mikudagur 23. juni 2010síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Mikudagur 23. juni 2010 · Nr. 98
Sosialurin
Søgu- og samfelagsdeildin bjóðar í heyst út
tvey støk masterskeið í stjórnmálafrøði og
tvey í løgfrøði, ið eftir umsókn kunnu gerast
partur av masterútbúgving.
Politisk umboðan (stjórnmálafrøði)
Skeiðið viðger ástøði um politiska umboðan,
og tey lesandi læra at nýta hesi ástøði til at
greina og lýsa viðkomandi dømi um
politiska umboðan í Føroyum og umboðan
av føroyskum áhugamálum í altjóða høpi.
Stakskeiðið telur 10 ECTS á masterstigi, og
ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað
á komandi masterútbúgving í stjórnmála-
frøði umframt masterútbúgving í samfelags-
vísindum.
Undirvísingin byrjar í viku 37 í 2010.
Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið
er útbúgving á bachelorstigi ella samsvar-
andi við nóg mikið av stjórnmálafrøði ella
javnmettum fakum.
Kostnaður kr. 5.500
Organisatiónsástøði og almenn
fyrisiting (stjórnmálafrøði)
Skeiðið viðger hvussu organisatiónir virka,
og hvussu fólk ávirka og ávirkast av orga-
nisatiónum. Tey lesandi fáa grundleggjandi
kunnleika um og yvirlit yvir meginrák í
organisatiónsástøði, og samstundis innlit í
granskingarøkið “almenn fyrisiting” (public
management) og meginrák innan almenna
fyrisiting.
Stakskeiðið telur 10 ECTS á masterstigi, og
ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað
á komandi masterútbúgving í stjórnmálafrøði
umframt masterútbúgving í samfelags-
vísindum.
Undirvísingin byrjar í viku 36 í 2010.
Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið
er útbúgving á bachelorstigi ella samsvar-
andi við nóg mikið av stjórnmálafrøði ella
javnmettum fakum.
Kostnaður kr. 7.500
Føroysk Fiskirættindi í
altjóða lóg (løgfrøði)
Skeiðið viðger føroysk fiskivinnurættindi
sum tey verða ásett í altjóða høpi og eftir
altjóða lóg. Tey lesandi fáa innlit í týðandi
rættarkeldur og gransking á økinum, eins og
grundleggjandi førleikar at meta um høvi og
loysnir á altjóða tilfeingisspurningum, ser-
liga tengdum at fiskivinnurættindum.
Stakskeiðið telur 10 ECTS á masterstigi, og
ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað
á komandi masterútbúgving í løgfrøði um-
framt masterútbúgving í samfelagsvísind-
um.
Undirvísingin byrjar í viku 36 í 2010 og
endar fyri heystfrítíðina.
Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið
er útbúgving á bachelorstigi ella samsvar-
andi við nóg mikið av løgfrøði ella javn-
mettum fakum, eitt nú grundskeið í lóg.
Kostnaður kr. 5.500
Føroyskur skattarættur (løgfrøði)
Skeiðið viðger føroyskan skattarætt í lóg og
venju. Tey lesandi fáa innlit í týðandi rættar-
keldur og gransking á økinum, eins og
grundleggjandi førleikar at meta um høvi og
loysnir innan skattarætt.
Stakskeiðið telur 10 ECTS á masterstigi, og
ætlanin er, at skeiðið skal verða góðskrivað
á komandi masterútbúgving í løgfrøði um-
framt masterútbúgving í samfelagsvísind-
um.
Undirvísingin byrjar í viku 42 í 2010.
Fortreytirnar fyri at skriva seg inn til skeiðið
er útbúgving á bachelorstigi ella samsvar-
andi við nóg mikið av løgfrøði ella javn-
mettum fakum, eitt nú grundskeið í lóg.
Kostnaður kr. 5.500
Skeiðini eru treytaði av nóg stórari luttøku.
Gjaldsskeið skulu gjaldast áðrenn skeiðs-
byrjan.
Lesandi innskrivað við Fróðskaparsetur
Føroya ella við annan hægri lærustovn fáa
tó skeiðið ókeypis.
Nágreiniligari lýsingar av skeiðunum finnast
á www.setur.fo
Umsóknarblað fæst á www.setur.fo ella við
at venda sær til Søgu- og samfelagsdeildina,
J. Broncks gøta 25, 4.h., Tórshavn, tlf.
352580.
Avmarkað luttøka.
Umsóknarfreistin er 14. august 2010. Tikið
verður tó upp, til skeiðini eru fullsett. Boð
um upptøku verða givin í seinasta lagi 1.
september 2010.
FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
Setursskrivstovan · tlf. 35 25 00 · J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272 · 110 Tórshavn · www.setur.fo
Stak masterskeið – heystið 2010
stuðlar tiltøkum í
Miðlahúsinum
Í sambandi við at Oddur
Heinesen hevði 40 ára
starvsdag hjá Miðberg
bakaríi fyrst í mánaðinum,
verður móttøka týsdagin 29.
juni frá kl. 16.00 til 18.00
Øll eru hjartaliga vælkomin
Tað hevði glett okkum at
sæð so nógv sum gjørligt.
Miðberg Bakarí · Heiðavegur 57 · Saltangará · Tlf. 447366
40 ára sTarvsdagur
Sosialurin / KvR 34 18 00