mikudagur 23. juni 2010síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
34
Miðvikan
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
4. partur
Skúlagongd
í Skúvoy og Dímun
Í Dímin var altíð nógv fólk í húsi.
Tað mundi vera sjáldan, at vit vóru
niðanfyri 10. Tað vóru húsfólk
og so arbeiðsfólk afturat. Ofta
vórðu eisini fólk send til Dímunar,
sum høvdu tað, vit í dag kalla
atferðartrupulleikar. Eitt dømi var
ein, sum kom til Dímunar í 1928, og
sum fór avstað aftur í 1943.
Hesi fólkini arbeiddu so fyri
føðina. Tey artaðu seg væl úti í
Dímun, og vanliga eisini, tá ið tey
komu heim aftur.
Við skúlagongd var tað soleiðis,
at trý tey fyrstu árini gekk eg í
skúla í Skúvoy, har eg átti ommu
og abba.
Tá var tað ikki soleiðis, at tað
slapst heim hvørt vikuskifti! Eg fór
heim til Dímunar í summarferiu.
Tað, sum eg kann minnast, fór
eg gjarna ikki aftur til Skúvoyar
fyrr enn upp undir jól. Lærari í
Skúgvi var alla mína tíð Malvina
Clementsen, ættað úr Húsavík.
Hon var eisini í Hesti áðrenn tað.
Malvina var kend sum ein sera
markant kvinna.
Eg var nógv í Skúvoy sum óviti,
so eg minnist akkurát læraran,
sum var undan Malvinu. Tað var
Martin Joensen Næss. Hann var
skúvoyingur, men hann fór tá til
Vágarnar. Eg kom tískil at kenna
allar skúvingar eins væl sum eg
kendi dímuningar. Fleiri av teimum
var eg eisini í ætt við.
Tað var einki telefonsamband
til Dímunar, so vit vistu ikki av
hvørjum øðrum í Dímun og Skúvoy.
Men so søkti mamma um at
fáa lærara til Dímunar. Men tað
kravdi, at tað vóru tvey skúlabørn.
Jóannes í Malthúsi, sum búði nógv
í Dímun tá, átti eina gentu, sum var
hálvtannað ár eldri enn eg. Hann
tók hana so til Dímunar. Nú vóru
vit tvey, og soleiðis fingu vit tann
fyrsta læraran. Tá var eg 11 ára
gamal. Lærari var í Dímun út í eitt
líka til míni systkin vóru liðug at
ganga í skúla í 1951. Skúlin var í eini
stovu uppi á loftinum hjá okkum.
Fyrsti lærari, sum eg annars hevði
í Dímun, var Elisabeth Olsen úr
Vestmanna. Hon var fyrra kona
Einar Waag, kendur frá Føroya Bjór.
Hon var lærari í Dímun 1934/1935.
Hon doyði longu í 1941. Aftaná hana
gjørdist tað Leivur Tróndarson úr
Skálavík. Hann var ferðalærari í
Dímun frá 1935-1938. Hann gjørdist
seinni lærari í Skálavík.
Telefon og ruta
Fyrsta eg minnist var sambandið
til Dímunar meira at kalla vánaligt.
Serliga minnist eg veturin 1936/37
sum sera ringan við liggjandi
vánaligum veðri.
Tá var leingi einki samband við
oynna, so vit vistu einki um, hvat
ið var hent í allari verðini. Einaferð
slapp lærarin ikki í jólafrí fyrr enn
á føstulávint. Eg meini, at tað var
hálvan november, at tann seinasti
fartur var.
Tað var sami bátur, sum sigldi
til Dímunar, Skúoyar og Sand. Eg
minnist, at tey snakkaðu um tað,
at tað var eingin dagur, at tað var
so frægt veður, at tað var siglandi
báðar vegir.
Eina ferð tað varð gjørd ein
roynd at fara úr Skúvoy til Sands
eftir posti, lógu teir veðurfastir
á Sandi eina heila viku. Tað var
sami postmaður, sum førdi postin
millum Sand og Skúvoy og so til
Dímunar.
Postmaðurin var Óla Jákup
Hentze, seinni saman við soninum
Johan Hentze. Hann var fyrsti
postmaður í Skúvoy.
Seinni tók sonur Óla Jákup,
Kjartan, við postinum, og Johan
beiggi hansara var ofta við honum.
Tað fasta postsambandið var
tvær ferðir um mánaðin. Men um
veturin vóru vit nøgd um vit kundu
fáa post eina ferð um mánaðin.
Postbáturin var eitt vanligt
áttamannafar við maskinu. Tá tað
gekk væl, kom postmaðurin upp
gjøgnum Kleivina, og vit vistu ikki
av, fyrr enn hann kom og pikkaði á
dyrnar.
Men so væl gekk ikki altíð. Eina
ferð mátti postbáturin seta upp í
Dímun. Hann slapp ikki avstað fyrr
enn dagin eftir.
Eg royndi í 1946 at fáa postverkið
at lata okkum fáa post eina ferð um
vikuna, men hetta lat seg ikki gera.
Men í 1971, tá ið vit bert búðu í
Dímun summarhálvuna, fóru vit at
fáa post tvær ferðir um vikuna.
Við tyrluni er tað nú 3 ferðir um
vikuna. Hetta er líka nógv sum nú
hjá øllum øðrum í landinum.
Máttu glaða í neyðstøðu
Vit fingu ikki telefon fyrr enn í 1938
í Dímun. Hetta var radiotelefon
Men áðrenn telefonin kom máttu
vit glaða, um tað vóru bráfengisboð.
Tað varð gjørt í einum føstum
plássi eystan frá húsinum. Haðani
sást so væl inn á Nes í Hvalba. Eg
minnist einar tríggjar ferðirnar,
at tað bleiv glaðað. Vit settu eld á
hoyggj. So kom bátur út. Tað var
vanliga ein deksbátur úr Sandvík,
sum kom at spyrja, hvat ið bagdi.
Var tað læknahjálp, sum kravdist,
fór hann til Sands eftir lækna. Á
vegnum til Sands legði hann at í
Skúvoy at boða frá, hvørji ørindini
vóru. Tá ið báturin kom aftur við
læknanum, fleyt ein bátur útfyri
við skúvoyingum í. Hesin bátur
varð sleipaður við til Dímunar, so
hann kundu føra læknan í land.
Tað var ofta fjøruveður øðru-
megin oynnna og brim hinumegi.
Men tað vóru tvær lendingar,
onnur eystanfyri og hin vestanfyri.
Vanliga var tað lendingin vestan-
fyri, sum varð nýtt.
Slík læknaørindini kundi taka
langa tíð. Báturin bíðaði í Dímun, til
læknin hevði gjørt tað, sum skuldi
gerast. So fóru teir avstað aftur til
Skúvoyar og Sands, har læknin fór
í land, og so gekk leiðin aftur til
Sandvíkar.
Ta einu ferðina bleiv so ringt
veður. Tað var ein mostur mín,
sum hevði mist svøvnin. Hetta var
í 1935.
Tað var eitt ringt skil. Sámal
Jákup pápabeiggi helt henni alla
náttina. Men læknin kom so av
Sandi. Hann gav henni sproytu, so
hon sissaðist og fekk svøvnin aftur.
Tað var ikki veður at fara til Sands
við læknanum, so teir máttu fara
við honum til Sandvíkar.
Mostur lá nakrar dagar í Dímun,
áðrenn hon slapp avstað fyri
veður.
Rætting til seinasta part: Tað var
beiggi Hansinu, Sámal Johannes,
sum hjálpti systrini við garðinum
eina tíð eftir, at Óla Jákup doyði í
1924.
Janus í Dímun:
Glaðaðu og fingu post
aðru hvørja viku
I seinasta parti greiddi Janus frá, hvussu hann sum nýføðingur misti pápa sín.
Hesa ferð greiðir hann frá síni skúlagongd, og tá ið einasti samskiftismøguleiki var glaðing
Fyrsti lærari hjá Janusi á
Dímun var Elisabeth Waag
Næsti lærarin var
Leif Tróndarson
Foreldrini hjá Janusi, Hansina og Óla Jákup Jensen