað og verður sett eitt ár í senn. Talan er um
parttíðarstarv, setanarbrøkur verður avtalað við tann, ið settur verður.
Starvsstaður er Handilsskúlin í Tórshavn. Lærarar á teldustøðingaút-
búgvingini verða løntir sambært galdandi sáttmála.
Starvið verður sett skjótast til ber, og í seinasta lagi 1. august 2010,
um ikki onnur avtalað verður gjørd.
Umsóknir:
Umsóknir við avritum av viðkomandi skjølum vera at senda Føroya
Handilsskúla, Marknagilsvegi 77, Postsmogu 177, 110 Tórshavn.
Umsóknir skulu vera skúlanum í hendi í seinasta lagi 17. juni 2010.
Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Ainu L.
Knudsen á telduposti alk@hsh.fo.
Á Føroya Handilsskúla ganga umleið 200 næmingar á Hægri Handilsskúla (HH) og
200 næmingar á Fyrisiting, handli og skrivstovu (FHS). Undirvísingin fer fram í
Havn og á Kambsdali. Í Havn starvast um 35 lærarar, á Kambsdali 30. Umframt HH
og FHS skipar Føroya Handilsskúli fyri kvøldskúla- og framhaldsútbúgvingum, so
sum teldustøðingaútbúgving, HD og akademiútbúgving. Teldustøðingaútbúgvingin
er skipað sum fulltíðarlestur í 2½ ár.
FØROYA
HANDILSSKÚLI
Marknagilsvegur 77
Postsmoga 177
110 Tórshavn
Tlf 317177
Fax 313374
www.fh.fo
Tíðaravmarkað starv
sum einalærari í
Húsar-Syðradals skúla
Hoyvíksvegur 72 · Postrúm 3279 · FO-110 Tórshavn
Tel. 30 65 00 · Faks 30 65 55 · mmr@mmr.fo
MentaMálaráðið
Starvið sum einalærari í Húsar-Syðradals skúla
verður lýst leyst til setanar í tíðarskeiðnum 1. august
2010 - 31. juli 2011.
Um starvið
Einalærarin er bæði leiðari og lærari skúlans og hevur
sjálvur meginpartin av undirvísingini í skúlanum.
Starvið er fulltíðarstarv og tíðaravmarkað skúlaárið
2010/11.
Søkt verður eftir einalærara, sum
• undir ábyrgd skúlamyndugleikanna skal hava
fyrisitingarligu og námsfrøðiligu leiðsluna og
ábyrgd av virksemi skúlans
• skal fremja góðar arbeiðsumstøður og gott
samstarv millum skúla og heim
• dugir at samstarva og er fyrikomandi
• skal vera førur fyri at loysa trupulleikar
• í samstarvi við foreldrini skal virka fyri,
at næmingarnir fáa sum mest burtur úr
skúlagongdini bæði fakliga og sosialt
Førleikakrøv
Umsøkjari skal hava fólkaskúlalæraraútbúgving og
starvsroyndir í fólkaskúlanum. Harumframt er tað
ein fyrimunur, um umsøkjarar hava leiðsluroyndir.
Um eingin lærari søkir starvið, verður fólk, ið ikki
hevur fólkaskúlalæraraútbúgving, sett í starvið.
Lønar- og setanartreytir
Setanarøkið er undir Mentamálaráðnum. Tann, ið
settur verður, eigur at tola broytingar í starvinum.
Starvið er flokkað í lønarflokkunum 27.1, 28.1,
29.1, 29.2 og 31.2 sambært avtalu millum Fíggjar-
málaráðið og Føroya Lærarafelag.
Umsóknir
Umsóknir saman við avriti av læraraprógvi, skeiðum,
frágreiðing um arbeiðsroyndir og møguligum við-
mælum skulu verða Mentamálaráðnum í hendi í
seinasta lagi týsdagin 29. juni 2010.
Umsóknin verður stílað til:
Mentamálaráðið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
ella við t-posti: mmr@mmr.fo
Tey, ið ynskja fleiri upplýsingar um starvið, kunnu
ringja til Jenny Lydersen, undirvísingarleiðara, tlf.
306500.
Tórshavn, 15. juni 2010
Mentamálaráðið
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undir-
vísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum og øðrum frítíðarvirksemi.
www.fjorukrogvin.fo
Tel. 471500 / 771500
• Matstova
• Søgusavn
• Gávubúð
um...
...er lisin
-so ert
tú við!
Í sendingini Bilradio á Rás2 hósdagin
kl. 17.15 eru samrøður við Olaf Mortensen
um framtíðina hjá Lada í Føroyum. Eisini
eru samrøður við Halldor Gaardbo um eitt
kampintreff á Svangaskarði, við Jackie
Sachau um Marathon koyringina hjá
Eysturoyar MC, og við Henrik Kofod sum
fortelur um Volvo showbilin á Trucker
Festivalinum,
Hósdagin
kl. 17.15
Henrik Kofod
Olaf Mortensen