Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 20 Sosialurin Oyggjablaðið Nú nærkast av álvara til ársins triðju stevnu - jóansøkuna í Vági. Henda stevna hevur nógv ár á baki, og spurningurin er enn einaferð, um hon hevur sama áhuga millum vágbingar í dag sum áður. Tann spurningin settu vit okkum at kanna. Inni í handilsmiðstøðini »Torgið« í Vági hittu vit nøkur av starvsfólkunum og viðskiftafólkum teirra. Spurningurin til teirra var hesin: Gleðir tú teg til jóansøkuna í ár? Gleða seg til stevnuna – Ja, tað er altíð stuttligt og spennandi á jóansøku. Eg gleði meg til hoppiborgina og annað slíkt. Kasandra Joensen, Vágur – Ja, eg eri øgiliga spent, tí eg skal sjálv rógva kapp. Sára Strøm Debes, Vágur – Eg eri øgiliga spent til kappróðurin. Eg eri sjálv ættað av Tvøroyri, men búgvi í Vági. Tí fegnist eg um at bátarnir av Tvøroyri og úr Vági hava klárað seg so væl. Sigrid Kærbech, Vágur – Ja, eg gleði meg til kappróðurin. Meinhard Edmund Vestureið, Vágur – Ja, tí at hon í ár er í Vági. Eg gleði meg nógv til kappróðurin, tí tað nú gongur so væl hjá Royndini Fríðu og Smyrli úr Vági. At sumbingar eru við báðum bátunum, ger ikki áhugan minni. Poul Erik Jacobsen, Sumba – Eg gleði meg serliga til stevnudystin ímóti B71. Hetta er seinasti dystur okkara áðrenn summarsteðgin, og her mugu vit bara hava trý stig. Henning Joensen, Vágur Minningar- guds- tænasta í kvøld Ársins jóansøku byrjar í roynd og veru í kvøld kl. 20 við eini minningargudstænastu í Vágs kirkju, við luttøku av Jógvan Fríðriksson, bispi. Minningargudstænastan er í samband við, at tað eru liðin 65 ár síðani at Seinni Heimsbardagi endaði. Undir gudstænastuni er ætlanin at minnast teir vágbingar, sum fórust av krígsávum. Í Vágs kirkju verða settar upp modellir av øllum skipunum úr Vági, sum fórust undir krígnum. Tað er Poul Nicla­ sen, vanliga nevndur Malle Poul sum hevur gjørt modell­ ini. Aftur á slóðina Á jóansøku fáa tey, sum hava áhuga í Vágs bygd og viðurskiftunum undir Seinna Heimsbardaga eitt gott høvi at fríska upp gomul minni. Bæði í Sjósavninum á Seglloftinum í Stóra Pakkhúsi og í Gamla Skúla eru framsýningar um hetta evnið. Á fyrra staðnum verða myndir, lutir og ann að at síggja. Og á seinna stað­ num verða model av øllum skipunum úr Vági, sum fórust undir krígnum. Poul Niclasen (Malle Poul) hevur gjørt modellini. Útisetar vitja Jóansøkan bjóðar eisini uppá sang og tónleik við føroyskum útisetum. Fyrra førið er, tá stevnan verður sett leygardagin kl. 14 av Eydis Kjærbo, forkvinnu í Mentanarnevndini hjá Vágs Býráð heldur røðu. Manskór úr Suðuroynni undir leiðslu av Jens Knudsen og eitt danskt kór, Cartilago frá Frederiksberg Hospital syngja, undir leiðslu av Lise Elle vang. Í hesum kóri eru tveir føroyingar við, Anna Guttesen og Vivian Sundstein. Í seinna førinum fer vág bing ­ urin, Jóanes Nolsøe at fram­ føra orgultónleik í kirkjuni fríggjakvøldið kl. 20. Tekstur: Snorri Brend Myndir: Jens Kristian Vang