Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-18, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juni 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 96 · 18. juni 2010 23 VIKUSKIFTI Øll, sum eru góð foreldur, duga at vera foreldur, eiga at sleppa at eiga og hava børn, tað er at vera foreldur. Sama um tey eru hinskynd, samkynd, tvíkynd ella hvørkikynd. Einasta krav: góð foreldur. Eg eri sum sagt púra samdur við tey, sum eru so býttdjørv at siga slíkt hart og alment her í kúgaða hjá­ landinum á jørð hjá Himmiríki. Og sum harafturat, nú skriðan kort ini er lopin og buldrandi á veg oman, eisini tora st siga hart, at sjálv andi eiga samkynd at sleppa at ættleiða børn. Tí tveir menn ella tvær kvinn­ ur eru nógv betri foreldur enn nógv foreldur, har annað er kvinna og hitt maður og bæði reyvar hol. Foreldur, sum einki nytta sum foreldur, kosta okkum avgjalds gjald­ arum og skatt gjaldarum eina rúgvu av pengum, sum kundu verið brúktir til tunlar ella ítróttar hallir. Tí samfelagið noyðist at vera barna genta og dadda hjá teimum, sum ikki eru góð foreldur, men sleppa at eiga børn upp í leypar, har avkomini so verða liggjandi uttan at eiga nakran góðan uttan okkum skattgjaldarar. Ivaleyst er hetta eitt av hesum kristnu lívsgrundarlagsvirðunum, at Gud og hvør maður og hvør kvinna eiga at sleppa at eiga børn. Forboðin fosturtøka er eisini krist ið virðisgrundarlag. Tey kalla tað fosturdráp. Dráp er meira meira ræðandi og sannførandi og selur boð­ skapin betur enn tøka. Tað undarliga er so, at øll, sum vilja ættleiða sær eitt barn, altso tey hinskyndu, tey samkyndu sleppa ikki, øll skulu tey gjøgnum eina kanning, sum søktu tey starv í CIA ella skuldu tey sendast til mánans. Tað er ikki bara at banka uppá hjá Ríkisumboðnum og siga, at nú vilja vit ættleiða eitt barn og so fáa tey ein bíleggingarseðil og eitt út flýggj anar­ skjal upp á eitt stykki barn. Nakað sum at loysa út í goml um døgum. Nei, nei, bara fólk, sum fáa ríkis­ stemplið »góð foreldur«, sleppa at ættleiða. Men tey, sum sjálvi kunnu gera sær børnini, sleppa undan øllum hesum roksinum. Tey gera bara børn ini. Spyrja ongan og eingin spyr, eingin setur krøv. Eingin sigur, at tað er ikki bara at duga at gera børn, minst líka umráðandi er at duga at hava børn. Tey fáa sær bara børn. Eingin kannar tey í høvd ella reyv eftir kekk­ listanum hjá Mossad. Onkur politisk ideologi, sum held­ ur ikki vil loyva samkyndum nakað, hevur tað, hon kallar eina loysn. Bara nøkur úrvald, eitt úr valdslið av kvinnum og monnum, áttu at sleppa at eiga børn. Men tílíkt dámar okk um siðmentaðu sjálvandi ikki. Tað er ein manna rættur at sleppa at eiga børn og ikki ein politisk raðfesting til frama fyri tað fullkomna sam felagið. Fólk gera ikki børn við heilan um. Men heili krevst fyri at hava børn. Eingin fyrimynd er heldur at hella seg til. Hóast javnan nevndur pápi, átti Jesus eingi børn. Og ikki ber til at seyma fyri ella binda knút á. Tað er forboðið. Vit búgva jú í einum fólkaræði. Í einum fólkaræði ræður meiri lutin. Tað, sum meirilutin sigur, er altíð rætt. Og meirilutin heldur, at øll eiga sjálvsagdan rætt at føra ættina víðari – og álagda skyldu. Arvasyndin, hvør er hon? Meirilutin ræður, flest merkir best, og meirilutin er lagaligur. Meirilutin heldur til dømis, at tað er frægari, at ein landsstýrismaður brýtur tríggjar lógir í staðin fyri eina. Skal tað vera gildi, so lat tað vera gildi. Meirilutin heldur eisini, at fólk, sum eru góð foreldur, eiga ikki at sleppa at uppala børn til at blíva góð foreldur. Barnafjas UmaftUrafturum høgni djurhuus Nýggj tænasta suðuroyar sparikassi hevur seinastu árini fleiri ferðir havt øðrvisi tilboð til sínar kundar, og nú er líkt til, at sparikassin í suðuroy enn einaferð gongur undan í føroyska fíggjarheiminum. Á heimasíðuni hjá suðuroyar sparikassa bar til at lesa um tænastur hjá teimum. Ein av teimum er – altso sambært heimasíðuni – hvítvasking. Surprise! Fiskimálaráðið umsitur stuðul til fiskivinnuroyndir Vinnublaðið Tað má verða líka frætt Oljufeløg rýma úr Meksiko­ flógvanum Portalurin Trúi hann var her... Pál til Evropa Portalurin Gekk beint ígjøgnum hurðina Tað var 4. mai, at maðurin bíðaði uttanfyri Føroya Rætt við knívi og tá ið varafútin gekk ígjøgnum úthurðina leyp hann á og stakk Finn Ougaard djúpt í lærið. Portalurin Tað fimtstørsta er nakað lítið Heimsins fjórðstørsta vatn uppturkað Sosialurin Skipið ella flaggið? Dannebrog skal liggja við Bursatanga Dimma Dómarar uttan kappa? Nakin bróst í Hægstarætt Portal.fo Restin er ikki í formi 10 væl vandir HM­leikarar Dimma ranga í strúpan Politiið í grind Ein brúkari av heimasíðuni nym.fo hevur funnið hesa myndina av grindadrápi í sandoynni. hann heldur, at Paul Watson fer at siga okkurt, tá ið hann sær, hvør er við í grindadrápinum. Barnabøkur, sum kiksaðu Vit kenna øll søgurnar um harry Potter. Børn kring allan heimin hava lisið bøkurnar, og fáar bókarøðir hava selt eins nógv eintøk. Men tað eru eisini barnabøkur, sum ongantíð blivu tað stóra. Til dømis hesar: • Heimagjørdir fallskýggjar • Tá mamma tín og pápi tín ikki vita svarið • Soleiðis byrjar tú eina fyritøku við pengum frá mappuni hjá pápa tínum • Harra Gaffil og Frú • Stikkkontakt blíva góðir vinir • Soleiðis doypir tú kettuna hjá tær • Vinn spæliplássi við yvirgangi • Soleiðis fært tú mammu og pápa tín at skeldast