mikudagur 23. juni 2010síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
mikudagsblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Tann fyrr so vælkendi leski
drykkurin, Hawaii Dream,
sum fekst frá Føroya Bjór
líka síðani 1954, er nú aftur
komin á marknaðin.
Í novembur 2007 varð
avgjørt á Føroya Bjór bert
at framleiða sodavatn við
náturligum litevni. Tískil
steðgaði øll framleiðslan av
m.a. Sport, Peru, Citrón og
Hawaii sodavatni.
Men fyri stuttum kom
tann góða gamla Sport
soda vatnin aftur á føroyska
marknaðin. Smakkurin er
tann sami sum fyrr, men
hesaferð er sodavatnið uttan
litevni.
Nú er Hawaii eisini fram
leitt í 0,5 ltr fløskum. Hawaii
sodavatnið kom fyrstu ferð á
føroyska marknaðin í 1954.
Kendi
danski
rapparin
Niarn verður gestur hjá
The Dreams á Summar
Festivalinum.
Niarn
byrjaði
sína
yrkis leið sum rappari í
undirgrundsumhvørvinum
í Aalborg og Keyp manna
havn. Lívsførslan var ikki
altíð tann besta, men við
tíðini gjørdist hann alsamt
meira seriøsur við sínum
tónleiki.
Í 2005 kom fyrsta fløgan
hjá honum út. Hon kallaðist
Årgang ’79, og hann fekk
eina gullplátu fyri søluna
av hesari útgávuni. Síðani
hevur Niarn givið tvær
fløgur afturat út, umframt
at hann hevur verið sam
starvað
við
onnur
um
einstakar sangir.
– Eg haldi, at eg sum
rappari kann verða erligur.
Eg eri ikki bangin fyri at
vísa mínar ringu síður, og eg
rappi ikki bara um, hvussu
harður eg eri, sigur Niarn.
– Hóast eg kann tykjast
harður, so eri eg bleytur og
sárbarur innaní, og eg eri
sera kensluríkur. Allir mínir
sangir snúgva seg um mínar
kenslur og meiningar, sigur
hann.
Niarn er nú farin at
samstarva
við
føroyska
rockbólkin The Dreams á
konsertum í Danmark, og tá
The Dreams fara at spæla á
Summar Festivalinum verð
ur Niarn gestur á pallinum.
Niarn á Summar
Festival
Rósur til
Eyðun og
Javnstøðu
nevndina
Bjørt SamuelSen
kjak á Síðu 12
Lands
stýrið og
korruptión
john johanneSen
kjak á Síðu 13
H
erluf er væl skikkaður«
til starvið sum aðalstjóri
í Uttanríkisráðnum. Tað
sigur Kaj Leo Johannesen, Føroya
Løgmaður, hóast ein setanar nevnd
sigur nakað annað og tí hevur mælt
til, at Herálvur Joensen, sendimaður
Føroya í Keypmannahavn, varð
settur í starvið.
Tað eru fleiri viðurskifti lands
stýrinum viðvíkjandi, sum tykjast
rættiliga margháttlig í hesum døg
um. Viðvíkjandi setanini av aðal
stjóranum
í
uttanríkisráðnum
gongur løgmaður, stuðlaður og
veg leiddur av Jørgen Niclasen,
uttan ríkisráðharra,
beint
ímóti
innstillingini hjá meirilutanum í
setanarbólkinum og hann fylgir
innstillingini
hjá
tveimum
av
starvsfólkunum í Uttanríkisráðnum
– fólk, sum eru beinleiðis knýtt at
Herlufi Sigvaldsyni og uttan ríkis
ráðharranum. Her tykist valda ein
gegnistrupulleiki, sum løgmaður
og uttanríkisráðharrin eru farnir
heldur lætt um.
Í síðstu viku vóru eisini fleiri
órógv andi tíðindi. Eitt var, at
Jørgen Niclasen slapp at keypa
sær atgongd til tíðindi í Kringvarpi
Føroya, og at hann gjørdi eina
roynd eisini at keypa sær atgongd
til tíðindi í Rás. Hetta at ein ráðharri
setir síni fólk beinleiðis í samband
við einstakar journalistar uttan
um fjølmiðlaleiðslurnar er ein sera
ódámligur framferðarháttur – ein
framferðarháttur, sum Kringvarpið
heldur ikki átti at staðið modell til.
Eitt annað mál var tíðinda fund
urin eftir ríkisfundin í Skagen, har
løgmaður við óhepnum úttalilsum
um
stjórnarskipanaruppskotið
og um hvalaveiðu setti sinnini í
kók hjá sínum samstarvsfeløgum.
Men teir fingu so løgmann at
skera sína meining út í papp – so
hon betur sampakkaði við mein
ingina hjá Fólkaflokkinum og
Javnaðarflokkinum – í einum
nýggj um tíðindaskrivi.
Hvussu hesir tríggir floksfor
menn handla sínamillum er ilt
at vita. Men so nógvar óhepnar
støður upp á fáar dagar skapa
ikki júst álit um landsins leiðslu
og landsins leiðarar. Heldur beint
tvørturímóti.
Men vit hava ein stovn sum
Løgtingsins Umboðsmann, sum
av sínum eintingum kann taka
mál upp. Tað hevði verið sera
áhugavert at sæð, hvat hesin
stovnur heldur um tær avgerðir og
tær mannagongdir, sum eru nýttar í
landsstýrinum seinastu tíðina.
Spurningurin er, um løgmaður
veit best, ella um talan er um
ganska
almindiligan
politiskan
handilsskap – har menn við ymsum
klemmum á hvørjum øðrum kunnu
skalta og valta. Vónandi ikki, tí
tað er mønustingurin hjá allari
skipanini.
So nógvar óhepnar støður
skapa ikki júst álit
Hawaii Dream komið
afturíaftur
YPP er sprottið burtur úr
politiskari líkasælu, ráðaloysi
og óskili, sum ger, at vit ikki
vita, hvat vit skulu meina ella
halda, siga fyrireikararnir
av tiltakinum, sum verður í
Vágsbotni fríggjadagin.
Fríggjakvøldið kl. 19 hittast
líkasæl og ábyrgdarleys ung
og yppa øksl saman. Aftrat
YPPum verða tónleikur, røð
ur og skemt.
Ein keðilig ringrás av
hjálparloysi, ábyrgdarloysi
og líkasælu, sum bara ger
meiri og meiri um seg. Tí
kunnu vit bara yppa øksl,
siga fyrireikararnir.
Á skránni verða røður frá
millum øðrum Petur Pólson,
Annlis Bjarkhamar, Ludvík
Breckmann, Sjúrður Skaale,
Sunnevu
Háberg
Eyst ur
stein.
Av tónleiki verður 200,
Lyon Hansen og Jens Marni
Hansen.
barbara@sosialurin.fo
Føroyskir ungdómar Yppa øksl
Løgmaður veit best