fríggjadagur 25. juni 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
22
Sosialurin
Vilmund Jacobsen
Tað var Fámjin, ið fekk
heiðurin sum »Best røkta
bygd 2010«, og Tjørnuvík fekk
2. virðisløn.
Gøtan um Leirvíksfjall
vann heiðurin fyri “Best
røkta bygda- og varðagøta”,
og Vestmanna skúli vann
heiðurin »Ársins grøni stovn-
ur«. Harafturat varð ein
heiðursløn latin fyri »Besta
átak«, og hesa fekk Dugni
fyri endurný tsluhøllina á
Kambsdali og Tinghúsið á
Hjalla.
Nevndin, sum hevur mett
um, hvør skuldi fáa hesar
heiðurslønir, sigur um »Best
røktu bygdina« – Fámjin, at
henda bygdin eisini áður
hevur víst seg frammarliga í
kappingini.
- Bygdin er framúr væl
fyriskipað í búseting og
bygging annars, og vega-
kervið er gott og væl virkandi.
Bygdin
hevur
raðfest
spillivatnsskipanina og er
komin rættiliga langt áleiðis
at hava eina fullførda og
lidna skipan. So at siga einki
órudd sæst, og væl verður
gingið um. Økini fram við
vegjaðara, við byggigrundir,
girðingar og annað er væl
frágingið.
Borgarar
hava
sera góðar umstøður at
luttaka í felags tiltøkum,
ferðafólkatænastan er ment
nógv, og dentur er lagdur
á at halda søgulig støð og
fornminni í góðum standi.
Metingarnevndin
sigur
eisini, at kommunan og
bygdaráðið hava víst fram-
skygni í burðardyggari menn-
ing og nýhugsanum við at
leggja økið út til viðalund og
snildisliga seta upp ný ggjan
drekkivatnsbrunn inn í eldri
grótbrot og leggja flag á.
Lagt verður aftrat, at á
negativu síðuni kann vísast
til, at smávegis betongleivdir
síggjast frá bygging, og at
nakað enn er eftir at fáa liðugt
til spillivatnsskipanina.”
Bygda-og varðagøta
Um »Best røktu bygda- og
varðagøtu« – gøtan um Leir-
víksfjall – sigur nevndin,
at henda virðisløn verður
latin til øki, har bygdagøtan
hevur havt stóran tý dning
gjøgnum tíðirnar, men sum
eisini enn verður nógv brúkt,
og kanska hjá nøkrum er
vorðin fastur táttur at ganga
á hvørjum ári.
- Gøtan er væl hildin og
trygg um Skarið. Hon er løtt
at finna á báðum síðum á
fjallinum, og væl er frámerkt,
har hon byrjar, og har leiðin
gongur eftir varðunum.
Metingarnevndin hevur
einki negativt at viðmerkja
um hesa bygda- og varðagøtu
um Leirvíksfjall.
Ársins grøni stovnur
Virðislønin fyri »Ársins grøna
stovn« er latin Vestmanna
skúla.
- Metingarnevndin er púra
samd, at her er ein stovnur,
sum er komin heilt langt
áleiðis og hevur rokkið fleiri
málum við at minka um orku-
nýtslu, bæði til upphiting og
ravmagn, ið hevur fingið í lag
vælvirkandi ruskskiljing, har
pappír, matleivdir, battaríir
og annað rusk verður tikin
inn til hagreiðing. Nakað fer
til beinleiðis endurnýtslu,
annað er vandamikið rusk,
meðan matleivdir fara til
kompost, har tøðini verða
nýtt í viðarlundini og aðrari
gróðurseting, ið skapt er
kring stovnin farnu 10 árini.
Nevndin sigur, at skráir
og ætlanir eru lagdar, har
myndugleikar, starvsfólk og
brúkarar í felag skipa grønu
verkætlanina, ið støðugt er í
menning og útbygging.
- Við framskygni og við
áhaldandi at menna grøn
tiltøk, er hesin stovnur fyri-
Fámjin best røkta
Í gjár vórðu vinnararnir av Umhvørvisátakinum 2010 avdúkaðir á almennari
samkomu í Perluni. Virðislønir vórðu latnar fyri »Best røkta bygd«, »Best
røkta bygda-og varðagøta«, »Ársins grøni stovnur« og »Besta átak«