Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-06-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. juni 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98 22 Sosialurin Oyggjablaðið Snorri Brend – Frelsunarherurin er mítt andaliga heim. Her kenni eg meg heima og kenni meg væl, og her er eisini pláss fyri mær, slær 37 ára gamla konan, mamman og lærarin fast. Heilt frá barnaárum hevur Karina kent gleðina og vælsignilsið við at vera saman við hinum í hesum felagsskapinum. Eisini tá onnur settu spurnartekin við tað. Hon kann minnast, at tey í henn ara nærumhvørvi mangan undraðust á, at hon tímdi at fjasast við slíkt. Og undranin gjørdist ikki minni, tá hon avgjørdi at víga sítt lív til arbeiðið í Frelsunarherinum í heimbýnum. – Ja, onkur teirra spurdi meg, um tað var neyðugt at blíva soldátur. »Kanst tú ikki bara vera ein vanligur limur, og so er tað nokk?« – Men eg hevði fingið so nógv gott frá teimum í Frelsunarherinum, og nú vildi eg fegin geva tað víðari. Ja, eg vildi faktist at onnur skuldu fáa fatur í somu trúnni á Jesus, sum eg havi, sigur hon brosandi. Í hesi samrøðuni sigur hon eitt sindur um lív sítt í og uttanfyri Frelsunarherin. Okkurt nýtt Var tað nakað sum lítlu Karinu dámdi sum barn, so var tað at ganga í sunnudagsskúla. Í Vági vóru tey vælsignað við fleiri sunnudagsskúlum, m.a. hon­ um í samkomuhúsinum Bethel. Og her møtti Karina trúfast upp, sunnudag eftir sunnudag. Umframt hetta týdningarmikla arbeiðið fyri børnini, hevði Frels un­ arherurin eisini eitt barnaarbeiði, ið tóktist vera sera væl umtókt millum Karinu og mong av hin um børnunum, einamest tí at leið ar­ arnir dugdu so væl at finna uppá. – Eg byrjaði so at ganga her, og legði beinanvegin merki til, at arbeiðið var sera væl skipað, og at tey eisini dugdu einastandandi væl at taka sær av okkum. Tað besta var kortini tað, at allar tær vinkonurnar sum eg fylgdist við, eisini gingu her. – Og vit høvdu tað sera gott her, bæði til álvara og gaman. Tey funnu altíð uppá okkurt, – ja, tað var næstan ikki tað ting, sum vit ikki gjørdu her, sigur Karina brosandi. Strangar reglur Upp gjøgnum ungdómsárini fekk Karina eisini vinir í Frels unar her­ inum, og í dag eru hesar framvegis tær nærmastu vinkonur hennara. Tær gjørdust meiri og meiri virk­ nar í arbeiðinum í Vági, og tað kom so langt, sum at tær eitt skifti fóru til Noregs at luttaka í tí víttfevnda arbeiðinum sum henda rørslan hevði á hesum staði, millum annað Røros. Men Karina varð eggjað til upp­ aftur meiri: Hon slapp eisini inn á teirra offiser­skúla. Her vóru fleiri góð ting, men hinvegin var hesin skúlin heldur strangur og øðrvísi, enn tær føroysku genturnar vóru vanar við frammanundan. – Skúlin hevði fleiri løgnar regl­ ur, m.a. um, hvussu langur kjólin skuldi vera og hvussu frakkin skuldi síggja út. Hesar strongu reglur og onnur viðurskifti gjørdu, at eg mátti gevast á skúlanum, sigur Karina, sum kom heimaftur bæði ørkymlað, kedd og ikki minst vón brotin. Úrslitið av hesum gjørdist ikki bert tað, at hon var givin á einum skúla hjá Frelsunarherinum. Ein onnur avleiðing av hesum var, at hon í roynd og veru slepti sam­ bandinum við Frelsunarherin. Hon gavst at ganga til teirra til­ tøk í samfull 10 ár, inntil 2002, tá hon vendi aftur. Ágangur Sum lærari í Vágs skúla gongur Karina í vanligum klæðum, men »i dagens anledning«, nú fólk frá Oyggjablaðnum komu á gátt, hevði hon latið seg í eina skjúrtu við tí eyðkenda symbolinum hjá Frelsunarherinum á. Hetta symbolið og tey ser støku og eyð kendu soldáta­klæði teirra verða yvirhøvur sædd við posi tiv­ um eygum. Sært tú ein mann ella kvinnu í slíkum búna, er eingin ivi um, at her bankar eitt hjarta fult av kær leika og um sorgan fyri næst an ­ um. Karina eig ur eisini slík klæði, og hevur altíð dámt væl at bera »búnan«, sum tey kalla tað í herin­ um. – Eg havi ongatíð lagt nakað í tað, sum onnur hava sagt um tað at eg var ein trúgvandi. Eg eri bara tann sum eg eri, hvørki meiri ella minni. »Onkur« var eg Lukkutíð fyri Karinu fekk hon aftur samband við teir vinirnar, sum hon áður hevði havt í Frels­ unar her inum. Og fyri átta árum síðani kom hon við aftur í hesa rørsl una. – Um tað mundið savn­ aðust vit í tí gamla húsinum, men tá vit so fluttu í tann nýggja bygningin, gjørdist eg meiri aktiv. Beint tá manglaðu tey ein til at taka sær av sunnudagsskúlanum, og tá eg varð spurd, tók eg við gleði av hesi tænastuni. – Mær hevur altíð dámað væl tónleik, og tá eg sjálv spæli uppá guitara, var tað eitt gott høvi at kunna gera nakað fyri Harran uppá tann mátan, greiðir Karina frá. Hon tosaði mangan við leiðaran í Frelsunarherinum, Ben Eli Dam um at gera okkurt fyri børnini í dag, eins og tað varð gjørt, tá hon var barn og ung. Karina sá tørvin á, at tey ungu høvdu eitt gott og trygt stað at koma til, m.a. í sunnudagsskúlanum. Hon sá eisini tørvin á einum sang kóri fyri børn, og fyri einum ári síðani byrjaði hon eitt slíkt. – Man kann jú ikki bara tosa um at einki er, og at einki verður gjørt fyri tey ungu. Onkur mátti gera okkurt, og tann »onkur«, tað var altso eg. Og tað er eisini deiligt og hugaligt, at dóttir mín syngur við í kórinum, sigur Karina brosandi. Barnakórið er nú farið í summ­ ar frí, men beint undan hesum vóru tey m.a. og vitjaðu í kristnu út varpsrásini Lindini, og fingu framført nakrar av sangum teirra. – Jú, eg elski hetta barnakórið. snorri@sosialurin.fo Halleluja, eg Vágur – Tað er ikki Frelsunarherurin sum so, ið betýðir mest fyri meg. Eg eri við her, tí at eg elski Jesus, sigur 37 ára gamla Karina Magnussen, sum er ein av soldátunum í Frelsunarherinum í Vági. – Eg fái hvørki sagt tað øðrvísi ella betri, enn sangurin sigur tað: »Halleluja, eg elski Jesus«. Tað er mín motivasjón, og tí geri eg tað sum eg geri. Í einum samfelagi sum tí í Vági, kenna øll hvønn annan og vita nógv um hvønn annan. At fólk eisini vistu um ta andaligu síðuna hjá Karinu og tordu at spyrja inn til tað, vísir henda søgan sera væl: Ein dagin herfyri kom ein umleið 20 ára gamal drongur, sum hon hevði havt sum næming í Vágs skúla, yvir til hana og spurdi, um hon var leiðari í Frelsunarherinum. – Eg svaraði honum aftur, at tað var eg ikki, men at eg var virkin í herinum. Hann ætlaði bara at vita, nær møti var aftur í Frelsunarherinum. Og so segði eg honum tað! Dagin eftir var møti við svenska evangelistinum, Roger Larsson, og hesin unglingin kom á møtið, og er av og á á møti hjá Frelsunarherinum. Hann fekk eitt heilt serligt møti við Gud á tí møtinum! Nær er møti? Eg fái ikki sagt tað øðrvísi ella betri, enn sangurin sigur tað: »Halleluja, eg elski Jesus«. Tað er mín motivasjón, og tí geri eg tað sum eg geri Man kann jú ikki bara tosa um at einki er, og at einki verð ur gjørt fyri tey ungu. Onkur mátti gera okkurt, og tann »onkur«, tað var altso eg