Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 7

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 7 VIKUSKIFTI TIPS FRÁ INNU Hjá summum merkir summarfrítíðin ein vælkomin stegur frá skúlalesnaði, Hjá øðrum er tað nú, vit fáa tíð at seta okkum niður og njóta góðar bøkur. Her eru nøkur tipp um nýtt og gott, ið er komið út seinastu tíðina inna@sosialurin.fo Bestu summar bøkurnar Drotningin handan »chick-litt« genruna, Marian Keyes, er ættað úr Írlandi, og nógv av søgugongdini í hennara bókum fer fram í høvuðsstaðnum Dublin. Bøkurnar um systrarnar Walsh eru metseljarar. Nú eru tvær nýggjar komnar, ið tó ikki eru um somu familju, men óivað líka stuttligar sum tær fyrru. Danska bókin »Sumobrødre« av Morten Ramsland er hansara fyrsta bók síðan bestseljaran »Hundehoved«. Hendan bókin er um barndóm hansara uttan fyri Odense, og hóast at høvundin ikki vil vera við, at hon beinleiðis er tikin úr hansara egna barndómi, er nógv, sum líkist Fyri okkum, ið gjørdust trøllabundin av »Da Vinci- koden« og »Engle og demoner« er triðja bókin um hetjuna Robert Langdon meira enn vælkomin. Í hesi bókini er høvundurin Dan Brown í amerikanska høvudstaðnum Washington, og sum í undanfarnu bókunum eru tað symbol og tekin, ið leiða søguna frameftir Lars Kepler er pseudonym fyri tveir høvundar, Alexandru og Alexander Ahndoril. Fyrsta bókin hjá Kepler »Hypnotisøren« hevur leingi ligið á topplistunum yvir best seldu bøkur. Sjálv havi eg júst lisið hana, og eg má siga, at hon er ein rættur »síðu- vendari«. Tað ber næstan ikki til at leggja hana frá sær Vampyr-fepurin er ikki liðugur. Høvundurin Stephanie Meyer hevur júst givið út sína fimtu bók um vampýrin Edward og unnustuna Bellu. Fyrsta bókin í røðini »Skýming« er umsett til føroyskt. Bøkurnar hjá Meyer verða samanbornar við Harry Potter bøkurnar, men tær venda sær til ungdómar og vaksin Halló Anna... ...Hvat eyðkennir eina góða summarbók? – Tað sama sum allar aðrar góðar bøkur. At málið er so gott, at tú næstan ræðist, og at tú ikki ordiliga ert sama menniskja aftaná at hava lisið hana. Eg havi ongantíð skilt hatta við at ein summarferiubók skal vera »lættari« enn aðrar – jú kanska í stødd og vekt, so tú kanst hava hana við tær í reyvalummanum… Hvørjar bøkur vil tú viðmæla at vit taka við okkum í heingikoyggjuna? – Onkran klassikara, tú ikki hevur lisið ella hevur hug at lesa umaftur. Av nýggjari klass ik­ ararum, havi eg hug at viðmæla Revo lutionary Road eftir Richard Yates. Og so Don Quixote til dømis í tí eldra klassikara end­ anum, alt eftir, hvussu langa summarferiu tú hevur. Eg vil eisini avgjørt viðmæla Renselse eftir Sofi Oksanen – ein bók, sum tú nokk ongantíð fært rist av tær aftur. Skal tað vera okkurt føroyskt, hevði eg tikið Tórodd Poulsen og hansara yrkingasavn Útsyni við mær í heingikoyggjuna – tað má vera nakað av tí besta á føroyskum í nýggjari tíð. ...Hvørja bók ætlar tú sjálv at lesa í feriuni? – Fari nokk at tríva í aftur På sporet af den tabte tid eftir Marcel Proust, tí eg var nakað ung, tá eg læs hana í síni tíð. Eg lesi sjáldan ævisøgur, men havi hoyrt, at ein nýggj ævisøga um amerikanska høvundan Raymond Carver júst er komin. Hana havi eg hug at lúra í fyri at vita, hvat tað tað er fyri eitt menniskja, sum skrivar so sermerktar stuttsøgur, sum Carver. Havi eisini hug at kanna onkur av uppskotunum til Norðurlanda Bókmentavirðislønina í ár nærri, til dømis skaldsøguna Imot Kunsten eftir Tomas Espedal. Anna Ellingsgaard bókaummælari Hetta lesi eg sjálv í sólstólinum í summar »Høstoffer« eftir Mons Kallentoft Havi lisið hansara fyrru bøkur »Sommerdøden« og »Midvinterblod« – báðar sera góðar og spennandi. »Bree Tanners korte liv efter døden« eftir Stephanie Meyer Eg eri bitin vampýrlesnaði – so fimtu bókin í røðini hjá Stephanie Meyer fari eg helst eisini at lesa. »Fånge i Hundpalatset« eftir Martina Haag. Chick-litt á svenskum er Martina Haag best til. Hon fær meg at flenna, tá hon skemtiliga skrivar um strævna lívið við smábørnum, hundum og manni.