fríggjadagur 18. juni 2010síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
8
VIKUSKIFTI
Hvussu er lagið?
Fínt, takk!
Nær fær tú summarfuglar í búkin?
Tá ið eg standi uppi á startskamlinum
til eina stóra kapping.
Hvat ert tú
glaðast fyri við
tær sjálvum?
At eg havi typu-
1 vøddafibrar.*
Nær lærdi tú teg at svimja?
Tá ið eg var 6 ár byrjaði eg at svimja við Vágs
Svimjifelag. So tað var um tað mundi.
Hvat dámar tær best at svimja?
Eg eri crawl svimjari »all the way«. Geri
meg næstan fyri skommum í hinum svimji-
greinunum, samanborið við crawl.
Hvør er kendasti
persónur tú
hevur hitt?
Eg havi ikki
persónliga
tosað við Michal
Phelps, men eg
havi hitt hann.
Hann man vera
tann kendasti
higartil!
Er tú ríkur?
Kapitalurin er ikki tann størsti, men eg føli
meg ríkan av øðrum, sum familju, damu og
tí, ið eg havi fingið burtur úr við svimjingini.
Nær græt tú seinast?
Tá eg kom aftur frá junior EM í Serbia
august 2008. Tá græt eg fyri fleiri
ár haldi eg – tað var stórt!
Hvat er besta stað á jørð?
Vágs svimjihøll ella Skálabeiti.
Eg eri nokkso heimkærur!
Hvat er tað mest
romantiska tú
hevur upplivað?
Tað er ikki at taka
dagar ímillum,
men tað hevur
avgjørt verið
onkur hending
við damuni.
Hvat ger teg glaðan?
At svimja skjótt, positiv fólk, at hava eina
so stuðlandi familju og damu, og at koma
heim eftir ein langan túr uttanlands.
Hvat ger teg illan?
Tá ið eg ikki livi upp til mítt potentiali.
Um tú var eitt djór, hvat skuldi
tað so verið og hví?
Svørðfiskur, tí hann svimur 110km/t.
Hvat heldur tú vera løgið?
At tað eru so nógv fólk í Evropa,
ið ikki duga enskt.
Er tú bangin fyri
at gerast gamal?
Hugsi ikki so
nógv um tað,
so tað man ikki
vera so galið.
* Tað eru trý ymisk sløg av vøddafibrum.
Nummar eitt er tann áhaldnasti av teimum.
pál joensen
Tá græt eg
fyri fleiri ár
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
Navn: Pál Joensen
Aldur: 19 ár
Starv: lesandi og svimjari
Bústað: Vágur
Familja: Kaj Joensen og Thurid Kjærbo
Brøður: Elmar og Eyðbjørn Joensen
Fakta Pál