Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juni · Nr. 97 6 Sosialurin Randi Jacobsen Lagið er alt annað enn gott heima í íbúðini hjá Maj-Britt og Inga Dam Jacobsen í Havn. Hann kom leygardagin aftur til Føroya til eitt barnleyst heim. Eingin Markus. Foreldrini hava framvegis ikki mist vónina um at fáa aftur Markus, sum mynd- ug leikarnir tóku frá teimum fyri júst eini viku síðan. Men tíðin arbeiðir ikki við teimum. Fríggjadagin skrivaði fólka tingslimurin Høgni Hoy dal til Lars Barfoed, løg- mála ráð harra og bað hann fara inn í málið um etiopiska dreingin, sum varð tikin frá ætt leiðingar foreldrum sínum í Føroyum. Í brævinum greiðir hann í stuttum frá málinum og kemur eisini inn á, hvat drong urin hevur upplivið, síð an hann varð ættleiddur. Millum trý lond – Tað má í fyrsta umfari vera eitt stórt umskifti fyri eitt hálvtannað ára gamalt barn at flyta úr Etiopia til Føroya. Harnæst hevur hann í hálvan triðja mánað búð í Føroyum og hevur knýtt seg til síni nýggju foreldur, mál og umstøður. Nú er hann so, við stuttari ávaring, tikin frá foreldrum sínum og sendur á barnaheim, í triðja landinum Danmark. Soleiðis er Markus eftir trimum og einum hálvum mánaði fluttur millum trý lond og trý ymisk mál, skrivar Høgni Hoydal í brævinum. Hann biðjur løgmálaráð- harr an um at fara inn í mál- ið og tryggja, at øll neyðug atlit eru tikin og at øll máls gongdin hevur verið røtt við atliti til umsiting, menniskaliga kostnaðin og barnsins tarv. Leygardagin setti Bjørt Samuelsen, løgtings kvinna ein grein 52a spurn ing til Anniku Ol sen, lands stýris- kvinnu í rættar mál um, um rættar trygd ina hjá børn um og for eldrum í sam bandi við ætt leiðing. Málið um Markus er høvi hennara at seta henda spurning, sum tó meira er av prinsippiellum slagi, og spurningarnir eru fleiri. Nóg góðar reglur? Bjørt Samuelsen vil hava at vita, um reglurnar og manna- gongdirnar í sambandi við ættleiðing í Føroyum virka nóg væl, tá ið tað ber til at taka eitt barn aftur frá ætt- leiðingarforeldrunum. Hon kemur eisini inn á, um tað í Føroyum ber til at taka eitt ættleidd barn frá foreldrunum, uttan at barnaverndin verður eftir- spurd, og um ættleidd børn eru undir somu rættartrygd sum onnur børn. Bjørt Samuelsen spyr eisini, um føroysk ætt leið ing- ar foreldur sleppa nóg væl at føra fram síni sjónarmið, og um nøkur stig kunnu takast til tess at bøta um skipanina og binda fyri, so mál av hes- um slag ikki kunnu henda. Ættleiðingarfelagið er skelkað av, at tað kann bera til at taka eitt lttleitt barn aftur frá familjuni. Felagið heitir tí á Ríkisumboðið um at koma við greiðum út- meldingum um, nær slíkar avgerðir kunnu henda, og hvørji viðurskifti kunnu føra til hetta. Heðin D. Poulsen, formaður í Ættleiðingarfelagnum veit um onkur føroysk foreldur, sum nýliga hava ættleidd barn og rista í brókunum fyri, at teirra barn eisini verður tikið aftur. Karina fann friðin í Frelsunar­ herinum Kvinnur landa fisk í Vági Tað verður hart, men vit yvirliva í Voda­ fone­ deildini Komandi OYGGJA­ BLAÐ: JÓAN­ SØKA Vilja vinna allar róðrarnar Spell at eingin býr í Víkabyrgi Mikudagin setur Sosialurin serligt fokus á Vág, sunnaru helvt av Suður oynni og jóansøkuna. Les í hesum blaðnum m.a. hetta: Tey bíða og vóna Markus Mai­Britt og Ingi Dam Jacobsen, sum ættleiddu etiopiska dreingin Markus, sita framvegis máttleys og bíða eftir, hvat danski løgmálaráðið og føroyska landsstýriskvinnan í rættarmálum siga til, at drongurin varð tikin frá teimum Maj-Britt og Ingi Dam Jacobsen eiga nógvar myndir av Markusi. Nú er ein vika liðin, síðan drongurin varð tikin frá teimum