Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 4 Sosialurin Áki Bertholdsen – Hetta fari eg undir ongum umstøðum at góðtaka. Kirstin Strøm Bech, borg­ ar stjóri í Vági, varð í øð ini, tá ið hon las greinina í Sosialin­ um mána dagin um nýggj­ astu ætl an ir nar, sum Rósa Samuelsen, lands stýris­ kvinna í almannamálum, hev ur á eldraøkinum. Og tann ætlanin er at niðurleggja yvir 30 pláss á ellis­og røktarheimum og á sambýlum og at flyta bú­ fólkið á onnur heim. Kirstin Strøm Bech hev ur nú eisini kannað mál ið í landspolitiska um­ hvørvinum og har hevur hon fingið váttað, at tað er hetta, sum liggur í kortunum hjá landsstýriskvinnuni í al­ mannamálum. – Eg havi enntá fingið upp spurt, at av teimum gott 30 plássununum, sum skulu niðurleggjast, skulu heili 13 pláss niðurleggjast í Suðuroy. Og tey eru øll á Tvøroyri! Talan er um átta fólk, sum búgva í tveymanskømurum á ellis­ og røktarheiminum á Tvøroyri, sum nú skulu flytast. Og harafturat er talan um fimm fólk, sum búgva í sambýli á Tvøroyri, sum ikki vera mett at vera nóg gott. Øll hesi 13 fólkini skulu nú flytast suður í nýggja ellis­ og røktarheimið, sum verður bygt í Vági. Sostatt vera tað suður­ oy ingar, sum skulu standa modell til yvir 40% av spar­ ingum á eldraøkinum í hes­ um føri. Samgongan lumpar Kirstin Strøm Bech sigur, at hetta fer hon undir ongum umstøðum at góðtaka. Hon er so fortørnað inn á hesa ætlanina, at hon sigur rætt og slætt, at, tekur javnaðarflokkurin undir við hesum, fer hon av álvara at umhugsa at melda seg úr flokkinum. Orsøkin til, at hon tekur hetta so illa upp, er, at verður hetta sett í verk, heldur hon, at samgongan hevur bæði lumpað kommunurnar í syðru helvt í Suðuroy og har afturat hevur samgongan eisini svikið tað lyftið, teir góvu teimum fýra komm­ ununum í suðuroyar syðru helvt, tá ið tær fóru undir at bggja nýtt ellis­ og røkt ar­ heim í Vági. – Vit hava spent okkum hart fyri og tikið stórt lán fyri at byggja ellis­ og røktarheim í Vági til 24 fólk. – Tað gjørdu vit fyri at loysa ein akuttan tørv á búplásssum til eldri eftir at ein kanning fyri nøkrum árum síðani vísti, hvussu stórur tørvur er á búplássum til eldri í Suðuroy. Kanningin visir nevniliga, at tað er tørvur á búplássum til yvir 30 eldri í Suðuroy. – Men fortreytin var eisini, at hetta skuldi skapa nýggj arbeiðspláss í oynni og at kommunrnar soleiðis skuldi fáa størri skattainntøkur og sostatt eisini betri møguleika at betala lánið aftur. Kirstin Strøm Bech sig­ ur, at mett varð, at hetta fór at skapa eini 40 nýggj arbeiðspláss í Suðuroy. Hetta var ein ætlan, sum eisini Sambandsflokkurin hjá Rósu Samuelsen var við til at gera. Undir ongum umstøðum Hinvegin staðfestir Kirstin Strøm Bech verður hendan ætlanin hjá Rósu Samuelsen sett í verk, er tað eitt dømi um, at samgongan ikki held­ ur givin lyfti. – Verður ætlanin hjá lands stýriskvinnuni sett í verk, fer hetta fyri at føra við sær, at 13 búfólk og tey størvini, sum hartil hoyra, bara verða flutt av Tvøroyri til Vágs. – So verður ikki talan um nýggj arbeiðspláss, tí so er væntandi, at tey, sum hava arbeitt við røktini av hesum fólkum, sum verða flutt av Tvøroyri til Vágs, bara fylgja við fólkunum suður. – Verður hendan ætlanin sett í verk, verður hendan royndin at nøkta tørvin á eldrabýlum, skotin í senk, hóast hesar fýra kommurnar í syðru helvt í Suðuroy hava sett seg í stóra skuld fyri at loysa ein akuttan tørv. – Tann, sum fær størstan ágóðan av hesum, er Tvør­ oyrar Kommuna. Hóast hon ikki vildi vera við til at byggja ellis­ og røktarheim í Vági, kemur hon at spara fleiri hundrað túsund um árið til sambýli, samstundis sum vit hava sett okkum í stóra skuld fyri at loysa ein akuttan trupulleika á eldraøkinum. Nú fýra nýggj ellis- og røkt arheim skulu byggj ast, hevur Rósa Sam uel sen, landsstýris kvinna í almannamálum, skotið upp, at nið- ur leggja yvir 30 pláss á sambýlum og ellis- og røkt ar- heimum. Búfólkini á teimum stovn- un um skulu síðani flyt ast á tey nýggju heimini, sum nú verða bygd. Sum vit greiddu frá í Sosial- inum mánadagin, er talan um fólk, sum búgva í sambýlum, ið ikki verða mett at vera so væl egnað. Talan er eisini um fólk, ið búgva á tvey manskømurum á ellis- og røktar- heim um, tí Rósa Sam uelsen heldur, at nú á døg um er tað ikki mann sømi- ligt at eldri fólk skulu búgva tvey saman á einum kamari, uttan har talan er um hjún. 30 fólk flytast Borgarstjóri setir hart ímóti hørðum SAMGONGAN LUMPAR Borgarstjórin í Vági følir seg lumpaðan av ætlanini hjá Rósu Samuelsen við sambýlum og ellis- og røktarheimum. Hon ger púra greitt, at tekur Javnaðarflokkurin undir við hesum, umhugsar hon at melda seg úr flokkinum Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági, sigur, at tað hava longu eini átta, níggju fólk søkt um pláss á nýggja ellis- og røktar- heim in um, sum verður bygt í Vági. Hetta er enntá áðrenn tey hava lýst tað leyst, at tað ber til at søkja inn á heimið og tað, at so nógv longu hava biðið um pláss, tekur hon sum prógv fyri, hvussu stórur tørvurin er. Fleiri søkt um pláss SvikiN Lyfti – Verður hendan ætlanin hjá Rósu Samuelsen sett í verk, hevur samgongan svikið tey lyfti, sum hon gav teimum fýra kommununum í Suðuroy áðrenn tær settu seg í stóra skuld fyri at byggja ellis- og røktarheim í Vági, og tað góðtaki eg ikki undir nøkrum umstøðum, sigur Kirstin Strøm Bech, borgarstjóri í Vági