leygardagur 19. januar 2002síða 20
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 13 - 19. januar 2002
Nr. 13 - 19. januar 2002
39
HEILSANIR
Øllum tykkum, sum við
gávum, fjarritum og heils-
anum mintust meg á ferm-
ingardegnum 7. oktober,
takki eg hjartaliga. Eisini
allar tit, sum gjørdu mat og
hjálptu til, fáa eina heilsan.
Gott nýggjár ynskja vit øll.
Høgni
Góði Aleksandur
Hjartaliga tillukku á 1 ára føðingardegnum tann 17. jan.
ynskir
mamma
Góðu Jacklin og Sigfríður
Hjartaliga tillukku við
degnum 21. januar. Her eru
tit fitt.
Heilsan, omma í Klaksvík
Góða Anna Randi
Hjartaliga tillukku við 7 ára degnum 13.01.2002 ynskja
mamma & Regin
Mussar og klemm
Góða, elskaða Marjun
Hjartaliga tillukku við 2 ára føðingardegnum 20. januar.
Jesus pápi signi framtíð tína ynskja
Sonja omma og Óli abbi
Hey, Brian og
Simona
Hjartaliga
tillukku við 5
og 2 ára
døgunum 20.
jan. ynskja
mamma og
babba
Søkt verður eftir leiðara til roknskapar-
deildina á Strandfaraskipum Landsins.
Uppgávur hjá roknskapardeildini
Høvuðsuppgávan hjá roknskapardeild-
ini er at veita eina úrslitagóða búskapar-
fyrisiting, herundir samskipa, viðlíka-
halda og menna búskaparstýringina.
Aðrar uppgávur eru:
• Fyriskipan av roknskaparverkinum
• Rakstrar-, íløgu- og likviditetsætlan,
herundir langtíðarætlanir
• Roknskaparlig skráseting
• Roknskaparframløga, mánaðar- og
ársroknskapir, herundir budgeteftirlit
og játtanarroknskapir.
Uppgávur hjá leiðaranum
Høvuðsuppgávurnar hjá roknskaparleið-
aranum verða:
• Ráðlegging,
fyriskipan,
raðfesting,
samskipan og eftirlit í sambandi við
búskaparstýringina
• Seta upp fíggjarætlanina við atliti til:
- avmarking og útdelegering av av-
gerðarábyrgd
- samskifti og samskipan millum stjóra
og deildarleiðarar
- motivatión fyri at røkka tilætlað úrslit
• Framløga av standard- og specialrapp-
ortum
• Menna innanhýsis mannagongdir í
sambandi við gerð av fíggjarætlan,
roknskapi o.ø.
• Fyriskipa upplæring, undirvísing og
fakliga menning av starvsfólkunum á
deildini
• Uppgávu- og starvslýsingar á deildini.
Í løtuni verður arbeitt við at umleggja
búskaparskipanina hjá SL. Henda upp-
gáva verður ein spennandi avbjóðing
fyri komandi roknskaparleiðaran, sum
fær ein týðandi leiklut og ábyrgd fyri
verkætlanini.
Eisini verður ætlaða byggingin av suður-
oyarferjuni ein spennandi avbjóðing fyri
roknskaparleiðaran.
Førleikakrøv
• Vinnu- og handilsútbúgving frá hægri
lærustovni ella líknandi
• Royndir innan edv á høgum brúkara-
støði
• Royndir innan fíggjarstýringarskipanir,
so sum Navision Financials
• Royndir í projektleiðslu ein fyrimunur
• Málrættaður og arbeiðir analytiskt
• Góð leiðslu- og samstarvsevni
• Góð evni at orða seg bæði skrivliga og
munnliga á føroyskum, donskum og
enskum.
Setanartreytir
Talan er um eitt leiðarastarv við stórum
og spennandi avbjóðingum, har leiðarin
fær ábyrgdina av at umsita og menna
eina týdningarmiklað funktión. Starvið
gevur góðar møguleikar fyri persónligari
og fakligari menning.
Starvið verður sett sambært avtalu,og er
lønt í 36. lønarflokki sambært tænastu-
mannalógini, tó uttan at starvið er tæn-
astumannastarv.Eftirlønartrygging fylgir
við starvinum.
Umsóknir
Umsókn við próvskjølum skal sendast til:
Strandfaraskip Landsins
att. Starvsfólkadeildin
Boks 88
FO-110 Tórshavn
og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta
lagi 4. februar 2002. Tað er ynskiligt, at
tann,sum settur verður,kann byrja skjót-
ast gjørligt.
Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú
ringja til Reidar Nónfjall, stjóra.
Tlf. 34 30 00 ella e-postur: ren@ssl.fo
Leiðarastarv
Roknskaparleiðari
Høvuðsuppgávan hjá SL
er at lúka landsins tørv á
innanlanda fólka- og
farmaflutningi, og skal
fyritøkan í so stóran mun
sum gjørligt rekast á
handilsligum
støði.
Fólka- og farmaflutning-
urin setir stór krøv um
eina góða kundatæn-
astu,
herundir trygd,
reglusemi og skjótleika.
Árliga rakstrarætlanin
hjá SL javnvigar við yvir
150 mió. kr. Talið á
starvsfólkum svarar til
180 fulltíðarstørv, herav
umleið 155 operatørar.
Talið á flutningsanlegg-
um er 11 skip, 40 bussar
og 15 lastbilar. Flutn-
ingsuppgávurnar fevna
um alt landið.
Gudstænastur
2. sunnudag e. trettanda
Vesturkirkjan: kl. 11, Bergur
D. Joensen
Havnar kirkja: kl. 11, Sverri
Steinhólm
Nólsoy: kl. 12, Sonja Klein
Leiti: kl. 12, altarg.,
Hov: kl. 15, altarg., Marianne
Telling
Sjóvar kirkja: kl. 12, altarg.,
Jógvan Fríðriksson
Miðvágur: kl. 12, altarg.,
David Johannesen
Viðareiði: kl. 12, altarg., Elsa
Funding
Tvøroyri: kl. 11, Jónsvein
Bech
Søldarfjørður: kl. 11, altarg.,
Meinhard Bjartalíð
Fuglafjørður: kl. 12, altarg.,
Uni Næs
Kollafjørður: kl. 12, M. Bæk
Vestmanna: kl. 12, altarg., I.
P. Dam
Eiði: kl. 11.40, skriftarmál,
kl. 12, messa
Norðskála: kl. 17, messa
(kirkjan 70 ár, kirjusangarar í
Glyvra kirkju syngja – sam-
vera við drekkamunni aftaná).
Emil Olsen
Hellur: kl. 12, John
Myllhamar
Christianskirkjan: kl. 11,
Niels Pauli Danielsen
Húsar: kl. 12, altarg., Hans
Eiler Hammer
Hebron, Argir
Sunnudagin kl. 10.30 Minnis-
máltíð Harrans, kl. 12 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Evangel.
fundur.
»Tíð til Gud«
verður úti í Pálsstovu sunnu-
kvøldið kl. 21. Drekkamuður
aftaná. Verið hjartaliga
vælkomin.
Katólska kirkjan
Hvønn gerandisdag kl. 17.30
Orðsinstænasta við kommuni-
ón í Kerit.
Leygardag kl. 11.30 Orðsins-
tænasta í Kerit.
Sunnudag kl. 11 Orðsins-
tænasta við kommunión í
Mariukirkjuni.
Sunnudagsskúlin byrjar aftur
sunnudagin kl. 14. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Ebenezer
Sunnudagin kl. 10 Breyðbrót-
ing, kl. 12 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. møti har Poul
Jóhan Djurhuus, Jógvan Páll
Sevdal og Páll á Lakjuni tala,
kl. 21 Útimøti.
Mánadagin kl. 20 Bønarmøti.
Heimasíðan: www.ebenezer.fo
Aglow, Tórshavn
Fundur verður í hølunum hjá
Frelsunarherinum leygar-
kvøldið kl. 19.30, allar kvinn-
ur eru vælkomnar.
Meinigheitshúsið
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, Malan, Heri og
børnini vera við, kl. 18 YM-
møti v/ Hera Kjærbo,
barnaansing verður.
Mánakvøldið kl. 20 venur
Manskórið.
Rhema á Hálsi
Bønarmøti verður mána-, týs-
og mikukvøldið kl. 20.
Fríggjakvøldið kl. 18-19.30
ATAP Kids.
Fundarøðin við Jens Garn-
feldt: Fríggjakvøldið kl. 20
Møti.
Leygarmorgunin kl. 10-12
Opið leiðaraseminar (øll við
eini ella aðrari ábyrgd í sam-
komuni kunnu møta). Kl. 20
Møti.
Sunnudagin kl. 11 og 18
Møti. Sunnudagsskúlin er kl.
11. Øll eru vælkomin.
Meinigheitin í Hoyvík
Sunnudagin kl. 14 í Hoyvíkar
skúla Sunnudagsskúli, kl.
17.30 Bøn og kl. 18 Møti, har
Jónfinn Olsen talar. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
KFUM og KFUK í Havn
Mánadagin kl. 15 í KFUK:
Eldrasamkoman við Sverra
Steinhólm presti. Evni: 2.
Kongabók.
Hvítusunnusamkoman
Yviri við Strond
Sunnudagin kl. 11 morgun-
møti, kl. 18: Evangeliskt
møti. Øll eru vælkomin.
Filadelfia
Landavegur 22
Í dag kl. 17 Landsbøn.
Í morgin kl. 11 Morgunmøti
v/ Símun Absalonsen, kl.
11.30 Barnagudstænasta, kl.
18 Kvøldmøti v/ Sonna
Djurhuus.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
skúlin.
Møtiskráin hjá Filadelfia sæst
á heimasíðu okkara:
www.filadelfia.fo
Samkoman Immanuel
Sunnudagin kl. 13 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17 Møti.
Vestmanna Missiónshús
Missiónsvikan heldur fram í
kvøld kl. 20 við talu og sangi
av Meinigheitskórinum í
Havn.
Sunnudagin er gudstænasta
við altargongd kl. 12, sunnu-
dagsskúli kl. 14.30 og møti
kl. 18 við talu og sangi av
Meinigheitskórinum íHavn.
Innsavnan. Bønarløta er 1/2
tíma undan møtunum.
Kedron, Sørvágur
Sunnudagin kl. 10 Breyð-
bróting, kl. 13.30 Sunnudags-
skúli, kl. 16 verður sangmøti í
Zarepta á Vatnsoyrum við
Ebenezer kórinum. Vanliga
møti kl. 18 er tí avlýst.
Mizpa, Eiði
Møtirøð verður í Mizpa í
vikuskiftinum. Fríggja- og
leygarkvøldið kl. 20 og
sunnukvøldið kl. 18. Talarar:
Høgni Johannesen og Janus
Gunnarsson. Eisini verður
sangluttøka við: Allan
Ellingsgaard, Kristjan og
Kára. Øll eru vælkomin.
Avhaldshúsið í Vík
Evangeliskt møti verður í
Avhaldshúsinum í Vík leygar-
kvøldið kl. 20 og sunnukvøld-
ið kl. 19. Herman og Gigga
syngja.
Gøta
Ungdómsmøti verður í
kirkjukjallaranum í kvøld kl.
20. Karl Joensen luttekur. Øll
eru vælkomin.
Meinigheitshúsið á Skála
Sjómanskvinnuringurin hevur
pakkafest mánakvøldið kl.
19.30. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Keldan, Skálafirði
Ungdsómsráðstevna í bygd-
arhúsinum á Strondum. Hesi
tiltøk eru almenn:
Fríggjakvøldið kl. 20 Møti v/
Jan Honningdal og Magnus
Persson. Kl. 22.30 Praise
explosion við Liquid Gravity
og Eyðun Jacobsen.
Leygarkvøldið kl. 19 Møti v/
Magnus Persson o.fl. Kl.
22.30 Praise explosion v/ Jan
Honningdal o.fl.
Sunnudagin møti í Kelduni kl.
17 v/ Paula Høj og Jan
Honningdal.
Vælkomin í Kelduna.
www.keldan.fo
Missións- og
Ungdómshúsið á Glyvrum
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
evninum: Umsorgan. Øll eru
vælkomin.
Lívsins Orð
Sunnudagin kl. 10.30 Møti
við Kitty Johannesen og
Juliannu Bech v.fl.
Mánadagin kl. 17 møta
Liljurnar. Øll eru vælkomin.
Soli Deo Gloria
Hóskvøldið kl. 20 Ungdóms-
møti.
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti, Jóhann
Petur Jóhannesen talar.
Mánakvøldið kl. 20 Bønar-
møti.
Norðoyggjar
Vikuskiftismøti í missións-
húsinum á Viðareiði.
Fríggjakvøldið kl. 19.30 talar
Absalon Matras, Óli Poulsen
syngur.
Leygarkvøldið kl. 19.30 talar
Pól Johannesen, BIS.CO
syngur.
Sunnukvøldið kl. 18 talar
Regin Høgnesen.
Missiónshúsið í Skopun
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 17.30 Lov-
sangs- og bønarmøti, kl. 18
Møti.
Missiónshúsið, Tvøroyri
Sunnudagin kl. 14 Sunnu-
dagsskúli, kl. 18 Møti við
Ragnar og Jeannu. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Café One Way, Tvøroyri
Leygarkvøldið kl. 21 verður
filmurin »Korset og spring-
kniven« vístur. Øll eru hjarta-
liga vælkomin.
Týsdagin kl. 15.30 verður
barnahugni.
Tórsdagin kl. 19.15 venur
Dansibólkurin.
Betel, Vágur
Sunnudagin kl. 11 Breyðbrót-
ing, kl. 13.30 Sunnudagsskúli,
kl. 18 Evangel. fundur.
Mánadagin kl. 20 Bønar-
fundur.
Ónsdagin kl. 20 Uppbygging-
arfundur.
TILTØK
7. desember fingu Heidi og Brian Rytoft Jensen, Næs-
bjerg, Varde, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði
4150 gr.
8. januar fingu Helen Dam og Poul Augustinussen, Vágur,
ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 4200 gr.
9. januar fingu Frida Mellemgaard og Jens Kristian Han-
sen, Havn, eina dóttur. Hon var 58 cm. long og vigaði
4500 gr.
9. januar fingu Conny Utvær og Høgni Marsten, Klaks-
vík, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3560 gr.
10. januar fingu Hertha og Marni Eliasen, Klaksvík, ein
son. Hann var 51 cm. langur og vigaði 3700 gr.
11. januar fingu Agnes Davidsen og Suni McIntosh, Hoy-
vík, ein son. Hann var 50 cm. langur og vigaði 3300 gr.
13. januar fingu Annika og Leif Høj, Saltangará, ein son,
ið eitur Áron, Hann var 54 cm. langur og vigaði 4010 gr.
14. januar fingu Johild og Bergur Johannesen, Signabø,
eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3600 gr.
15. januar fingu Jenni Hattarstein og Allan Eldevig, Mið-
vágur, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 3550 gr.
15. januar fingu Anita Wilhelmsen og Høgni Johansen,
Vestmanna, eina dóttur. Hon var 44 cm. long og vigaði
1525 gr.
16. januar fingu Katrin og Jóhan Edvard Fuglø, Leirvík,
ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3000 gr.
16. januar fingu Ketty í Brekkunum og Jóan Petur Andre-
asen, Hvalvík, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði
4200 gr.
16. januar fingu Andrea og Kjeld Gaard-Frederiksen,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3620
gr.
17. januar fingu Turid og Birgir Bærentsen, Hoyvík, eina
dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 3110 gr.
FØÐINGAR
EITT LJÓS Á GØTU MÍNI
»Ein spitalskur maður segði við Jesus: »Harri, um tú vilt, so kanst tú
gera meg reinan« …Og ein herhøvdingi segði við hann· »Harri, eg
eri ikki verdur, at tú kemur á gátt hjá mær, men sig tað bert við einum
orði, so verður drongur mín frískur«
Matteus 8,2 og 8
Trúgv er mangan at finna har, ið vit minst vænta hana. Jesus kemur
oman av fjallinum, og í ferðini við honum er stór mannfjøld. Tá er
tað, at hann møtir einum spitalskum manni og herhøvdinganum.
Tann, ið var spitalskur, varð rikin út úr bygdini og mátti liva í einsemi
burtur frá sínum kæru og øðrum fólki. Mong sóu eisini hesa sjúku
sum eitt sjónligt tekin um Guðs vreiði og revsing. Við herhøvdingan-
um var øðrvísi. Hann sær út til at hava havt eina ávísa virðing millum
fólkið. Tí hjá Lukasi lesa vit, at teir elstu millum jødanna siga við
Jesus: »Hann er tess væl verdur, at tú gert hetta fyri hann; tí at hann
elskar fólk okkara, og samkomuhúsið hevur hann bygt okkum«.
Kortini var hann rómverskur hermaður og heidningur. Hin spit-
alski og herhøvdingin eru lítillætnir og eyðmjukir, tá ið teir trína fram
fyri Jesus. Hin spitalski fellur á knæ fyri honum og sigur: »Harri, um
tú vilt, so kanst tú gera meg reinan«. »Um tú vilt«. Tað er sum um at
hann vil siga: »Eg havi ikki uppiborið vælvild tína. Tó, vík ikki frá
mær, men hjálp mær«. Herhøvdingin vísir eisini lítillæti og eyðmýkt.
Hann hugsar einki um góðgerðir sína ímóti fólkinum, ella um sam-
komuhúsið, sum hann lat byggja. Nei, hann kennir seg sum ein
heidning, ið einki kann krevja, og tí sigur hann: »Harri, eg eri ikki
verdur, at tú kemur á gátt hjá mær«.
Bæði hin spitalski maðurin og herhøvdingin hava treytaleyst álit á
Jesusi. Hin spitalski sigur: »Harri, um tú vilt, so kanst tú gera meg
reinan«. Við hesum ásannar hann Jesu guddómleika, og at Jesus kann
gera, sum hann vil. Herhøvdingin fær høvi til enn týðiligari at játta
trúgv sína og at vísa Jesusi álit.
Hann sigur. »Sig tað bert við einum orði, so verður drongur mín
frískur«. Av egnum royndum visti hann, hvønn týdning tað hevði at
geva boð og at vera lýðin. Og tað sama valdið, sum hann hevði í
sínum lítla umhvørvi, vildi hann siga, at Jesus hevði á teimum fjaldu
kreftunum, sum fremja Guðs vilja á fold. Og báðum var, sum teir
trúðu.
Nú skulu vit ikki máta trúnna hjá hvør øðrum, hvør ið hevur eina
veika trúgv, og hvør ið hevur eina sterka trúgv og vit eru heldur ikki
før fyri tí, sum sagt varð í innganginum, at trúgvin er mangan at finna
har, vit minst vænta hana. Tað, sum er avgerandi, er at vit trúgva á
Jesus, eisini um bønarsvarið ikki altíð var eftir okkara vilja.
Emil Olsen, prestur
LÆKNAVAKTIR
Tórshavn:
Læknavaktin tlf. 310033
Eysturoy:
Leygardagin 19. jan.: Sverri Lamhauge, tlf. 448016
Sunnudagin 20. jan.: Sverri Lamhauge, tlf. 448016
Norðoyggjar:
Læknavaktin tlf. 458888
Vágar: tlf. 332413
Suðuroy (norður): tlf. 371560
Suðuroy (suður): tlf. 373030
Tannlæknavakt, Tórshavn
Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgidagar
kl. 13-14. Tlf. 314544.
ANDLÁT
11. januar
Anna Hvidtfelt Rasmussen, ættað av Sandi, búsitandi í
Havn, 86 ár.
12. januar
Herborg Jacobsen, ættað úr Sørvági, búsitandi í Køge, 85
ár.
13. januar
Mona Lydersen, fødd Højgaard, ættað úr Rituvík, bú-
sitandi í Klaksvík, 82 ár.
Sanna Mortensen, vanliga nevnd Sanna hjá Bassanum, úr
Vági, 91 ár.
15. januar
Meinhard Højgaard, fyrrverandi tollari, Saltangará,
vanliga nevndur Meinhard hjá Palla, 80 ár.
Johan Wang Niclasen, Hestur, 70 ár.
C
M
Y
K
39
38