mikudagur 23. juni 2010síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
46
Sosialurin
Ítróttur
Ólavur Øre Hansen
Runavíkingar eru steypavinnarar
í unglingadeildini í 2010. Hetta er
fyrstu ferð síðani 2007 at runa
víkingar hava vunnið Thomas Dam
Intersport kappingina, og tað var
ein fegin NSÍ liðskipari, sum Sosial
urin fekk orðið á eftir dystin.
– Tað er fantastiskt at vinna
steypa kappingina. Sjálvt um vit
als ikki spældu ein góðan dyst,
so stríddust allir mans, og tað
eydnaðist til endans at fáa sigurs
mál ið, segði ein fegið NSÍ liðskipari,
Monrad Holm Jacobsen
Meðan runavíkingar gleðast yvir
sigurin, so eru klaksvíkingar alt
ann að enn nøgdir. Teir høvdu fleiri
góðar kjansir í dystinum, men neyv
leikin manglaði í avgerðandi løtum,
og so vóru teir eisini óheppnir og
gjørdu sjálvmál seint í dystinum.
– Tað er ræðuligt at tapa steypa
finauna á hendan hátt. Vit eru klárt
betra liðið, og komu til fleiri góðar
kjansir, men klára ikki at fáa bóltin
í málið. Og fyri at gera ilt verri, so
tapa vit dystin uppá eitt sjálvmál,
segði ein sera vónbrotin Sørmund
Kallsø eftir dystin.
Samanumtikið, so hava klaks
víkingar alla grund at iðra seg um
tapið. Stóran part av dystinum vóru
teir leikiga omaná, og høvdu nakrar
góðar kjansir, men trupulleikin var
at teir ikki kláraðu at umseta kjans
irnar til mál. Tá dugdu runavíkingar
betri og gagnnýttu ein av sínum fáu
kjansum, samstundis sum teir eisini
høvdu heppnið, tá klaksvíkingar
gjørdu sjálvmál seint í dystinum.
NSÍ betur frá byrjan
Sjálvt um klaksvíkingar høvdu
bóltin mest, so vóru tað runa vík
ingar sum skoraðu fyrsta málið. Í
sjeynda minutti fær NSÍ fekk frí
spark á miðjari KÍ hálvuni, sum
Monrad H. Jacobsen sendi inn í
brots teigin, har Árni Frederiksberg
fekk stýrt bóltin í málið.
Hóast um runavíkingar løgdu
seg á odda, so hildu klaksíkingar á
við at vera spælstýrandi. Ein sera
vælspælandi Sámal Olsen á vinstra
vongi hjá KÍ, var ein torn í holdinum
hjá NSÍ verjuni.í fyrra hálvleiki.
Tískil var tað eisini uppiborið tá
KÍ javn aði í 23. minutti við máli frá
Sámali Olsen, tá hann fekk eina
send ing afturum verjuna hjá NSÍ,
og skor aði trygt.
Tað var sum um spælið dalaði
nakað aftaná útjavnandi málið, tó
at klaksvíkingar vóru spælstýrandi,
meðan runavíkingar dúvaðu mest
uppá snarálop.
Sjálvmál avgjørdi finaluna
Eftir steðgin var leikliga gongdin
tann sama. Leikliga yvirvágin hjá
klaksvíkingum hevði eisini við sær
at teir komu til fleiri góðar kjansir,
men málroyndirnar høvdu ikki
sama kvalitet sum uppspælið.
Sum dysturin leið javnaði spælið
út og runavíkingar komu meira við
í dystin, ikki minst takkað verið
einum sera hart arbeiðandi Viggo
Hansen á miðvøllinum hjá NSÍ,
sum spældi ein branddyst.
Tá tað resta fimm minuttir av
dystinum fær NSÍ hornaspark, sum
Per Langgaard sendur innfyri, har
ein klaksvíkingur er so óheppin at
beina bóltin í egið mál.
Fleiri mál komu ikki í dystinum,
sum runavíkingar sostatt vunnu 21,
og kunnu kallað seg steypavinnarar
í ung lingadeildini 2010, meðan
klaks víkingar bert kunnu iðra seg
um nógvu misnýttu kjansirnar og
óheppni í verjupartinum, sum kost
aði teimum sigurin.
post@sosialurin.fo
– Tað er nakað lort at tapa
steypafinaluna á hendan hátt,
segði ein vónsvikin Sørmund
Kallsø, sum sipaði til sjálvmálið,
ið gav runavíkingum sigurin.
– Vit vóru klárt betra liðið,
og vóru spælstýrandi so at siga
allan dystin. Men allíkavæl
standa vit her eftir at hava
tapt steypa finaluna, og tað er
ræð uligt, segði Sørmund.
Spurdur um hvat KÍ skuldi
havt gjørt ørvísi, vísir Sør
mundur avgjørdur á, at teir
høvdu fleiri góðar kjansir, men
trupul leikin var at umseta
kjans irnar til mál.
– Men nú mugu vit bara
reisa okkum aftur, og fara eftir
før oyameistaraheitinum í ung
lingadeildini, segði Sørmund
Kallsø at enda.
Tað er altíð deiligt at vinna
dystir, men tað er fantastiskt at
vinna steypakappingina, segði
liðskiparin hjá runavíkingum,
Monrad Holm Jacobsen eftir
dystin, tá Sosialurin fekk orðið
á hann.
– Vit høvdu sera trupult
við at fáa spælið hjá okkum at
ganga í dag, men stríðsviljanum
bil aði einki. Vit vóru eitt sindur
heppnir til tíðir, tí KÍ hevði
megin partin
av
spælinum
og fleiri góðar kjansir, segði
Monrad.
NSÍ skoraði bæði síni mál
eftir deyðbóltstøður, og metir
Monrad, at tað er ein av sterku
síðunum hjá runavíkingunum.
– Í hesum kappinarárinum
hava vit skorað rættuliga nógv
mál eftir frí og hornaspark, og
tað sást aftur í dystinum móti
KÍ, har bæði okkara mál koma
eftir deyðbóltstøður, segði ein
fegin Monrad Holm Jacobsen
at enda.
NSÍ vann
unglingafinaluna
unglingafótbóltur NSÍ vann finaluna í Thomas Dam
Intersport kappingini, sum var spæld í Leirvík í gjárkvøldið.
Endaliga støðan gjørdist 2-1 til NSÍ. Tað stóð leingi á
jøvnum 1-1, men stutt fyri dystarlok gjørdu klaksvíkingar
sjálvmál, og varð tað avgerðandi fyri dystin
Sørmund Kallsø:
Nakað lort
Monrad Holm Jacobsen:
Kennist
fantastiskt
at vinna
Aftast frá vinstru: Hallur Højgaard, Jógvan Eli, Bárður Midjord, Monrad H. Jacobsen, Áron H. Jacobsen,
Kristian Joensen, Per Langaard, Magnus Pauli Sørensen, Kemm, Arni Gregersen og Sonni L. Petersen venjari
Fremst frá vinstru: Beinir, Jákup, Nemanja Koncar, Viggo Hansen, Árni Frederiksberg, Óli Hansen og Óli Hansen
Mynd: nsí.fo
Monrad við steypinum, meðan KÍ-leikararnir
mugu takað til takkar við silvuri
Mynd: nsí.fo
KÍ - NSÍ 1-2 (1-1) unglingar
0-1: Árni Frederiksberg, 6.
1-1: Sámal Olsen, 23.
1-2: sjálvmál, 85.
Dómari: Rói Jacobsen
KÍ: Emil Biskupstø – Ísak Simonsen, Heri K. Olsen, Sørmund Kallsø, Aksel Dalsgaard (86. min Gunnar
Christiansen), Sámal Olsen, Johan Jacobsen (66. min Teitur Fles), Heðin Klakkstein, Ragnar Danielsen, Helgi
Samson
NSÍ: Kristian Joensen – Per Langgaard, Óli Hansen, Bárður Midjord, Magnus P. Sørensen, Nemanja Koncar
(90. min Hallur Højgaard), Viggo Hansen, Monrad H. Jacobsen, Áron H. Jacobsen (46. min Óli Hansen), Arni
Gregersen, Árni Frederiksberg