fríggjadagur 25. juni 2010síða 19
‹ fyrra síða allar 68 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 99 · 25. juni 2010
19
VIKUSKIFTI
1. Skrubba húðina
Við at nýta eitt skrubbikrem
áðrenn tú fer út í sólina gerst
húðin meiri javnt brún. Tær deyðu
húðkyknurnar verða skrubbaðar
vekk.
2.. Fukta innan- og uttanifrá
Minst til at fukta innifrá við nógvum
vatni, og uttanifrá við kroppkremi
morgun og kvøld.
3.. Ven
Venjing økir um blóðreinslið og
gevur sunnan lit. At venja í sólini
er eisini góður máti at fáa javnan
sólbrendan lit.
4.. Et grønt
Et grønt og fisk. Tomasós sigs verja
følsama húð móti sólini, omega-3,
sum man fær úr fiski sigst fyribyrja
húðkrabba, og myrk sjokuláta
inniheldur flavonol, ið økir um
fuktina í húðini og ger hana
tolnari.
5.. Tak tað róligt
Tak tað róligt í sólini fyrstu
dagarnar. Ver bara úti eina løtu, og
minst til sólkremið. Royn ikki at
vera úti millum 11-14, tá sólin er
sum sterkast.
6.. Agurk á eyguni
Er ein nógv úti í sólini gerast
eyguni ofta eitt sindur hovin. Royn
gamla tippið við agurkuskivum
á eygunum, ella legg teg við
høvdinum lágt eina løtu.
7.. Gloym solarium
Tað ber ikki til at fyrireika húðina
við at taka sól. Ístaðin økist vandin
fyri, at tú fær húðkrabba við 55
prosentum, um tú ger tað oftari enn
einaferð um mánaðin, skrivar Yale
School of Medicine.
8.. Minst til sólbrillurnar
Sólkremið er viktigast, men
hatturin, brillurnar og ein tunn
blusa eru eisini góð at hava við sær,
um ein skal á strondina.
9.. Far undir brús
Um tú svimur í svimjihyli er
tydningarmikið at fara undir brúsu
aftaná, eftirsum klorið í vatninum
ger húðina turra.
10.. Eftir sól
Um skaðin longu er hendur, og tú
hevur brent teg, er onki annað at
gera enn at smyrja allan kroppin
við einum After-sun kremi, ið helst
skal innihalda aloe vera.
Kelda: Aftonbladet, kropp&hælsa
10
Mín besta uppskrift
er teigur í Vikuskiftis Sosialinum, har lesarin
kann senda okkum sína bestu uppskrift, saman
við mynd av rættinum og navni á kokkinum.
Øll sløg av uppskriftum eru vælkomnar, bæði
bakstur, matur og drekka, men tær skulu ikki
hava verið almannakunngjørdar áður.
Send tína bestu uppskrift til:
Sosialurin
Postboks 76
FO-110 Tórshavn
mrk. uppskrift
Ella til post@sosialurin.fo.
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos
UppsKrIft: Jákup Mørk
Uppskriftin, sum verður prentað
í blaðnum, fær gávukort á kr. 300,-
frá Thomas Dam búnýti
tórshavn
Niels Finsensgøta 18
tel. 36 30 00
saltangará
Heiðavegur 56
tel. 44 76 04
Gularótspanerað fiskaflak
v/rís- og grønmetistorni og sinnopssós (til fýra fólk)
Stilla ovnin á 220 stig
Koyr 1/2 dl av matolju í eitt fat og set tað í ovnin
1/2 dl skal brúkast at pensla flakið við
rís- og grønmetistorn
Kóka rís og grønmetisblanding
Sker agurkina eftir longdini í 8 tunnar flísar
Kóka tær í 2-3 minuttir í saltvatni við eitt sindur av eddiku í
Ger ringar við agurflísunum og bacon og bind uttanum við
bummullstráði. Fyll ringarnar við rísi og grønmeti. Brúkið
bakaraovnsplátu við bakipappíri sum undirlag
gularótspanerað flak
Flys gularøturnar og koyr tær í eina hvirlu saman við leyki,
hvítleyki og kryddurtum
Sker flaki í passaliga 8 passaligar bitar
Tá ovnurin er heitur, verður fatið við kókandi oljuni tikið út
Flakapettini verða penslað við olju og vend í gularótsblendinum,
áðrenn tey eitt og eitt verða løgd í fatið
Setið fatið við paneraðu fløkunum og bakaraovnsplátuna við
rís- og grønmetistornunum í ovnin í 10-10 minuttir. Seinastu 7
minuttirnar verða hvítleyksflutes eisini sett í ovnin.
sinnopssós
Koyr alt tilfarið í eina lítla grýtu og hita spakuliga, meðan restin
av matinum verður stokt.
500 g fiskaflak
200 g gularøtur
1 leyk
25 g av persillu
2 fet av hvítleyki
Kryddurtir, t.d. timian,
ros marin og dild
1 dl av matolju
125 g (1 kókiposi) rís
125 g av grønmetisbland,
t.d. Bali-blanding
1 agurk
8 skivur av bacon
10 g margarin
2 spsk av dijon-sinnoppi
1 tsk v eddiki
1 tsk av sukri
sóltips
lagt tIl rættIs: Inna Törnroos