fríggjadagur 25. juni 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juni 2010 · Nr. 99
26
Sosialurin
Áki Bertholdsen
– Eg uppfati hetta sum eina
roynd hjá Hans Paula Strøm
at upphevja seg sjálvan.
Rósa Samuelsen, lands
stýriskvinna
í
almanna
mál um, heldur lítið um út
sagn irnar hjá Hans Paula
Strøm, talsmanni hjá Javn
aðarflokkinum um tey upp
skot, sum eru løgd fram um
sparingar
á
almanna øki
num.
– At brúka so harðligt
orðaval er í øllum førum
ikki serliga fremjandi fyri
samstarvið í samgonguni,
sigur hon.
Hon sigur, at var Hans
Pauli Strøm ónøgdur, hev
ur hann havt ríkiligt av
umstøðum at gera vart við
seg í samgonguni, sum vildi
verið tað rætta staði.
Hon leggur afturat at í
næstu viku er fundur eisini
avtalaður í trivnaðarnevndini
hjá Løgtinginum, at tosa um
júst hesi viðurskiftini.
– Har er Hans Pauli Strøm
limur og har kundi hann
so havt gjørt vart við síni
sjónarmið.
– Men ístaðin langar hann
til í fjølmiðlunum og tað kann
eg bara taka sum eina roynd
at upphevja seg sjálvan ella
at tváa sínar hendur.
Skal spara 30 milliónir
Rósa Samuelsen sigur, at
veruleikin er, at samgongan,
við atkvøðuni hjá Hans Paula
Strøm, hevur álagt henni
at spara útvið 30 milliónir
næsta ár.
– Tær fyrstu 12 milliónirnar
skulu sparast, við at avtaka
automatisku hækkingina á
almannaveitingum og hinar
útvið 18 milliónirnar skulu
sparast aðrar vegir.
– Hetta er ein sannroynd,
sum ikki slepst undan og
hetta er nakað, Hans Pauli
Strøm sjálvur hevur atkvøtt
fyri.
Rósa Samuelsen sigur, at
hon hevur fingið greið boð
um, at karmurin til lønar
hækkingar og hækk ingar
í almanna veitingum, skal
vera tann sami næsta ár, sum
hann er nú.
– Tað merkir, at hækka
almennu lønirnar í sam
ráð ingunum í heyst, skulu
tilsvarandi sparingar gerast,
tí karmurin hækkar ikki.
– Hetta merkir eisini, at
eg havi heldur ikki peng ar
til at betala eina auto mat
iska hækking í almanna
veitingunum
– Tað er ikki nakað nýtt,
tí tað varð longu samtykt
í Løgtinginum í vár og var
Hans Pauli Strøm ónøgdur,
kundi hann havt gjørt vart
við seg tá.
Rósa Samuelsen sig ur,
at tí má lógin um auto mat
isku hækkingina í al manna
veitingum broyt ast.
– Annars endi eg í somu
støðu sum Jacob Vestergaard,
sum skuldi betala fiski monn
um minstuløn eftir lógini,
men sum ikki hevði pengar
til tað.
Rósa Samuelsen sigur, at
hetta er eisini nakað, Hans
Pauli Strøm atkvøddi fyri.
Hon sigur, at tað er
høpisleyst av Hans Paula
Strøm at tengja hetta upp
í ætlaða pensjónsreformin,
tí hesi bæði málini hava
als onki við hvørt annað at
gera.
Ongin koyrast út
Rósa Samuelsen sigur, at
umframt at avtaka automat
isku hækkingina, stendur
hon eftir við eini sparing
upp á slakar 18 milliónir, sum
samgongan við atkvøðuni
hjá Hans Paula Strøm, hava
álagt henni.
– Fíggjarkarmurin hjá al
mannamálaráðnum er mink
aður slakar 18 milliónir og
tað noyðist eg at fyrihalda
meg til.
– Tí skulu sparingar ger
ast, men eg royni av øllum
alvi at finna sparingar, har
tær raka sum minst.
–
Eg
royni
at
finna
sparingar, har vit sleppa
undan at taka veitingar frá
fólki, so at tey ikki verða verri
stilla, enn tey eru nú.
Í hesum sambandi er
eitt uppskot at flyta fólk
av tvímanskømurum á ell
is og røktarheimum og av
óhóskandi sambýlum, yvir
í tey nýggju ellis og røktar
heimini.
– Tað er óvirðiligt og
ósømiligt, at tvey eldri, sum
ikki eru hjún, skulu tvingast
at búgva saman, sigur Rósa
Samuelsen.
Hon sigur, at tað eru eisini
summi sambýli, sum eru illa
hóskandi, bæði hjá búfólki og
starvsfólki.
– Her hugsi eg ikki minst
um rýmingarvegir, bruna
trygd og onnur viðurskifti,
sum ikki eru nóg góð, sigur
Rósa Samuelsen.
– Tí er eitt uppskot at
flyta hesi fólkini, men tað er
sjálvandi ongin, sum verður
koyrdur á dyr, sigur Rósa
Samuelsen.
Løgið
Hans Pauli Strøm hartar
teg eisini fyri, at onki kem
ur burturúr ætlanini at
inntøkuregulera ymsar al
mannaveitingar, so at tey,
sum hava góð ráð, betala fyri
seg, fyri at tey, sum veruliga
hava ein tørv, kunnu fáa
hjálp?
– So er tað løgið, at hann
akkurát hevur atkvøtt fyri
einum uppskoti um hjálpa
rráð, har endamálið er, at
fólk skulu fáa kom pensa
tiónsveiting.
Tað
merkir,
at fólk skulu fáa hjálp eftir
breki og ikki eftir inntøku.
Hetta hevur samband við
ST sáttmálan, sum vit skulu
fyrihalda okkum til, sigur
Rósa Samuelsen.
aki@sosialurin.fo
Hans Pauli
upphevjar
seg sjálvan
Les eisini síðu 10 og 11:
Spariætlanir hjá
róSu SamuelSen
eru hjartaleySar
POLITISKT HONDVASK Rósa Samuelsen sigur,
at útsøgnin hjá Hans Paula Strøm er ein roynd
at upphevja seg sjálvan, tí hann hevur ikki
gjørt vart við sína ónøgd á røttum staði
Eg vil ikki enda í
somu støðu sum Jacob
Vestergaard
Rósa samuelsen
Hækka almenn ar
lønir og almanna veit ing
ar, skulu sparingar ger
ast, tí játtanin hækkar
ikki
Rósa samuelsen
PíNIr mINST
Javnaðarflokkurin og samgongan hevur álagt mær at spara næstan 30 milliónir, so er
noyðist at spara. Men eg royni at spara, har tað pínir minst, sigur Rósa Samuelsen