Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-21, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juni 2010síða 38

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juni · Nr. 97 38 Sosialurin Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Kampingtreff verður á Savngaskarði frá miku deg­ num 23. juni til mánadagin 28. juni. Meðan kampingtreffið er, verður B68­dagur eisini hildin á Svangaskarði leyg­ ardagin 26. juni. Fríggjakvøldið tann 25. juni verður felagsborðhald, har kampistarnir koma við sínum mati til fe lags­ borð haldið. Fríggja kvøld­ ið verður eisini ung dóms­ diskotek, og dansur við Robin Walthers verður leyg arkvøldið í teltinum á rennibreytini. Á Svangaskarði eru allir hentleikar. Á økinum fæst el og vatn, og umstøður eru til at tøma rottangan, eins og atgongd er til bæði wc og brúsu, sigur Haldur Gaardbo á Toftum, sum er samskipari av kamp ing­ treffinum og B68­degnum. Tað er felagið »camping.fo«, sum skipar fyri treffinum. Meira upplýsingar eru á heimasíðuni www. camping.fo Kampingtreff á Svangaskarði TOYOTA keypt se Á Svangaskarði er nokk av plássi og góðar umstøður til kampingvognar Tesla Model S verður ein kollvelting, tá hann kemur á marknaðin í 2012. Bilurin hevur næstan 300 hk, koyrir frá og 0-100 km/t upp á 6 sekund, og toppferðin verður uppá næstan 200 km/t. Bilurin koyrir 480 km upp á eina løðing, og battaríini kunnu løðast upp á einans 45 minuttir