Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juni · Nr. 97 36 Sosialurin Eirikur Lindenskov Myndir: Jens Kristian Vang Fríggjadagin var stórur føðingardagur hildin í Norðurlandahúsinum í sambandi við, at Hanus G. Johansen fylti seksti. Klingran var fullsett, og millum tey sum heiðaru Hanusi vóru Helena Dam Neystabø, landsstýriskvinna í almannamálum, Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, vinmenn so sum Rudolf Joensen og Egi Dam. Hanus framførdi eisini saman við Aldubáruni, Egi Dam las yrkingar hjá Pól F. og gentukóri Cantabile sang eisini saman við Hanus. Í sambandi við føðingar­ dagin varð givin út fløga við fimm av hansara løgum til yrkingar hjá Hans J. Glerfoss, »Eitt blað eg á kann skriva«, kallast fløgan. Tað er Jens L. Thomsen, sum hevur fram­ leitt fløguna. Løgini til tær fimm yrk­ ingarnar hjá Hans J. Glerfoss hevur Hanus gjørt millum 1979 og 1990. Leygarmorgunin helt føðingardagurin hjá Hanus fram í Leikalund í Klaksvík, har Hanus hugleiddi um nýggju fløguna. Hann greiddi frá løtum saman við Hans Jacob Gler foss og m. a. at hann á einum lítlum biltúri fekk eina yrking frá Hans Jacob Glerfoss, hann skrivaði eftir ferðini, sum Hanus í somu stund gjørdi lag til. Hansara fyrsta lag til yrking av Hans Jacob Glerfoss varð gjørt til yrkingina »Yrking um lívsins yrking« í 1979. Hanus, sum eisini er væl kendur í Mikladali, hevði eisini gjørt lag til »Mylláin« hjá Hans Jacob Glerfoss, sum er føddur í Mykladali – Mylláin er vakra áin, sum rennur gjøgnum bygdina og eisini til mylluna niðast í bygdini – áin kann siga manga søguna, eisini um tey mognu, sum hava skoðað hana. Eftir konseritna og hugnaløtuna í Leikalund beyð Hanus til kaffi og eina serliga lagkøku, sum var gjørd til Hanus. Hanus var í góðum hýri og kendi seg rættiliga heima og fekk eitt gott prát við tey mongum, sum vóru komin at ynskja Hanusi tillukku. 21. august í ár ­ á Sjó­ manna degnum ­ verður ein størri konsert í Bad minton­ høllini, Hanusi G. Johansen til heiðurs. eirikur@sosialurin.fo Fjøldin fagnaði Hanusi Myndir: Dávur Winther