mánadagur 21. juni 2010síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. juni · Nr. 97
4
Sosialurin
Fríðka um til
drotningarvitjan
DROTNINGARVITJAN Nógvastaðni í Føroyum verður fríðka um í hesum
døgum, serliga har, ið drotningin kemur á vitjan
Leo Poulsen
Um eina lítla viku kemur
Margretha,
drotning,
og
Hendrik, prinsur á vitjan í
Føroyum.
Vitjað verður rættiliga
víða og lagt verður fyri í
Havn. Fyrst gongur leiðin
út í Tinganes, har løgmaður
tekur ímóti, og síðani fer
fylgið niðan í Løgtingið, har
løgtingsformaðurin, Hergeir
Nielsen, tekur ímóti.
Úr Tinginum verður farið
niðan í Hoyvíkar kirkju,
har
Jógvan
Fríðriksson,
biskuppur tekur ímóti. Ein
guðstænasta verður hildin og
síðani verður ein biti boðin í
kirkjukjallaranum.
Seinnapartin
verður
vitj að í skúlanum við Løg
mannabreyt, har regentparið
heilsar upp á starvsfólk og
næmingar. Edward Fuglø
hevur prýtt skúlan við sínum
listarverkum, og hann verður
sjálvur til staðar.
Síðani fer drotningin at
vitja nýggju fimleikahøllina,
Fimi, meðan Hendrik, prins
ur, vitjar á sjósavninum.
Eft ir hetta vitjar prinsurin
hhjá Reyða Krossi, har Súni
Vinther,
formaður,
tekur
ímóti og vísir runt. Vitjanin
endar við einum siglitúri við
bjarg ingar bátinum, LÍV.
Um kvøldið verður døg
urði á Hotel Føroyum, har
regentparið eisini vitjar eina
listaframsýning.
Til Mykinesar
Mánadagin 28. juni vitjar
drotningin og prinsurin í
Myki nesi, har Suni Jacobsen,
borgarstjóri í Sørvági, tekur
ímóti. Kommunan bjóðar ein
bita at eta har úti.
Seinnapartin verður fyrst
vitjað í Miðvági, har Albert
Ellefsen, borgarstjóri tekur
ímóti við Krígsmuseumið.
Vágakórið framførir í hesum
sambandi.
Eftir hetta verður so far
ið til Vestmanna, har borg
arstjórin, Karl A. Olsen sigur
nøkur orð. So verður vitjað
á Fiskivinnuskúlanum og á
Søgusavninum. Síðani vitjar
drotningin kirkjuna, meðan
prinsurin vitjar SEVverkið
og ungdómshúsið »Staðið«.
Um kvøldið bjóðar Vest
manna komm una til døgurða
í Fiskivinnuskúlanum.
Dagin eftir fer regentparið
kenda túrin undir Vest
manna bjørgini, áðrenn leið
in verður løgd til Koltur.
Borgarstjórin í Havn, Heðin
Mortensen, og koltursbóndin,
Bjørn Patursson taka ímóti,
og síðani verður spákað
gjøgnum
gomlu
bygdina,
sum verður umvæld, millum
annað við fimm milliónum
krónum úr A. P. Møller
grunn inum.
Víst verður runt í nýum
vælda húsinum, Niðri í Húsi,
har kommunan bjóðar ein
bita at eta.
Seinnapartin
verður
far ið
í
Klæmintsgjógv
í
Hesti, har skipað verður
fyri einari konsert. Harfrá
fer
regentparið
umborð
aft ur á Dannebrog, sum
siglir inn til Runavíkar. Har
bjóðar Magnus Rasmussen,
borgarstjóri, vælkomin og so
verður vitjað á Bakkafrost,
og um kvøldið er kommunan
vertur við ein døgurða í Løks
høll.
Norðoyggjar
og Skúvoy
Mikudagin 30. juni siglir
Dannebrog av Runavík til
Klaksvíkar, har Gunvá við
Keldu tekur ímóti. Síðani
gongur leiðin út í Kunoy, har
borgarstjórin, John Damberg,
bjóðar vælkomin. So verður
nýumvælda vatnmyllan vitj
að og spákað verður gjøgnum
plantaguna.
Haðani liggur leiðin so
aftur til Klaksvíkar og Føroya
Bjór, har varaborgarstjórin,
Jógvan Skorheim og Einar
Waag, stjóri á Føroya Bjor,
taka ímóti og vísa runt á
bryggjarínum.
Síðani fer drotningin á
vitjan á Húsarhaldsskúlanum,
har Gunvá við Keldu og
Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúla
leiðari, taka ímóti og vísa
runt, meðan prinsurin vitjar
umborð á skúlaskipinum,
Dragin.
Seinni vitjar parið á Norð
oya Fornminnissavni, har tey
eisini eta frokost.
Seinnapartin
vitj ar
regent parið so Norðoya tunn
ilin, har Uni Danielsen, stjóri,
vísir ljósskipanina og vatn
uppsamlingsbrunnin.
1. juli er seinasti vitjanar
dagur, og tá gongur leiðin til
Skúvoyar og Stóru Dímun. Í
Skúvoy tekur borgarstjórin,
Harry Jensen, ímóti og farið
verður í skúlan, har ein fram
sýning um fuglaveiði í oynni
er uppsett. So gongur leiðin
til Stóru Dímun, har hugt
verður eftir umstøðúnum og
náttúruni.
Vitjanin endar við einum
tíðindafundi, sum verður
hildin í gamla pakkhúsinum
í Bø, áðrenn Danebrog setur
kósina móti Danmark aftur.
FRÍÐKAN
Fríðka verður um
nógvastaðni, millum annað
her á Kongabrúnni, har
gomlu stabbarnir eru
tiknir burtur og nýggjur
gelendari verður settur upp
Mynd: Jens Kristian Vang