fríggjadagur 18. juni 2010síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 96 · 18. juni 2010
20
VIKUSKIFTI
brúdleyp
Inna Törnroos
inna@sosialurin.fo
Daniel Westling, ið brúðgómurin eitur,
er ættaður úr lítla býnum Ockelbo
í Norðursvøríki. Uppvøksturin var
sum hjá vanligum svenskum børnum.
Mamman starvaðist á posthúsinum
og pápin innan kommununa. Hann
hevði eina stórasystur. Tá onnur
børn sótu heima við skúlabøkrunum,
var Daniel úti á skoytum og spældi
íshockey. Ítrótturin var longu tá ein
týdningarmikil partur av lívi hansara.
Tá hann nógv ár seinni valdi sær
útbúgving, var tað innan ítrótt.
Eftir lokið prógv byrjaði hann at
arbeiða sum persónligur venjari, og
stovnaði saman við einum vinmanni
venjingarsentrið »Master training« til
tey ríku og kendu.
Har hittust hann og Victoria. Hon
var nýliga afturkomin úr USA, har hon
hevði fingið sær hjálp fyri etingarólag,
eisini kallað anorexia. Tey gjørdust
vinir, og sum tíðin leið gjørdust tey
forelskað.
Í joggingbuksum og keppi
Daniel var tá mest kendur sum ein, sum
gekk í joggingbuksum og keppi, og fá
vóru tey, ið væntaðu, at hann sjey ár
seinni skuldi giftast krún prinsessuni.
Men árini gingu og myndirnar
av parinum gjørdust fleiri og fleiri.
24. februar í fjør kunngjørdi svenska
kongs húsið, at Daniel Westling og krún
prinsessan Victoria vóru trúlovað.
Longu tá var eisini sagt,
at brúd leyp ið ikki fór at
verða fyrr enn summ arið
2010. Orsøk ina til tess
fingu vit at vita nakrar
mánaðir seinni, tá Daniel
varð inn lagdur á sjúkrahús og fekk
nýtt nýra frá pápa sínum.
Hann hevur eina viðfødda sjúku í
nýrunum – sum ikki er arvalig – hevur
kongshúsið upplýst. Skurðviðgerðin var
væleydnað, og Daniel er frískari nú enn
nakrantíð.
Klædning og brillur
Daniel í keppi og joggingbuksum
broytt ist til Daniel í klædningi og
brill um.
Fyritøkuna, ið hann og ein vinmaður
hava bygt upp og har hann er stjóri í
løt uni, gevst hann í, tá hann og krún
prinsessan verða gift. Hann verður tó
sit andi í nevn dini.
Fyri nøkrum vikum síðan varð
nógv gitt um, hvønn tittul, Daniel fór
at fáa. Greivi, prinsur og hertogi vórðu
nevnd. Tá lýst varð fyri parinum fyrr
í mánaðinum, gjørdist tó greitt, at
kongurin, Carl Gustaf, hevði avgjørt at
geva komandi versoninum prinsatittul.
So eftir 19. juni verður Daniel kallaður
Hansara Kongaliga hátign Prins
Daniel.
Nú fáa tey
hVøNNaNNaN
Victoria, krúnprinsessa í sVøríki, og Daniel, persónligur Venjari úr ockelbo.
tað er ómaka parið, ið leygarDagin Verður Vígt í storkyrkan í stockholm.
saman gerast tey bæði kongalig, og Vígslan fer í søguna sum fyrsta
sVenska krúnprinsessuVígsla Við einum borgarligum manni.
Soleiðis verður
dagurin
13.30 Kringvarpið byrjar at senda
14.30 Vígslan í Storkyrkan í
Stockholm.
15.40 Kortega og ferð við
kongasluppini Vasaorden
16.40 Tey nýgiftu koma til
Logården
17.00 Sungið verður fyri teimum
á Lejonbacken
19.00 Brúdleypsveitsla á
kongaliga slottinum.
Hesi fara í brúdleyp
Eitt kongaligt brúdleyp er nakað, sum savnar kongalig úr
øllum heiminum. Til brúdleypið hjá Victoriu og Daniel verða
ymiskar veitslur og hundraðtals gestir. Hesi í Norðurlondum
hava sagt ja til innbjóðingina:
• Úr Noreg: Harald kongur, 73, og Sonja drotning, 72. Haakon
krúnprinsur, 36, og krúnprinsessan MetteMarit, 36. Ingrid
Alexandra prinsessa gongur við í brúðarfylginum. Prinsessa
Martha Louise, 38, og maður hennara, Ari Behn, 37.
• Úr Danmark: Margrethe drotning, 70, og Henrik prinsur, 76.
Frederik krúnprinsur, 42, og Mary Elizabeth krúnprinsessa,
38. Christian prinsur gongur við í brúðarfylginum. Bene
dikte prinsessa, 66, og maður hennara, Richard av Sayn
WittgensteinBerleburg, 75. Børnini hjá Benedikte fara
eisini.
• Úr Finnlandi: Tarja Halonen og maður hennara Pentti
Arajärvi.
• Úr Íslandi: Ólafur Ragnar Grimsson presidentur og kona
hansara Dorrit Moussaieff.
Kelda: Expressen
Um tú vil ynskja
Victoriu og Daniel tillukku,
kanst tú gera tað á heimasíðuni
www.kungahuset.se
mynd: Kungahuset
Kongasluppi
»Vasaorden«